týsdagur 3. juli 2007síða 22
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
[ Nr. 125 - 3. juli 2007 ]
Høgni R. Øster luttók
á oyggjaleikunum í
fjallasúkkling fyri fyrs
tu ferð. Hann hevði
sett sær tvey mál og
náddi bæði, tá hann
fullførdi kappingina
og ikki endaði aftast
FJALLASÚKKLING
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Tað var seinnapartin í gjár á
Agios Silas økinum, nakað
sunnanfyri býin Soroni á
vestursíðuni á Rhodos, at
Høgni R. Øster traðkaði í
pedalurnar fyri fyrstu ferð.
Næstu góðu trý korterini
koyrdi hann runt á einum
950 metra longum bana,
sum hevði eitt sindur av
hvørjum at bjóða uppá. Til
tíðir slætt, aðrar tíðir eitt
sindur meiri ófantaligt len
di, og so ein brekka, sum
gekk at kalla loddrætt nið
ur.
– Hatta var fínasta slag.
Tað var strævið, men sam
stundis stuttligt, sigur væl
nøgdi Høgni R. Øster, um
kappingina.
Fjallasúkkling man fyri
flestar føroyingar vera nak
að fremmant, men Høgni
hevur sjálvur fjallasúkkla
síðani 1996.
– Um man hevur orku,
teknikk og hampiliga føling
við eini súkklu, so kanst tú
saktans fjallasúkkla, sigur
Høgni. Hann heldur ikki, at
talan er um eina øra ítrótt,
men viðgongur at tað er ein
fyrimunur, at vera eitt sind
ur hálvsvakur, fyri at standa
seg væl.
Datt tvær ferðir
Men hvat er so at standa
seg væl? Høgni R. Øster
hevði sett sær tvey mál til
fjallasúkklukappingina
á
Rhodos. Fyrra var at fullfø
ra teinin, tað vil siga ikki at
gevast áðrenn tey trý korter
ini vóru liðin. Seinna var
ikki at enda aftast. Bæði
málini náddi Høgni, og
tískil er hann eisini væl
nøgdur.
Av 28 luttakarum endaði
Høgni sum nummar 21.
Seks máttu gevast tí teir dut
tu og meiddu seg so illa, at
tað ikki kundu halda áfram.
Tískil vóru tað í síðsta enda
22 sum kappaðust, og Høg
ni endaði frammanfyri tann
aftasta av hesum.
Høgni datt eisini tvær
ferðir sjálvur meðan hann
súkklaði. Einaferð heilt tíð
liga í kappingini, og so eina
ferð stutt áðrenn tað var lið
ugt. Báðar ferðirnar kom
hann tó aftur á súkkluna og
helt áfram.
Fimleikur og
fjallasúkkling
Hetta er fyrsta ferðin at nak
ar føroyingur roynir seg á
fjallasúkklu til oyggjaleikir
nar. Men oyggjaleikirnir
eru tó á ongan hátt fremm
andir fyri Høgna, sum tey
flestu munnu kenna best
sum fimleikara.
– Hetta her er heilt øðrví
si. Í fimleikinum kenna vit
hvønn annan, so hetta er
ein nýggj klika at koma inn
í.
– Hetta er eisini ein longri
kapping, so fyrireikingarnar
eru nakað væl øðrvísi, sigur
Høgni, tá hann samanber
fimleikin, sum tekur ein
góðan minutt, og so fjalla
súkklingina, sum vardi trý
korter.
Tankin um fjallasúkklu
luttøku á oyggjaleikum er
næstan seks ára gamal. Tað
hevur tó ongantíð borið til,
tí sum oftast hevur tað runn
ið saman við fimleikin.
Men í ár var eingin fimleik
ur við á oyggjaleikunum,
og so bar til. Nú hevur Høg
ni R. Øster so roynt tað, og
tað er hann glaður fyri. Nú
fer hann so at taka sær av
løttum í nakrar dagar,
áðrenn hann fer víðari til
Isle of Man, har tær tjóðir
nar, sum vanliga luttaka í
fimleiki á oyggjaleikunum
fara at kappast móti hvørjari
aðrari, nú fimleikur ikki er
á oyggjaleikaskránni.
Small um
á golfvøll
inum
Tað sá dramatiskt út, tá
Ragnar Isaksen ikki ork
aði meira á golfbreytini.
Brádliga vildi kroppurin
ikki meira, og liðfelagar
nir máttu hjálpa til, so
maðurin fekst inn í húsið,
sum hoyrir til golfvøllin.
Seinni varð hann flutt
ur á sjúkrahús, men í
morgun kundi Ragnar
sjálvur staðfesta, at til
burðurin ikki er nakað,
sum forðar honum í víð
ari luttøku.
Tað var nokk bara
tað, at eg fekk ov lítið
salt. Eg syrgdi alla tíðina
fyri at drekka nóg mikið,
men tað vildi nokk verið
betri, um eg hevði eitt
sindur av salti í vætuni
eisini. Reaktiónin hjá
kroppinum er, at vøddar
nir krampa seg saman,
og tað var so tað, sum
var hent hjá mær, segði
læknin.
Í morgun er tó eingin
trupulleiki. Eg havi fing
ið onkra salttablettir í
nátt, og eg eri sum fiskur
in aftur, segði Ragnar, tá
vit høvdu orðið á hann
týsmorgunin.
So saman við hinum á
føroyska golfliðnum fer
Ragnar seinnapartin í
dag undir næsta umfarið
av golfkappingini.
-mørk
Fótbóltur við leikunum
Føroyingar luttaka í fótbólti á ársins oyggjaleikum. Talan
er um ógvuliga væl skipaða kapping, sum fyrigongur
hvørt kvøld kl. 21 á økinum við Hotel SunWing og
SunGarden, har sera nógvir føroyingar halda til meðan
leikirnir eru. Liðini eru gjørd eftir landafrøðiligum
uppbýti, soleiðis at suðuroyingar til dømis klaksvíkingum
o.s.fr. Serliga nógvir sørvingar búgva á SunWing, meðan
flestu klaksvíkingarnir búgva á SunGarden, og millum
føroyingarnar á Rhodos eru hotellini best kend sum
SørWing og Úti í Grøv.
Var lítið at gera
20 ára gamli Jóan Karl Joensen tók týsmorgunin lut í 400
metra renningini. Við eini tíð, sum var á leið hálvt sekund
verri enn persónliga metið hjá Jóan Karl uppá 53,17
endaði hann á einum sjeynda plássi, og vann seg harvið
ikki víðari í kappingini. Men tað vildi hann heldur ikki,
um hann rann upp til sítt besta. – Har var ikki tað stóra at
gera. Vindurin eftir breytini órógvaði meg kanska nakað,
men tað er jú eins fyri allar. So talan vildi undir ongum
umstøðum verið um víðari luttøku, segði kollfirðingurin,
tá vit hittu hann eftir kappingina.
Strævið men stuttligt
Her fer ein av teimum seks
luttakarunum, sum ikki
fullførdi kappingini orsaka av
falli, bóltandi
Mynd: Álvur Haraldsen
Høgni R. Øster datt tvær ferðir undir kappingini, men fullførdi hana kortini
Mynd: Álvur Haraldsen