týsdagur 3. apríl 2001síða 11
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 65 - 3. apríl 2001
21
gult cyan magenta svart
20
Nr. 65 - 3. apríl 2001
gult cyan magenta svart
Kyndil–VÍF 27–28 (12–14)
Kyndil tapti silvurið
VÍF dró longra stráið
móti arvafíggindan-
um Kyndli í dysti,
sum hevði ein sera
spennandi enda. Við
ósigrinum misti
Kyndil møguleikan at
vinna silvurmerkini,
sum teir fóru eftir,
men havnamenn
kunnu ugga seg við,
at teir fáa bronsu-
merkini undir øllum
umstøðum
HONDBÓLTUR
Stefan í Skorini
Hóast meistaraheitið fyri
langari tíð síðani er farið til
Vestmanna, so varð lagt
upp til ein spennandi dyst
millum Kyndil og VÍF.
Hetta er klassikarin í før-
oyskum hondbólti, og fólk
fingu eisini spenning at
síggja.
Kyndlamenn vóru upp-
settir at vinna dystin og
løgdu nógv fyri í teirra
stremban eftir at gerast
næstbestir í føroysku lands-
kappingini, men tað eydn-
aðist ikki á hesum sinni.
Ein av fortreytunum fyri
at vinna á VÍF er, at Ingi
Olsen verður hildin í
føstum
teymum.
Hesa
uppgávuna fekk Høgni
Klein, sum mansvardi Inga
Olsen næstan allan dystin.
Ingi svaraði aftur við at
reika runt, og hann fór
onkuntíð inn á strikuna fyri
at sleppa undan tí tøttu
eftiransingini.
Ingi Olsen er ein sera
vandamikil leikari, og hann
vísti sítt virði, tí hvørja ferð
hann slapp leysur, so var
vandi á ferð. Hann gjørdi
eisini tað seinasta og
avgerandi málið, tá hann
við langskoti legði bóltin
framvið Peturi Magnusson
í Kyndlamálinum.
Fylgdust
Liðini bæði fylgdust í mál-
skjótingini í fyrra hálvleiki.
At byrja við var Kyndil við
yvirlutan, men sum hálv-
leikurin leið, dró VÍF hin-
vegin frá vertunum. Tá
komið var til hálvleiks,
vóru tvey mál á muni, og
tað tóktist sum gestirnir
vóru eina tonn betri og
neyvari í sínum álopsspæli.
Tó vóru ongantíð fleiri enn
trý mál á muni fyri steðgin.
Við átta málum í part
vóru tað brøðurnir báðir
Áki og Ingi, sum gjørdu
enda á Kyndli. Saman við
Sámali Joensen høvdu teir
stillað kanónirnar rætt, og
tá teir sluppu til skot, so
endaði bólturin oftast í
netinum.
Kyndil skifti nógv út, tá
skift varð frá verju til álop,
og Bjarni Wardum spældi
fyri tað mesta í álopinum.
Bjarni var vandamiklasta
hóttanin útifrá, sum Kyndil
hevði, og hann varð eisini
mansvardur til tíðir av
Johnny Joensen.
VÍF dregur frá
Tá VÍF liðið vísti seg aftur
á vøllinum vóru teir naskari
og meira ágangandi enn
áður. Kyndlamenn vóru
heldur meira afturhaldandi
og ikki so svangir hóast tað
vóru teir, ið skuldu vinna
dystin.
Tað einu løtuna steðgaði
Kyndil upp, og VÍF tók
yvir. Serliga var tað Áki
Olsen, sum vísti sínar
dygdir hesa løtuna. Hann
skeyt fýra mál í fimm mi-
nuttir, og tá hildu tey flestu,
at VÍF fór at koyra sigurin
heim uttan trupulleikar.
VÍF legði nú sjógv ímillum
seg og Kyndil, og ta einu
løtuna vóru fimm mál á
muni.
Men Kyndil legði ikki
árarnar inn. Heimaliðið helt
fram við at stríðast, og ser-
liga Bjarni Wardum gjørdi
fleiri mál, tá Kyndil royndi
at fanga føroyameistararnar
aftur.
Móti endanum eydnaðist
tað Kyndli endiliga at
javna, men hóast Kyndil
hevði mentala yvirtakið, so
dró VÍF longra stráið. Tað
vóru teir báðir stórskjútt-
arnir Sámal Joensen og Ingi
Olsen, sum skutu tey sein-
astu málini, sum tryggjaði
VÍF enn ein sigur.
Kyndil hevði ein møgu-
leika at javna í seinasta
álopinum, men skotið fór á
høvdið á málverjanum Eli
Müller, sum stóð ein góðan
dyst.
Dysturin endaði við eini
margháttligari støðu. Eli
skal tveita bóltin út í spælið
og bara tíggju sekund eru
eftir. Hann tveitir til Inga
Olsen, sum trýstir bóltin
aftur til Eli. Kyndamenn
vilja hava brotsspark, men
dómarin letur ikki við seg
koma, og VÍF vinnur.
