Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-07-02, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. juli 2007síða 34

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

34 Nr. 124 - 2. juli 2007 Lærarastørv í Eysturskúlanum Eysturskúlin søkir eftir 4 lærarum í tíðaravmarkað starv skúlaárið 2007/08 at byrja 1. august 2007 • 1 lærara at lesa tímar fyri lærarar við niðursettari tíð. • 1 lærara at lesa avlopstímar (endaliga tímatalið verður ikki greitt fyrr enn 1. september 2007) • 2 lærarum fyri lærarar í barnsburðarfarloyvi. 1 fyribils til 20. januar 2008 og 1 fyribils til 14. mars 2008 Skúlanum tørvar bæði lærarar, sum kunnu undir­ vísa í innskúlingini, miðdeildini og lærarar til fram­ haldsdeildina. Í innskúlingini og miðdeildini er brúk fyri lærarum at undirvísa í máli, handverk/list og ítrótti. Í fram­ haldsdeildini er brúk fyri lærarum at undirvísa í týskum, støddfrøði, alis/evnafrøði og ítrótt. Størvini eru lønt í lønarflokkunum 18.1 –27.4 sam­ bært avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fíggjar­ málaráðið. Í Eysturskúlanum leggja vit dent á: • Í undirvísingini at taka støði í teimum mongu førleikunum • At leita eftir sterkum síðum hjá næminginum • At tollyndi skal verða grundleggjandi fyri alt okkara virksemi Søkt verður eftir lærarum sum: • hava læraraútbúgving • duga væl at samstarva og samskifta • áhaldandi vilja menna seg sjálvan og skúlan • ikki ræðast nýggjar avbjóðingar • seta tollyndi í hásætið Umsóknir: Umsóknir við avriti av prógvi, CV og møguligum viðmælum skulu verða skúlanum í hendi í seinasta lagi týsdagin 10. juli á middegi. Meira fæst at vita um størvini við at seta seg í samband við skúlastjóran, Eyðdis Eidesgaard á tlf. 302540 ella 214752 Eysturskúlin Tórgarðsgøta 17 100 Tórshavn Í Eysturskúlanum verða komandi skúlaár 537 næmingar í 1. til 10. flokki og uml. 48 lærarar. Skúlin verður skipaður í sjálvstýrandi toymi. Meginreglan er, at lærarar arbeiða í einum toymi burturav. Í hvørjum toymi eru 4-5 flokkar. Vit hava skúlaárið 2006/2007 arbeitt við at orða virðisgrundarlag Eysturskúlans. Vit hava valt at leggja dent á “Tollyndi” í fyrstu syftu, tí vit meta, tað hevur so stóran týdning og er grundleggjandi fyri alt virksemi skúlans. S t a r v i ð S u m Skúlatænari við tofta skúla Verður lýst leyst at søkja til setunnar 1. sept. 2007 Kravdir eginleikar: Arbeiðssemi, góð samstarvs­ evnir og nærlagni. Útyvir hesar eginleikar kann tað vera ein fyrimun­ ur at hava handverkaraútbúgving ella líknandi útbúgving, men er tó eingin treyt. Arbeiðstreytirnar verða samb. ásetingunum sum kommunan hevur fyri starvið. Lønin verður sambært ásetingunum í avvarandi fagfelag. Meira fæst at vita um arbeiðsøki og nærri áseting­ ar, við at venda sær til borgarstjóran tlf. 565000. Fyrsta árið verður at rokna sum royndarár. Møguligar umsóknir skulu verða kommunuskriv­ stovuni í hendi í seinasta lagi 20. juli 2007 kl. 16.00. Kommunan skilir sær rætt til frítt at velja millum innkomnar umsóknir ella eisini onga at taka. Toftir, hin 28. juni 2007 Nes Kommuna 650 Toftir · www.nes.fo · nes@nes.fo N e S K o m m u N a 650 Toftir · www.nes.fo · nes@nes.fo Tofta skúli er undir út­og umbygging, og verður ein partur av útbyggingini tikin í nýtslu eftir summarsteðgin 2007. Samlaða útbyggingin verður liðug í apríl 2008. Tofta skúli hýsur uml. 200 næmingum frá 1. til 10. flokk, og 32 starvsfólkum íalt. Í skúlanum eru 14 vanligar skúlastovur umframt serhølir, aula, fimleikarhøll og svimjihylur. SUMMARFRÍ Vit fara í summarfrí tann 9. juli og koma aftur beint eftir ólavsøku. Tí verður skrivstovan stongd í hesum tíðarskeiði. P/F Grannskoðaravirkið INPACT statsaut. revisorar Postrúm 191 · 110 Tórshavn telefon: 31 47 00 · telefax: 31 38 15 t-postur: inpact@post.olivant.fo Member of international network of professional accountants Til sølu Garaguhurð av slagnum Windsor til sølu Áður nýtt til ein virkis­bygning. Hurðin er s­tyrkt, og mátar 4,2 x 3,8 m Áhugaði kunnu ringja til Eyðfinn á telefon 350 350 Føroya Termovirki P/F Sundsvegur 8 · FO-100 Tórshavn Frá Sandvíkar skúla Søkt verður eftir lærara, sum • undir ábyrgd leiðslunnar og í samstarvi við lærara skúlans skal undirvísa og taka lut í dagliga arbeiði skúlans. • skal fremja góðar arbeiðsumstøður og gott samstarv millum skúla og heim. • skal vera førur fyri at loysa trupulleikar og at samstarva. • skal eggja næmingum og foreldrum at fáa sum mest burtur úr skúlagongdini bæði fakliga og sosialt. Starvið fevnir um uml. 8 avlopstímar. Starvið verður lønt í lønarflokkum 18.1 – 27.4 sambart avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag. Starvið er tíðaravmarkað til skúlaárið 2007/08. Førleikar Læraraútbúgving ella aðra hóskandi útbúgving. Umsókn saman við prógvi, c.v. o.ø. skal vera Sandvíkar skúla í hendi í seinasta lagi 12. juli 2007 kl. 16.00. Tey, ið ynskja fleiri upplýsingar til starvið, kunnu ringja til einalæraran Nitu Næs á tlf. 375917 ella 217917. Send umsóknina til: Nitu Næs 850 Hvalba Søkt verður eftir royndum maskinførara Til veg- og lendisarbeiði. Áhugaðir kunnu venda sær til skrivstovu okkara ella til Jón Danielsen á tel. 210683. lýsingar