Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-07-03, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. juli 2007síða 7

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindi Nr. 125 - 3. juli 2007 Tað er bara positivt at hava fakligan førleika, men tá Magni Laksáfoss fer frá at vera embætismaður til at verða landsstýrismaður, so er hann ikki bara búskaparfrøðingur, men politikari eisini, sigur løgmaður POLITIKKUR Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Løgmaður er í hesum døg­ um á oyggjaleikunum á Rhodos, men nú er tað ikki bara sum ferðamaður, hann hevur almennar skyldur eisini. Hetta merkir eisini at taka sær tíð til fjølmiðlarnar, og Sosialurin fangaði hann í morgun fyri at fáa eina viðmerking um nógva kjakið, sum er komið fram í kjalarvørrinum av úttalilsu­ num hjá nýggja fíggjarmála­ ráðharranum, Magna Laksá­ foss. Serliga er tað ávaringin móti at leggja ov nógvan pening í Sandoyartunnilin í hesum døgum. Jóannes Eidesgaard, løg­ maður, sær kortini ikki nakað forgjørt í, at fíggjarmálaráðharrin ávarar móti at seta ov nógva ferð í búskapin. Tað er at rokna sum hansara skylda sum landsstýrismaður í fíggjar­ málum. ­ Tað eru ting, sum hava gingið ov skjótt í samfelag­ num, og ting, sum framvegis ganga ov skjótt. Men tað verður altíð ein spurningur um raðfestingar, um vit skulu gera fast samband millum oyggjarnar, byggja sjúkrahús ella skúlar, sigur Jóannes Eidesgaard. Løgmaður heldur ikki tað er nakað vánaligt hugskot, at halda nakað aftur í íløgunum bæði hjá landi og kommunum. Hinvegin hev­ ur tað alla tíðina ligið í luftini, at fasta sambandið um Skopunarfjørð var eitt mál, sum samgongan er samd um at fremja. ­ Eg segði í fyrstu løg­ mansrøðu míni, at vit fullførdu fasta sambandið undir Vestmannasundi í seinastu tingsetu, fasta sam­ bandið um Leirvíksfjørð í hesari tingsetuni og vænt­ andi fasta sambandið í Sandoynna í komandi setu, sigur Jóannes Eidesgaard. Í flokkunum Málið er ikki liðugt viðgjørt enn. Tað er í løtuni til við­ gerðar í flokkunum, men løgmaður metir, at breið semja er um at fremja málið í verki. ­ Tað er eisini fest á blað í samgonguskjalinum, at kanningar og forarbeiði til fast samband í Sandoynns skal gerast í hesum valskeiðinum. Og tað er mín sannføring, at semja er um málið í samgonguni, sigur løgmaður. ­ At Magni Laksáfoss mælir til eitt sindur av afturhaldni er einki undar­ ligt í. Men málið er í einari tilgongd, og tað er altso mín fatan, at samgongan er samd um ætlanina, sigur Jóannes Eidesgaard. Hann heldur, at tað er bara positivt, at ein lands­ stýrismaður hevur fakligan førleika, men tá mann fer frá at vera embætismaður til at verða landsstýrismaður, so er mann ikki bara búskaparfrøðingur – tá er mann eisini politikari. Og tað er neyðugt hjá Magna Laksáfoss at læra seg. ­ Í síðsta enda er tað jú samgongan, sum tekur avgerð­ irnar, vísir løgmaður á. Má læra politiska spælið Løgmaður sigur, at tað er hansara fatan, at samgongan er samd um at fremja fasta sambandið í Sandoynna í verki Løgmaður hevur fleiri almennar uppgávur, umframt at hann ætlar at vitja allar kappingar, har føroyingar eru við OYGGJALEIKIR Leo Poulsen leo@sosialurin.fo ­ Nei, nú havi eg ikki frí sum so. Eg hevði nakrar frídagar í síðstu viku, tá vit komu niður her, men nú er tað av, og eg havi nakrar almennar uppgávur, sum eg skal røkja. Tað sigur løgmaður niðri av Rhodos. Hann hevur eisini verið at sæð til kapp­ ingar niðri á Miðal­ havsoynni, og serliga í gjár í svimjikappingunum vóru tað stórar løtur, tá Merkið tríggjar ferðir varð vundið hægst, meðan tjóðsangurin rungaði um allan heyg. ­ Føroyingar syngja nevn­ iliga við, tá tjóðsangurin verður spældur. Tað hava vit fram um aðrar tjóðir. Ja, føroyingar sungu ennntá við til »Du gamla, du fria«, sigur Jóannes Eidesgaard. Sjálvur er løgmaður gam­ al flogbóltsspælari, og tí fylgir hann serliga væl við í teirri greinini. Hann skuldi til dystin seinnapartin, tá menninir skuldu royna seg móti Álandi, har ein spennandi dystur var í væntu. Seinni skuldi hann so til móttøku hjá formanninnum í Oyggjaleikanevndini, sum samstundis eisini er borgar­ stjóri í Rhodos býi. Og klokkan 20 í kvøld skal løg­ maður handa heiðursmerki við svimikappingarnar. ­ Eg og Heðin Mortensen hava sett okkum fyri, at fara til allar kappingarnar, har føroyingar luttaka. Tað er ikki bara sum at siga tað, tí í fleiri førum er langt at koyra, og kappingarnar eru spjaddar víða um. Men runt skulu vit so, sigur løgmaður, sum eisini ætlar sær til tær finalurnar, sum føroyingar megna at spæla seg fram til. Virkin á Rhodos Løgmaður er gamal flogbóltsspælari, og hevur tí ein serligan tokka til hesa ítróttargrein Fongslaður uttan vit Ein 31 ára gamal maður frá Silkeborg er blivin fongslaður, skuldsettur fyri drápið á ein 30 ára gamlan mann frá sama býi. Drápið fór fram í húsinum hjá tí dripna, og kanningar vísa, at ikki hevur talan verið um grovan harðskap. Innari bløðingar í høvdinum sigast at vera atvoldin. Men ein gerningsmann hevur løgreglan so handtikið, og í hesum førum er talan um ein mann, ið liggur í koma. Hetta orsakast av at hann eftir tilburin royndi at beina fyri sær sjálvum. Hálvt ára gomul duga at lúgva Universitetið í Portsmouth í Onglandi hevur lagt fram nøkur áhugaverd úrslit av eini kanning, ið vísir, at børn heilt niður í hálvt ára aldur duga at lúgva. 50 smábørn luttóku í kanningini, sum vísti, at smábørn lúgva fyri foreldrunum sum hevnd fyri eitt nú ikki at hava fingið bomm. Kanningin vísir eisini, at børn niður í átta mánaðar aldur duga at gráta og flenna falskt, soleiðis at foreldrini skulu vekja teimum størri ans.