Dysturin í tølum
Málskjúttar:
Kyndil: Bjarni Wardum 8,
Høgni Klein 5, Uni Ward-
um 4, Hanus Jensen 3,
Jónleif Sólsker 2, Janus
Einar Sørensen 2, Heini
Bendtsen, Regin Petersen 1
VÍF: Ingi Olsen 8, Áki
Olsen 8, Sámal Joensen 5,
Johnny Joensen 4, John
Zachariasen 2, Petur Frank
Joensen 1
Brotskøst: Kyndil 2, VÍF 2
Útvísingar: Kyndil 4, VÍF 3
Dómarar: Hjalmar Petersen
og Kristian Johannesen
StÍF–Neistin 35–28 (18–13)
Strandingar tryggjað sær silvur
Við einum tryggum
sigri á Neistanum
hevur StÍF tryggjað
sær silvurmerkini í
ár. Heimaliðið
megnaði at halda fast
um leiðsluna, og StÍF
hevði tamarhald á
støðuni allatíðina
HONDBÓLTUR
Stefan í Skorini
Við Kyndli í hølunum
skuldi StÍF vinna fyri at
kenna seg tryggan í at fáa
silvurmerkini. Nú Kyndil
snávaði móti VÍF, kundi
StÍF ogna sær silvurmerk-
ini við einum sigri.
StÍF legði beinanvegin
sjógv ímillum seg og Neist-
an. Tá tíggju minuttir vóru
farnir var heimaliðið fýra
mál frammanfyri, og mun-
urin minkaði ongantíð eftir
hetta. Heldur útbygdi StÍF
leiðsluna við enn fleiri
málum.
Serliga vandamikil var
Artur Johansen, sum gjørdi
ikki færri enn níggju mál.
Hann er eisini toppskjútti
hjá StÍF samanlagt í ár, og
hann hevur verið virðis-
mikil í fleiri dystum, so var
eisini sunnudagin í høllini á
Skála.
Neistin misti við hesum
ósigrinum møguleikan at
vinna bronsuna, sum teir
mugu síggja Kyndil fara
avstað við.
Seinasti dysturin hjá StÍF
verður ímóti VÍF, og tá
skulu strandingar vísa, at
teir ætla sær at bjóða
avaftur næsta kappingarár.
Neistin skal tá taka ímóti
Kyndli í týdningarleysari
grannauppgerð.
Dysturin í tølum
Málskjúttar:
StÍF: Artur Johansen 9,
Costin Dumitrescu 7, Alex-
andur Johansen 6, Marius
Joensen 6, Janus Trúgvason
2, Jón Rasmussen 1
Neistin: Rani Slættanes 6,
Áki Mørk 5, Jacob Jónsson
4, Jákup Sverri Kass 4,
Rune Møller 3, Ári Rouch
3, Ragnar Zachariasen 2,
Kári Mortensen 1
Brotskøst: StÍF 4, Neistin 2
Útvísingar: StÍF 3, Neistin
4
Dómarar: Geir Wardum og
Carsten Andersen
Tað var ikki nógv ferð á dystinum sunnudagin millum Kyndil og VÍF
VÍF hevði ikki torført
við at vinna á Kyndli í
høllini á Hálsi sunnu-
dagin. Heili 21 mál
vóru á muni, og
Kyndil fekk tvey reyð
kort
HONDBÓLTUR
Stefan í Skorini
Kyndil hevði ikki nógv at
bjóða uppá, tá føroyameist-
ararnir úr Vestmanna vóru á
vitjan. VÍF næstan tók sær
av løttum, og munurin á
liðunum var stórur. VÍF er
fremst og føroyameistari,
meðan Kyndil er triðniðast.
Fyrstu tjúgu minuttirnar
skoraði Kyndil bara eitt
mál, meðan VÍF syrgdi fyri
einum jøvnum streymi inn í
Kyndlamálið.
Kyndil fekk trupulleikar í
seinna hálvleiki, tá tveir
leikarar fingu tað reyða
kortið. Ta einu løtuna vóru
bara tríggir útispælarar hjá
Kyndlil, og málverjin mátti
skifta troyggju og spæla úti.
VÍF vísti enn einaferð, at
tær hava verið ein flokk
omanfyri hinum liðunum,
og um tær varðveita sítt
fólk, vera tær tungar at
syfta næsta kappingarár.
