mánadagur 2. juli 2007síða 40
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
40
Nr. 124 - 2. juli 2007
tíðindi
MYNDAFRÁsøgN
Dorit Hansen
dorit@sosialurin.fo
Við einari 40 metra langari
skreiðibreyt, tveimum heit
um heilsuklivum og einum
hugnaligum svimjihyli við
fossum og tilgjørdum gróti
kann Svimjihøllin í Klaks
vík nú erpa sær av at hava
Føroya fyrsta baðiland.
Leygardagin læt Svimji
høllin dyrnar upp til nýggja
baðilandi. Fyrst var mót
tøka við røðum, tónleiki og
sangi, og síðani fóru
fossarnir í nýggja hylinum
í gongd og skreiðibreytin
læt upp. Fyrsti persónur á
nýggju skreiðibreytini var
borgarstjórin í Klaksvík,
Steinbjørn O. Jacobsen.
Til móttøkuna bjóðaði
leiðarin fyri Mentanar
nevndini í Klaksvíkar
Býrað, Gunvá við Keldu,
vælkomin og hugleiddi um
svimjisøguna í Klaksvík.
Karsten Ask frá Aqua Plan,
sum hevur verið samskipari
av arbeiðnum, og stjórin í
Noroya Sparikassa, Eyfinn
Reyðberg, søgdu eisini
nøkur orð.
Nógvur tónleikur og
sangur var. Millum annað
sang Elin Løkin ‘Tað lítla
ljós eg fekk’, áðrenn hon
fór í svimjidrakt og royndi
nýggju skreiðibreytina,
sum hon helt vera ordiliga
stuttliga.
Svimjihøllin er uppruna
liga bygd í 1970unum, og
av tí at byggingin ikki í
nóg stóran mun tók hædd
fyri at bygt var á mýru
lendi, hava fleiri trupul
leikar verið í gjøgnum
tíðina.
Í sambandi við at baði
landið skuldi lata upp, varð
tann gamli barnahylurin
lítli hylur tómdur og
reinsaður. Men tá menn
skuldu fylla vatn í aftur,
kom sprekka í botnin, og
lítli hylur stendur tí tómur í
løtuni.
Eftir ætlan skal lítli hylur
setast í stand og útbyggjast
um tvey ár, men spurn
ingurin er nú, um hetta
verður framskundað, ella
um onkur fyribilsloysn
verður funnin.
Klaksvík fingið baði
Borgarstjórin, Steinbjørn O.
Jacobsen, segði seg verið eitt sindur
kroystan, tí hann hevði lovað
leiðaranum fyri Svimjihøllina,
Torkil Mørkøre, at hann skuldi
vera fyrsti maður í skreiðibreytini
Mynd: Dávur Winther
Pól Skarðenni, listamaðurin aftan fyri tilgjørda føroyska grótinum í
hylinum, var saman við synunum millum fyrstu fólkini í hylunum. Pól
Skarðenni hevur verið við til at gjørt fleiri stuttleikaparkir í Europa
Mynd: Dorit Hansen
Múrarin, Jan Elleby, hevur staðið fyri allari
flísaleggingini, og Karl Josephsen hevur saman við
Norðhús staðið fyri betongarbeiðinum
Mynd: Dorit Hansen
Nýggi hylurin í Svimjihøllini í Klaksvík er bæði
rúmligur og hugnaligur við fossandi vatni og
tilgjørdum gróti. Útbyggingin er ætlað til at fáa
fleiri fólk inn í svimjihøllina, og bæði leygardagin
og sunnudagin vóru nógv vitjandi
Mynd: Dorit Hansen