Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-07-03, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. juli 2007síða 20

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 [ Nr. 125 - 3. juli 2007 ] Borin til bronsuna Christofffur Olsen reyk út við brotnari nøs longu í fyrsta dystinum í liðkappingini í judo. Men hann var tó kortini partur av liðnum, so tá heiðursmerkjahandanin var, átti Christoffur eisini sína medalju. Hann var tó ikki førur fyri at ganga niðan fyri at taka ímóti henni, men Helgi Winther Olsen, sum er áskoðari til hesar leikirnar, tók hann í føvningin og bar hann niðan, soleiðis at hann kundi fáa sítt bronsuheiðursmerki um hálsin og kransin á høvdið. Flott av Helga og høllin fagnaði bæði honum og Christoffur, sum hevði ligið í undir læknahond alla kappingina. Tríggjar brotnar næsar Í gjár breyt judoíðkarin Christoffur Olsen nøsina, tá hann bardist sín fyrsta dyst í liðkappingini. Blóðsprænurin stóð úr henni, og Christoffur noyddist at gevast við at berjast. Hetta kom illa við, tí sostatt stóð føroyska liðið uttan nakað umboð í –60 kg restina av kappingini. Serliga í finaluni var saknur í honum, tí hesin dysturin endaði við ógvuliga teprum sigri til 4-3 sigri til Rhodos, og hevði Christoffur barst, hevði úrslitið møguliga koppað okkara veg. Christoffur Olsen er tann triði í føroyska judolandsliðnum, sum hevur brotið nøsina. Hinir báðir eru Ragnar við Streym og Búgvi Poulsen. Eftir serstakliga spennandi og javna finalu, taptu føroy­ ingar at enda fyri vertstjóðini Rhodos. Tað er leikandi venj­ arin, Búgvi Poulsen, ikki nøgdur við JUDO Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Føroyska judolandsliðið var vælmannað til liðkapp- ingina í gjár. Seks av teim- um tilsamans sjey høvdu vunnið heiðursmerki í ein- staklingakappingini, og tí vóru vónir um at røkka allan vegin upp á toppin. So væl gekk tó ikki, tí í finaluni høvdu føroyingarnir ikki tað sum skuldi til, fyri at basa vertstjóðini Rhodos. Hetta er ikki nøktandi, sam- bært venjaranum Búgva Poulsen. – Henda dystin áttu vit at vunnið. Teir vunnu fyrsta dystin uttan dyst, har eg eri rættiliga sannførdur um, at Christoffur annars hevði vunnið, um hann fekk barst. Umframt tað tapa vit onkran annan dyst, har vit burdu vunnið, so eg eri ikki nøgd- ur, helt Búgvi Poulsen fyri, tá liðkappingin var av. Hann vísir á, at hetta er tað sum kann henda. – Møguliga vóru menn troyttir frá í gjár, tí har spardu vit okkum í hvussu so er ikki. Tá vóru vit full- komiliga tendraðir, og kanska vóru vit ikki eins svangir nú, segði Búgvi Poulsen. Hetta er tó ikki nøktandi sambært honum. – Eftir tað vit sóu sunnu- dagin og okkara møguleikar at mannað liðið, so kann eg ikki vera nøgdur. Tí saman- bera vit hvussu vit berjast í mun til hinar, so eru teir ikki betri, og tað sást eisini aftur í medaljuúrtøkuni frá sunnudegnum, tí teir frá Rhodos vóru ikki gullvinn- arar, sigur Búgvi Poulsen. Góð byrjan Tað byrjar annars væl hjá judolandsliðnum í gjár. Teir komu víðari úr fyrsta umfar- inum uttan dyst, og næsta dystin vunnu teir 5-2 á Isle of Man. Christoffur Olsen í –60 kg tapti sín dyst, tá hann var borin av vøllinum við brotnari nøs. Hin dystin tapti Edvard Johannesen í vektflokkinum fyri teir oman fyri 100 kilo, meðan Alex Joensen, Hjalmar Johannesen, Búgvi Poulsen, Petur Sigurð Johannesen og Ragnar við Streym vunnu sínar dystir. So vóru teir í semifinaluni, har mótstøðan kom frá Álandi. Teir báðar fyrstu dystirnar tapti Føroyar. Fyrra uttan dyst, og seinna tapti Alex Joensen. Tað gekk tó skjótt hinvegin, tí teir báðar næstu dystirnar vunnu Hjalmar Johannesen og Búgvi Poulsen uttan dyst. Síðani kom túrurin til Petur Sigurð Johannesen, sum hølvaði sín mótstøðu- leikara av. Næsta dystin taptu føroyingar, tá Ragnar við Streym lat seg halda niðri. Hann meiddi sær tummilin tíðliga í dystinum, og tá mótstøðumaðurin fekk hann niður at liggja, valdi Ragnar ikki at gera mótstøðu, tí sigurin var longu heim við tað, at Edvard Johannesen vann seinasta dystin uttan dyst. Dysturin endaði sostatt 4-3 til Føroyar, og finalan móti Rhodos var veruleiki. Dalar móti endanum Í finaluni møtti føroyska liðið einum fullmannaðum Rhodos-liðið. Tískil taptu vit fyrsta dystin í –60 kg, men næsta dystin vann Alex Joensen við einum frágera góðum “picp-up” mótkasti. Eitt kast sum man teljast millum tey bestu í kapp- ingini. Hjalmar Johannesen í – 73 kg tapti sín dyst, áðrenn Búgvi Poulsen í –81 vann aftur. Í –90 kg tapti Petur Sigurð Johannesen, og síð- ani skuldi Ragnar við Streym á mottuna í –100 kg. Hetta var helst mest spennandi føroyski dystur- in. Ragnar varð tikin á bóli og fekk eina wazari ímóti sær, men kom sterkt aftur. Eina wazari vann hann sær, og fekk síðani mannin niður at liggja, har hann helt hon- um til tíðin var úti. Ein ótrú- liga góður og spennandi dystur, sum fekk Føroyar aftur upp á javnt 3-3. Seinasta dystin tapti før- oyingar tíverri, tá Edvard Johannesen endaði í haldi- greb og ikki megnaði at koma leysur. Búgvi Poulsen, leikandi venjari, tekur soleiðis samanum kapping- ina hjá føroyingum. – Sunnudagurin var heilt fantastiskur, ótrúliga góður. Mánadagin komu vit gott frá byrjan, men so dalar tað móti endanum. Kortini vil eg siga, at vit allir gjørdu eitt gott avrik, sigur Búgvi Poulsen. Silvurvinnararnir í liðkappingini standandi frá vinstru: Ragnar við Streym, Búgvi Poulsen, Petur Sigurð Johannesen og Edvard Johannesen. Húkandi frá vinstru eru teir Hjalmar Johannesen og Alex Joensen. Mynd: Rólant Waag Dam Ikki meira enn næstbest