Dysturin í tølum
Málskjúttar:
Kyndil: Lotte Sørensen 3,
Palma Petersen 2, Ann
Hansen 2, Jensia Petersen
2, Kristbjørg Petersen 1
VÍF: Jacklin Durhuus 9,
Ioana Rapa 9, Sóley Mikk-
elsen 4, Fríða Marjunar-
dóttir 4, Nicolina Eyð-
bjørnsdóttir 3 Randi Kúr-
berg 2
Brotskøst: Kyndil 2, VÍF 9
Útvísingar: Kyndil 4, VÍF 1
Reyð kort: Kyndil 2
Dómarar: Hjalmar Petersen
og Kristian Johannesen
Tað eydnaðist Neist-
anum at fáa javnleik
móti VB í Vági, hóast
heimaliðið var
frammanfyri tað
mesta av dystinum
HONDBÓLTUR
Stefan í Skorini
VB er enn á triðja plássi,
men tær mugu bíða nakrar
dagar, áðrenn tær kunnu
vera heilt vísar í, at
bronsumerkini fara suður
til Vágs í ár. Neistin er fýra
stig aftanfyri og hevur tveir
dystir eftir enn. VB hevur
tó nógv betri málmun, og
tískil kunnu tær vænta sær
at fáa bronsuna um hálsin,
tá kappingarárið endar um
eina viku.
VB legði seg framum
beinanvegin í dystinum, og
tær høvdu eina eitt máls
leiðslu, tá farið varð til
hálvleiks. Tískil var alt
opið til seinna hálvleik.
VB helt fram har tær
sleptu og hildu allatíðina
frástøðu niður til Neistan
við einum ella tveimum
málum. Tað lá tí í kortun-
um, at VB fór at sigra, men
so skuldi ikki vera.
Neistin hevði ikki ætlanir
um at fara norðuraftur við
ongum, og tí kempaðu tær
til endan. Útiliðið bardi seg
innaftur í dystin og tryggj-
aði sær eitt stig móti end-
anum av dystinum, tá tað
eydnaðist at javna.
Dysturin í tølum
Málskjúttar:
VB: Regina Radó 7, Gurið
Mortensen 4, Andrea Lütz
3, Christina Holm 2, Eyð-
britt Krosslá 1, Mary
Krosslá 1
Neistin:
Súna Mørk 4,
Annika Thomsen 4, Bjørg
Patursson 3, Katrin á
Neystabø 3, Birita Wardum
2, Susan Brockie 1, Kerstin
Rasmussen 1
Brotskøst: VB 6, Neistin 4
Útvísingar: Neistin 2
Dómarar: Justines Justinus-
sen og Poli Hansen
Kyndil–VÍF 10–31 (4–14)
Lættur sigur til VÍF
VB–Neistin 18–18 (11–10)
Neistin bardi seg aftur
Botnliðið úr Runavík
hevði ongan kjans
ímóti Stjørnuni, sum
vann við 13 málum
HONDBÓLTUR
Eyðun Klakstein
Leygardagin spæld Stjørn-
an næsta dystin innan tveir
dagar, og aftur hesaferð
vunnu
klaksvíkskvinnur
tryggan sigur.
Hesaferð var mótstøðu-
liðið Tjaldri, sum hevur
ligið í skeiva endanum av
stigatalvuni alt árið. Tjaldur
gjørdi tó bart herfyri, tá tær
vunnu greiðan sigur á
einum Kyndlaliði, sum
hevur staðið seg illa í ár.
Lítil ivi var tí um, hvat
hesir dysturin skuldi enda
við, tí eftir at Tjaldri hevði
havt sína løtu fyrsta partin í
dystinum, kom heimaliðið
fyri seg, og í seinna hálv-
leiki rann Stjørnan frá
gestunum, sum als ikki
kláraðu at fylgja við í mál-
skjótingini.
Tjaldur var á odda fyrsta
korterið av dystinum, og
einu løtuna var tvey mál á
muni millum liðini, men tá
Stjørnan fyrst hevði tikið
Tjaldri, komu gestirnir
ongantíð fram um aftur.
Úrslitið av dystinum var
35-20 til Stjørnuna, sum
hevur avgreitt silvurmerk-
ini fyri í ár. Liðið var meist-
ari í farna kappingarári,
men í ár hevur VÍF verið
drúgvir í oddanum. Seinasti
dysturin hjá Stjørnuni er
ímóti VÍF, og tá hava
klaksvíkskvinnur
eisini
seinasta møguleikan í ár til
at vinna á VÍF. Higartil
hevur tað ikki eydnast.
Dysturin í tølum
Málskjúttar
Stjørnan: Andrijana Milo-
danovic 8, Anna Kristina
Samson 7, Annika Ljós-
stein 5, Joan Midjord Joen-
sen 4, Una Olsen 2, Bára
Skaale 2, Simona Dziugyte
2, Sólvá Eystberg 2, Ber-
lina Sólsker, Rannvá
Andreasen.
Tjaldur: Beinta Joensen 7,
Melitza Ergic 6, Jelena
Javtic 3 Mona Langgard 2,
Kristine Ellingsgaard 2.
Brotskøst: Stjørnan 3,
Tjaldur 2
Útvísingar: Stjørnan 4,
Tjaldur 4
Dómarar: Hans Thomassen
og Hanus Kúrberg.
Stjørnan–Tjaldur 35–20 (17–9)
Stjørnan vann trygt
VÍF vísti enn einaferð, at teir eru klárt tað besta liðið í Føroyum