Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-07-03, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. juli 2007síða 23

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 [ Nr. 125 - 3. juli 2007 ] Pál Joensen knústi alla mótstøðu, tá hann í 1500 metra frí svam 23 sekund skjótari enn næsti svimjarin Svimjing Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Longu í fyrstu finaluni á fyrsta svimjikvøldinum vunnu Føroyar gull. Pál Joensen byrjaði svimjingina í geil fýra sum best seedaða svimjarin, og tað stóð eisini skjótt greitt, hví so var. Fyrstu longdirnir royndu tríggir svimjarar at fylgja føroyinginum, men hóast hesir av og á voru á odda, so rein hetta ikki við Pál. Hann bara svam sítt egna tempo, og so hvørt, sum teinurin øktist, øktist mun­ urin til næstu menninar eisini. Somikið væl, at Pál við eini tíð, sum var 23,08 sekund skjótari enn næsti maðurin kundi rinda sær møðina, meðan hann bíðaði eftir, at restin av feltinum kom í mál. Tá kundu hesir so bara staðfesta, at teir so ruddiliga høvdu hitt sín yvirmann. Og at tíðin so eisini var til bæði føroyskt og Oyl­met gjørdi ikki staðfestingina minni. ­ Tað gjørdi sjálvandi ikki dagin verri, at metini vórðu tikin, men tað var í øllum forum tað, sum var mein­ ingin. Og tað hevði eg eisini væntað sjálvur. Men hylurin er ikki tann besti at seta met í? ­ Nei. Hann er hasar 17 sentimetrarnar ov langur, og yvir 1500 metrar gevur tað ein tein upp á 10 metrar, sum eg skal svimja longer, enn eg skuldi gjørt. Hartil spæla vindur og hiti eisini inn, so tíðin kundi kanska verið skjótari. Men er eri nøgdur. Við somikið stórum muni til næsta svimjaran, var eingin, sum veruliga kundi trýsta Pál at svimja sítt allar­ besta. Í øllum forum eingin annar, enn svimjarin sjálv­ ur. ­ Tað ræður bara um at halda sína egnu ferð, og gloyma alt um hinar svimj­ ararnar. Og so kanst tú møguliga seta tær mál um, at tú skalt vinna ein bana aftur á onkran av hinum, segði ein væl nøgdur Pál Joensen. Kári á Høvdanum, Beinir Danielsen, Pál Joensen og Kristian Olsen tóku nógv av mótstøðuni á bóli, tá teir svumu gull heim í stafettini. Men sjálvir vóru teir ikki bilsnir Svimjing Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Blandaða svimjingin hevur annars fleiri ferðir staðið í skugganum av crawl­sta­ fettini hjá Føroyum, men mánakvøldið var hetta so eingin trupulleiki. Og før­ oysku svimjararnir vóru skjótir at staðfesta, at hetta aheilt avgjørt var málið. ­ Tølini søgdu, at vit skuldu klára tað. Svumu vit allir til okkara besta, so høvdu vit fýra sekund til góðar í mun til tað, sum hinir svumu í morgun. Tá var líkt til, at hinir veruliga kýttu seg, so vit vistu, at vit kundu røkka gullinum. Í hylinum gekk tó ikki heilt so lætt. Tríggjar teir fyrstu teinarnar vóru Føroy­ ar á øðrum plássi, men Pál Joensen togaði nógv inn í firvaldinum, og so kundi Kristian Olsen spurta sein­ asta pettið heim. ­ Munurin var nú ikki so stórur. Skiftið hjá Beini gekk ikki so øgiliga væl, men tað hjá Kristian líktist næstan einum tjóvstarti, so har varð nakað vunnið aftur. Í eini 4X50 kann øgiliga nógv henda, og tíbetur rigg­ aði tað so hjá okkum at vinna gullið at enda. Gullið var tað triða før­ oyska á degnum, og før­ oysku svimjararnir ásannaðu, at nú eru vónirnar til teirra avrik skrúvaðar nakað upp. ­ Nú eru vit flúgvandi. Í øllum førum haldi eg, at eg tori at siga, at tað verða í øllum førum meira enn tríggjar. Sjálvi høvdu vit at byrja við tosað um tíggju, men so var onkur, sum helt, at vit ikki skuldu leggja ov stórt trýst á okkum sjálvi. Tí varð málið sett niður til fimm, og tað eiga vit í øll­ um førum at klára, helt Kristian Olsen, tá hann fekk seinasta orðið. Klassamunur frá Pál til hini Áttu sekund til góðar Føroysku finalurnar 1500 metra frí, menn Svimjari Tíð Pláss Pál Weihe 15.48,25 1 Høgni Miné Rasmussen 16.48,40 6 100 metra firvald, kvinnur Shaila millum Garðarnar 1.08,70 6 50 metra bringa, kvinnur Malan Bærentsen 35,17 5 Karina Petersen 36,17 8 50 metra rygg, menn Kári á Høvdanum 27,57 4 200 metra frí, menn Elspa Mørkøre 2.05,35 2 Jutta Thomsen 2.07,56 4 4X50 metra frí, kvinnur Shaila millum Garðarnar 1.49,53 1 Mona Simonsen Sólin var sett, tá seinastu heiðursmerkini vórðu handað føroysku mansstafettini mánakvøldið. Men í dag er ein nýggjur dagur – vónandi við enn fleiri heiðursmerkjum Mynd: Jákup Tað var ein løta hjá Pál at bíða, áðrenn hann slap úr hylinum. Hinir svimjararnir skuldu jú first koma á mál Mynd: Jákup Kroati til Arsenal Enska Premier League felagið Arsenal kunngjørdi í gjár, at teir høvdu gjørt eina fýra ára avtalu við kroatiska áleyparan Eduardo Da Silva, sum kemur til felagið frá Dynamo Zagreb í Kroatia. 24 ára gamli Da Silva kom til Kroatia sum 15 ára gamal, og í 2002 fekk hann kroatiskan statsborgararætt. Eftir hetta hevur hann spælt 12 landsdystir fyri Kroatia. Annars kann leggjast afturat, at Eduardo Da silva var fyrsti maðurin, sum skoraði á nýggja heimavøllinum hjá Arsenal, The Emirates Stadium, í einum týðandi dysti. Hetta var í Champions League undankappingini síðsta summar. Nýggjur málmaður í AaB Eftir at Jimmy Nielsen fyrr í ár valdi at skifta til enskan fótbólt, hevur felagið hjá Jón Róa Jacobsen og Súna Olsen, AaB, leitað sær eftir nýggjum málmanni. Tað hevur nú eydnast teimum at finna ein málmann, og talan er um 32 ára gamla Karim Zaza, sum hevur drúgvar royndir úr bestu donsku deildini. Zaza, sum er føddur í Marokko, hevur nevniliga leikt yvir 200 dystir í bestu donsku deildini fyri FCK, OB og Brøndby.