Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-07-03, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. juli 2007síða 24

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 [ Nr. 125 - 3. juli 2007 ] Venjara­ finta eydnaðist Tað mundi koma óvast á Guernsey, at føroyingar brádliga áttu ein góðan firvaldssvimjara, tá blandaða stafettin skuldi svimjast Svimjing Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Jón Bjarnason, landsliðs­ venjari, hevði í øllum før­ um hug at smílast, tá menninir høvdu svomið gullið heim í blandaðu stafettini á 50 metrum. At framgongdin innan føroyska svimjing hevur verið sera stór seinastu tvey árini, var júst stafett­ in kanska eitt gott dømi um. Fyrst og fremst, tí venjarin kundi loyva sær at rotera við fólkunum. ­ Eingin av teimum, sum svam í sjálvari final­ uni, svam til innleiðandi umfarið í morgun, og tað er sjálvandi ein fyrimun­ ur, tá tú soleiðis kanst hvíla svimjarar. Men tað er eisini ein luksus­ trupulleiki at hava, tá stafettirnar verða mann­ aðar. Hinvegin gav hetta eis­ ini Jón møguleika at lumpa mótstøðuna eitt sindur. ­ Vit hava ongan fir­ valds­svimjara teknaðan til kappingina yvirhøvur, so ivaleyst hava teir frá Jersey hildið, at vit ikki høvdu nakran, sum veru­ liga kundi svimja tann teinin. Í øllum førum fluttu teir sín sterkasta firvalds­svimjara yvir til rygg. Har er hann eisini krútsterkur, men teir hava ein annan, sum er næstan eins góður. Teir hava so neyvan vita, at Pál var somikið stinnur í firvaldi, og har gjørdu teir eitt mistak. Tað var býtt av teimum, men vit siga bara takk­Jersey! Grikskur styrkur til Rhodos Bogastkjóting er ein av kappingargreinunum, har vertirnir úr Rhodos hava styrkt sær um liðið. Tey hava nevnliga fingið ein grikka í sín part. Hesin er styrkismettur sum nummar fýra í Grikkalandi, men tað er tó ikki víst, at hann fyri tað megnar at syfta føroysku skjúttunum, ið sum vant hava staðið seg sera væl. Gloymdi at flyta siktið Tað líktist føroyskum dupult­sigri, tá fyrstu 36 pílarnir vóru skotnir. Her hevði Jógvan Niclasen nevnliga betrað um oyggjaleikametið við tveimum stigum, so hetta nú er 313 stig. Enntá á einum vølli, har fleiri av skjúttunum tosaðu um turbolens, sum serliga órógvaði á 90­metrinum. Men tá skjótast skuldi á 70 metrum, hjálpti hetta lítið. Jógvan hevði nevnliga gloymt at flyta siktið yvir til 70 metrarnar, og tí fóru tríggir teir fyrstu pílarnir frá hansara síðu oman fyri skivuna. Sannlíkt ein missur upp á eini 27 stig, og tað sendi Jógvan langt niður í røðina. Har var eingin ivi, tá føroysku kvinnurnar svumu gullið heim í stafettini. Men sjálvar vildu tær ikki siga, at tær kendu seg tryggar Svimjing Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Við byrjunarstøðu á geil fýra vóru føroysku kvinnur­ nar styrkismettar hægst, tá tær fóru ígongd við stafett­ ina. Við gullmerkjum, før­ oyskum meti og oyggja­ leikameti undirstrikaðu tær eisini væl og virðiliga, at tær megnaðu at liva upp til heitið. Men eftir kappingina vildu tær avgjørt ikki siga, at tær høvdu kannað sær bitan áðrenn hann varð svølgdur. ­ Tað kanst tú ikki. Tú veitst jú ongan tíð áðrenn, um tú vinnur eina kapping. Men har var nú stórur munur til næsta liðið? ­ Trý sekund. Og tíðin var tvey sekund betri enn gamla oyggjaleikametið! Og var tað kanska betri, enn tit høvdu torað at droymt um? ­ Ja. Sjálvandi vilt tú altíð fara eftir tí optimala, og vit vildu veruliga royna at taka metið. Og tað eydnaðist so rættiliga væl, var flennandi svarið. Tosað hevur annars verið um, at hylurin her ikki var til tey heilt stóru metini. Tað sær ikki út til, at tað hevur bilað nakað, kortini? ­ Tey siga, at hann er 17 cm meira enn teir 25 metrarnar, so tað kann væl svimjast enn skjótari. Tú skalt so í øllum førum ikki siga, at vit ongan tíð fara at svimja stafettina betri. Tað gera tit kanska um tvey ár? ­ Hvør veit. Tað klára vit vónandi, søgdu tær fýra, Shaila millum Garðarnar, Mona Simonsen, Jutta Thomsen og Elspa Mørk­ øre. Sigrid Vant, Schan­ dorf Vang og Hans Petur Højgaard eru øll á odda í boga­ skjóting, áðrenn seinna umfarið í ein­ staklinga­ og liðkapp­ ingini verður skotið í dag BogaSkjóting Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Bogaskjóting plagar at vera ein av greinunum, har Før­ oyar skora eitt sindur av hvørjum. Og tað er avgjørt ikki líkt til, at talan verður um vónbrot í so máta á Rhodos. Soleiðis liggja tríggir av føroysku skjúttunum til gull, eftir at tey mánadagin skutu á 90 og 70 metra teini­ num. Í compound hjá monnum er Schandorf Vang á odda við 623 stigum. Og har hev­ ur Jógvan Niclasen 615 stig. Eitt tal, sum hann helst er misnøgdur um, eftir at hann á keðiligan hátt misti fyrstu tríggjar pílarnar í 90 metrum. Hjá kvinnunum er Sigrid Vang er á odda við einum stigi, og tað gevur eina saml­ aða støðu, har føroyska liðið liggur rímiliga væl til gullmerkið. Recurve­gull Og hjá recurve­liðnum er møguleiki eisini fyri lið­ gulli. Her er Hans Petur Højgaard nevnliga komin sera væl avstað við seks stigum niður til næsta mannin. Jógvan hevur her 547 stig, og á fjórða plássi­ num hevur Absalon Hansen 525 stig. Hjá kvinnunum er Annika Vang nummar tvey. Her er tó langt lop upp til fremsta skjúttan, ið er ein kvinna av Rhodos. Í dag skuldi skjótast á 50 og 30 metrum. Her plagar munurin millum ymsu skjúttarnar ikki at vera tann heilt stóri, og tí vóru vónir­ nar um gull sera góðar mánakvøldið. Trý sekund yvir 200 metrar Skjóta eftir gullinum Í recurve hjá kvinnum er Annika Vang á øðrum plássi. Bæði í recurve og compound liggja Føroyar eisini til at fáa gull um hálsin, tá týsdagurin er skotin liðugur Mynd: Álvur Tað var við manér, at føroysku kvinnurnar traðkaðu á pallin. Og tað høvdu tær eisini alla orsøk til, eftir at tær høvdu kvett tvey sekund av oyggjaleikametinum Mynd: Jákup