týsdagur 3. juli 2007síða 6
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
tíðindi
Nr. 125 - 3. juli 2007
Fiskimannafelagið
hóttir nu við at senda
løgregluna eftir fleiri
reiðarum og at seta
teir á svartalista so at
teir ikki fáa manning
til skipini. Støðan
er so hættislig, at
hetta kann enda
við kríggi, sigur Jan
Højgaard, formaður í
Fiskimannafelagnum
Fiskimenn
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
- Hetta kann enda við bein-
leiðis kríggi ímillum fiski-
mannafelagið og reiðarar.
Jan Højgaard, formaður í
Føroya
Fiskimannafelag
leggur ikki fingrarnar ímill-
um.
Tað eru nakrir føroyskir
reiðarar, sum als ikki virða
manningarnar og sum fara
við teimum, akkurát sum
tað passar teimum.
Hann sigur, at hetta merk-
ir, at tað kemur ferð eftir
ferð fyri, at ávísir reiðarar
als ikki vilja halda sáttmál-
an.
Men tað skal steðgast,
staðfestir formaðurin í Fiski-
mannafelagnum.
- Og vit fara at gera tað,
sum krevst fyri at steðga
hesum. Vit eru eisini til reið-
ar at leggja skipini, verður
tað neyðugt, at taka reiðarar
ikki betri partar fyri seg,
kann hetta enda við rætti-
ligum kríggi ímillum reiðar-
ar og Fiskimannafelagið,
hóttir Jan Højgaard.
Enda á svartalista
Fyribils hevur Fiskimanna-
felagið nú givið nøkrum
reiðarum ávaring um, at
halda teir fram at bróta sátt-
málan, verða teir settir á ein
svartalista.
Fiskimannafelagið hevur
fyrr hótt við at gera ein
svartalista við reiðarum,
sum ikki halda sáttmálan
við Fiskimannafelagið.
- Og nú eru nakrir reiðarar
ávaraðir um, at teir eru í
ferð við at enda á einum
svartalista.
Ætlanin er at almanna-
kunngera hendan svarta-
listan fyri at kunngera fyri
sjófólki, hvørjum reiðarum
tey skulu halda seg frá, tí at
teir virða ikki sáttmálarnar.
Men hetta verður eisini
gjørt fyri at reinsa allar teir
mongu reiðararnar, sum
halda sáttmálin so at ikki
teir skulu liggja undir ill-
gruna fyri at bróta rættindini
hjá manningunum.
- Nógv teir flestu reiðar-
arnir eru fyrimyndarligir
arbeiðsgevarar og vita ikki
alt tað góða, teir skulu gera
fyri fólkið hjá sær og tað er
órættvíst, at teir skulu koma
undir ringt umdømi, tí at
nakrir fáir ikki virða rætt-
indini hjá manningunum,
sigur Jan Højgaard.
Jan Højgaard vil ikki
siga, hvussu nógvir reiðarar
hava fingið ávaring, ella,
hvørjir teir eru.
Men talan er bæði um
fiskiskip og ferðamanna-
skip, staðfestir hann.
Skuldu siti í geglinum
Hann sigur, at í veruleik-
anum vildi hann ikki trúð,
at støðan var so vánalig,
sum hon er.
- Eitt vanligt sáttmálabrot
er, at hýran verður ikki gold-
in til tíðina. Manningin skal
hava løn í seinasta lagi tvær
vikur eftir at skip hava
avreitt, men í ávísum førum
kunnu tað ganga mánaðir
áðrenn teir fáa lønina.
- Tað er er eisini vanligt,
at reiðarar ikki betala frí-
tíðarløn, trygging og eftir-
løn, sum teir eiga eftir sátt-
málanum.
- Ístaðin stinga teir peng-
arnar í sín egna lumma.
Hetta er rætt og slætt svik
og reiðarar, sum gera slíkt,
áttu at verðið settir í geglið,
sigur Jan Højgaard.
Hann sigur, at tá ið mann-
ingarnar fáa uppgerðirnar
stendur á teimum, at trygg-
ingar og øll gjøld eru goldin
og tí eru menninir í góðari
trúgv.
- Men so kann koma und-
an kavi eitt ár seinni, at tað
eru tey ikki kortini og tað er
rættiliga álvarsligt, tí tað
setir fiskimenn í ein ringa
støðu, skuldi tað hent, at
teir koma til skaða.
Jan Højgaard sigur, at
Fiskimannafelagið hevur í
ávísum førum verið noytt at
stevnt reiðarum fyri at fáa
hesi viðurskifti í rættlag.
- Men í veruleikanum er
talan um brot á revsilógina,
tí hetta er svik. Sostatt er
hetta í veruleikanum talan
um politimál og tað kann
als ikki útihýsast, at reið-
arar, sum ikki hava hesi við-
urskifti í rættlag, verða
meldaðir til løgregluna í
framtíðini, sigur formaðurin
í Fiskimannafelagnum.
Fleiri føroysk skip
enda á svartalista
Í framtíðini kann tað als ikki útihýsast, at vit fara at melda
reiðarar, sum hava síni viðurskifti í rættlag, sigur Jan Højgaard.
Hann sigur, at Fiskimannafelagið er til reiðar at seta hart ímóti
hørðum og skipini verða eisini løgd, verður tað neyðugt
Sosialurin í morgin:
Ódámlig framferð
Nýggi formaðurin í Fiskimannafelagnum hevur
lagt eina nýggja linju, men framferðin er eitt
sindur ódámlig, heldur formaðurin í
Reiðarafelagnum, Jákup Sólstein.
- Tað er ikki gamalt í Føroyum at hótta við at seta
fólk á svartalista. Hann kennir onki til, at tað er
vanligt, at sáttmálar verða brotnir, men hendir tað,
plaga tað at verða avgreitt í øllum góðum, uttan at
tað hevur verið neyðugt at hótta við bæði báli og
brandi.
Lesið
internet
Sosialin !