Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-07-03, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. juli 2007síða 21

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 [ Nr. 125 - 3. juli 2007 ] Longu hósdagin skal Inga Remmel til næstu kappingina, tá hon á Malta skal luttaka í EM JUDO Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Áðrenn oyggjaleikirnar var einasta altjóða kappingin Inga hevði luttikið í, ein kapp­ ing í Hillerød. Ein kapping, sum Inga lýsir rættiliga væl. – Hølini vóru nakað væl størri, men oyggjaleikirnir eru nakað væl størri, sigur hon. Tað var fyrr í ár, at Inga luttók í Hillerød. Nú hevur hon so kappast á oyggjaleikunum, og longu hósdagin fer hon víðari til næstu kapping. Tað verður á Malta, har hon skal kappast móti kvinnum føddar í 1992. – Eg fari beinleiðis av Rhodos til Malta umvegis München og Frankfurt, greiðir Inga Remmel frá, sum gleðir seg nógv til kappingina. Við á ferðini verður venjari hennara úr Havnar Judofelag, Jan Günther. Til kappingina luttaka tvær tær bestu kvinnurnar úr hvørjum landi, men ilt er at meta um, hvussu Inga stendur í mun til hesar. Fyribils fegnast Inga bara um bronsuheiðursmerki hon vann í gjár, og at hon ikki fekk nakran álvarsaman skaða. 15 ára gamla Inga Remmel fekk eitt frálíkt úrslit, tá hon tryggjaði sær og Føroyum bronsu­ heiðursmerki í judo JUDO Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Einasti kvinnuligi judoíðk­ arin úr Føroyum var 15 ára gamla Inga Remmel. Hon bardist í vektflokkinum –48 kg, og tað gjørdi hon væl. – Hetta er super og eg havi ongantíð roynt nakað líknandi. Hetta er ein deilig kensla, segði ovurfegna Inga Remmel, tá vit fingu orðið á hana í Vergina Hall í Faliriki á eystursíðuni á Rhodos, har judokappingin gekk fyri seg. Upprunaliga vóru fimm kvinnur meldaðar til í henn­ ara bólki, men ein tók seg úr, soleiðis at tær gjørdust fýra í tali. Fyrsta dystin tapti Inga. Hetta var ímóti eini mun­ andi sterkari og nakað væl eldri kvinnu, har 15 ára gamla Inga ikki hevði nakran stórvegis kjans. Næsti dysturin royndist tó nakað væl betri, hóast hann fyri bæði Ingu og áskoðar­ arnar gjørdist nakað ørkyml­ andi. Inga fekk nevniliga mótstøðukvinnu sína niður í gólvið, fekk wazari og gott tak á mótstøðukvinnu sínari, sum hon helt fast niðri. Tá tíðin var farin, steðgaði dómarin dystinum og dømdi Ingu at vinna. Men so var tað Inga var biðin um at koma innaftur á vøllin, tí tað eftir øllum at døma hevði verið okkurt galið í dømingini. Inga gjørdi tó skjótt av tá hon kom inn aftur, og við einum flottum wazari aftrat, sigraði vann hon sín fyrsta dyst. – Tað var ein góður dyst­ ur, har eg fekk nógv burtur úr. Mátti enntá innaftur á mottuna, aftaná eg helt at hevði vunnið. Men tá visti eg, at tá eg hevði vunnið hana einaferð, so kundi eg gott gera tað einaferð aftrat, sigur Inga. Málið var ein sigur Seinasta dystin tapti Inga, tá hon bleiv strangulerað og noyddist at geva seg. Tað var tó ikki heilt uttan drama­ tikk, tí Inga bleiv kvald av stranguleringini, og dómar­ in sá ikki, at hon gav seg. – Dómarin sá tað ikki fyrr enn ov seint, tí eg lá leingi og gav tekin um, at eg gav meg. Eg veit, at tað kann vera vandamikið við stranguleringum, og tá eg beinanvegin føldi, at eg ikki megnaði at koma burtur úr henni, gav eg meg áðrenn tað endaði galið, greiðir Inga Remmel frá, sum varð borin av vøllinum eftir sein­ asta dystin. Løtu seinni, tá hon var komin seg, kundi hon errin taka ímóti bronsuheiðurs­ merkinum. – Eg hevði sett mær fyri at vinna ein dyst, og tað eydnaðist so, segði fyrsti kvinnuligi heiðursmerkja­ vinnarin hjá Føroyum á oyggjaleikunum á Rhodos. Fyrsta heiðursmerkið hjá kvinnunum Inga Remmel er einasti kvinnuligi judoíðkarin úr Føroyum á oyggjaleikunum Mynd: Rólant Waag Dam Av Rhodos til Malta Inga Remmel bar flaggið hjá judoíðkarunum til setanina sunnukvøldið Mynd: Álvur Haraldsen Gunnar Nielsen til Blackburn 20 ára gamli føroyski málverjin, Gunnar Nielsen, hevur skrivað undir tvey ára sáttmála við Premier League­felagið Blackburn. Hann hevur áður roynst væl í royndarvenjingum hjá Blackburn, og í gjár fekk hann løn fyri stríðið. Hann hevur nevniliga fingið ein tvey ára sáttmála við felagið frá ensku Premier League. Hesum váttar umboðsmaður hansara fyri Portalinum. 20 ára gamli Gunnar Nielsen hevur leikt við Frem síðan hann fór á eftirskúla í Danmark sum 16 ára gamal. Ein stórur møguleiki ­ Eg eri sera fegin um sáttmálan. Hetta er ein stórur møguleiki hjá mær at menna meg í heimsins bestu fótbóltskapping, sigur Gunnar Nielsen, føroyskur málmaður í Blackburn. Blackburn­venjarin, Mark Hughes, sigur, at Gunnar Nielsen er eitt natúrligt talent, sum veruliga gjørdi vart við seg undir royndarvenjing í felagnum. Gunnar frøist eisini um rósandi orðini frá venjaranum. ­ Eg eri fegin um at venjarin trýr upp á meg, og eg ætli mær at liva upp til hansara vónir, sigur Gunnar.