mánadagur 2. juli 2007síða 32
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
32
Nr. 124 - 2. juli 2007
Størv í
Hoyvíkar Skúla
Søkt verður eftir tveimum lærarum og
einum námsfrøðingi.
Lærarastørvini:
Annað starvið er fulla tíð og hitt er umleið 18
tímar. Endaliga tímatalið verður avgjørt í
september. Bæði størvini eru tíðaravmarkað fyri
lærarar við lækkaðum tímatali og vegna serligan
tørv.
Lærugreinar og flokkar:
1. flokkur: føroyskt, heimstaðarlæra,
handaverk og list.
5. flokkur: kristni og føroyskt.
6. flokkur: enskt.
7. flokkur: kristni og rokning.
Nakrir stuðulstímar.
Umsøkjarar eiga at hava læraraútbúgving.
Størvini eru lønt sambært avtalu millum Føroya
Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið.
Stuðulsstarvið:
Vit søkja eftir námsfrøðingi at stuðla næmingi í
3. flokki. Starvið er 27 tímar. Løn sambært
sáttmála við Føroya Pedagogfelag.
Umsóknir við prógvum og møguligum viðmælum
skulu vera skúlanum í hendi seinast mánadagin
16. juli.
Meira fæst at vita við at venda sær til skúla
stjóran, Birgit Arge á telefon 227603.
Hoyvíkar Skúli
Vegurin Langi
Postsmoga 3073
110 Tórshavn
Í Hoyvíkar Skúla verða komandi skúlaár umleið 500
næmingar í 22 flokkum frá 1.7. flokk. Her fara at
starvast 39 lærarar og 3 stuðlar.
Tórshavnar kommuna
Sambært gr. 6 í løgtingslóg nr. 13 frá 21.mai 1954 um
býarskipanir og byggisamtyktir við seinni broytingum
verður við hesum gjørt kunnugt, at Tórshavnar býráð á
fundi 22. juni 2007 hevur samtykt at gera nýggja serstaka
byggisamtyktini fyri Stórutjørn og reguleringar fyri sama
øki í almennu byggisamtyktini fyri Tórshavnar kommunu.
Endamálið við serstøku byggisamtykt er at skipa bústaðar-,
vinnu-, stovnsbygging og bygging til mentanar-, frítíðar og
ítróttarendamál á økinum Stóratjørn.
Serstaka byggisamtyktin fevnir um partar av ognunum
matr. nr. 139a, 135ed, 135a og 1 æf, Hoyvík.
Almenna byggisamtyktin fyri Tórshavnar kommunu er
broytt soleiðis, at D2 øki er víðkað eystureftir, og ein partur
av verandi D2 økinum er broytt til A3 øki.
Tilfar, sum lýsir serstaku byggisamtyktina og broytingar í
almennu byggisamtyktina fyri Tórshavnar kommunu, liggur
frammi í Snarskivuni á Vaglinum, frá 2. til og við 23. juli
2007, frá mánadegi til fríggjadag frá kl. 9.00 til kl. 16.00,
hósdag tó til kl. 18.00. Tilfarið liggur eisini á heimasíðuni
www.torshavn.fo
Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot verða at senda
Tórshavnar kommunu skrivliga í seinasta lagi 2. oktober
2007.
Kunngerð
Til sølu
Toyota Hiace árg. 1996. Km 216.000
Tlf. 222326
Til sølu
Volvo V70 2,4 diesel 167 Hk.
Mod. 2004 Km 135.000
Við nógvari eykaútgerð. Sær út sum nýggur
innan og uttan. Er í sera góðum standi.
Tlf. 222326
Dómaraskrivstovan
Avloysari fyri
skrivstovufólk søkist
Eitt áhugavert starv sum avloysari fyri
skrivstovufólk í farloyvi er leyst at søkja á
Dómaraskrivstovuni frá 1. august 2007
ella skjótast gjørligt. starvið er fulltíðarstarv
í 10 mánaðir.
Høvuðsuppgávur:
• vanligt skrivstovuarbeiði
• skráseting á teldu
• telefonavgreiðsla
Førleikakrøv
• skrivstovuútbúgving, HH, student ella
líknandi
• Góð evni at samskifta á føroyskum og
donskum máli
• telduførleiki á brúkarastøði
• Góð samstarvsevni
Setanar- og lønartreytir
setanar- og lønartreytir eru sambært
felagssáttmála millum statsansattes kartel
og Finansministeriet og sáttmála millum
Hk/stat og Finansministeriet.
setanarøkið fevnir um allar deildir á
Dómaraskrivstovuni, tó kemur tann, ið
settur verður, mest at arbeiða í
sivilrættinum.
Um tú ynskir fleiri upplýsingar, kanst tú
ringja til kathrinu magnussen,
skrivstovuleiðara, á telefon 31 10 03.
Umsóknir
Umsóknir, prógv og møgulig viðmæli
skulu sendast til
Dómaraskrivstovuna
Postboks 28
FO-110 Tórshavn
ella sum teldupostur til
post@sorinskrivarin.fo
Umsóknin skal vera okkum í hendi í
seinasta lagi 6. juli 2007 kl. 12.00.
SorinSkrivArin í FøroyUm
tann 29. juni 2007
lýsingar
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo