týsdagur 3. juli 2007síða 33
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 125 - 3. juli 2007
Sosialinum. Sjálvur var hann
staddur har afturi á skipunum, tá
ið tað brast. Hann var alla tíðina
ræddur fyri, at skipið fór at
koppa, tí aldan lá beint inn á
síðuna.
Kaj minnist skiparan sum ein
fittan og raskan mann, og fyri
hann, sum fyri allar hinar, var tað
ein hvøkkur, at skiparin skuldi
farast.
Kaj fór beinanvegin til skips
aftur, og tá fór hann við Gerpi,
har Birgir Sigurðsson tá var
stýrimaður.
Bjargaði fjarritaranum
Hjalmar Olsen var eisini við til
minningarhaldið. Hann var ein
av teimum 14 føroyingunum,
sum Goðanes var komin heim
eftir, og sum bíðaði eftir, at
skipið skuldi koma eftir teimum.
Hjalmar var eisini við í
bjargingararbeiðinum umborð á
einum av teimum smáu bátunum
á leiðini. Hann greiðir frá, at tá
ið seks mans vóru eftir umborð,
brotnaði Goðanes um tvøran, og
teir, sum eftir vóru umborð, lupu
í havið. Teir komu rekandi eftir
eini linju og vórðu tiknir upp av
tveimum bátum. Annar báturin
var tann, sum Hjalmar var við.
Teir tóku tveir mans upp, og
annar av teimum var fjarritarin,
sum var seinasti maður av skipi
num í lívi, og hin var føroy
ingurin Andreas Hilduberg. Ein
annar bátur tók hinar tríggjar.
Einki sást til skiparan, men tað
sigst, at hann hevði als ikki bjarg
ingarbelti. Sítt egna belti hevði
hann latið einum øðrum av mann
ingini, sum einki belti hevði.
Hjalmar sigur, at tað var í tank
unum, um tað hevði borið til at
lagt at Goðanes við einum deks
báti, so menninir kundu koma
beinleiðis av skipinum umborð.
Men tað kann bert vera spekula
tiónir, um hetta hevði verið
nøkur loysn.
Jacob Davidsen búði í Æðuvík
tá, hann var eisini ein av teim
um, sum bíðaðu eftir at koma
umborð. Hann sá úr Æðuvík
Goðanes fara suður eftir á veg
inn á Skálafjørðin, so hann gjørdi
seg beinanvegin kláran at fara
umborð. Hann var staddur á Toft
um, og hann sá so frægt, sum tað
kundi síggjast í myrkrinum, at
Goðanes sigldi á Flesjarnar.
Hann saman við øðrum fór bein
anvegin umborð á ein deksbát,
teir fóru yvir til Goðanes, men
tað var ikki nógv teir sum so
kundu gera, og teir fóru aftur í
havn.
Jacob fór beinanvegin aftur til
Íslands. Hann kom at sigla saman
við fasta skiparan á Goðanes,
sum var heima lagnutúrin. Fyrst
vóru teir við einum trolbáti, síðan
fóru teir við trolaranum Brimnes.
Hilmar Kass var við Sjófari
num, sum var ein 40tonsari.
Hilmar tekur til, hvussu stóran
innsats teir smærru bátarnir
gjørdu. Teir kundu jú taka
menninar úr bjargingarstólunum
so hvørt, og lætti hetta nógv um
bjargingararbeiðið. Hilmar
minnist eina ferð hann sá ljós á
brúnni, og hetta var í somu løtu,
sum skipið brotnaði.
Annars taka fólk á uttara
arminum á Skálafjørðinum til,
hvussu væl tey minnast hesa
hending. Á Strondum kundu
nógv standa í vindeyganum og
fylgja við bjargingararbeiðinum,
og tey kundu hoyra hvussu
skipini tosaðu sínámillum.
Við til minningarhaldið vóru
eisini aðrir, sum frammanundan
høvdu verið við Goðanes. Ein av
hesum var 95 ára gamli Dávur í
Tjørnuvík. Ein annar var Rudolf
á Selatrað.
Minningarhaldið
Sjálvt minningarhaldið var hátíðar
ligt, og tað gekk fyri seg á íslendsk
um við Hera Joensen presti, sum
hevur lisið í Íslandi og annars
eisini hevur íslendska konu.
Í stuttari røðu vísti hann á
lagnufelagsskapin hjá íslend
ingum og føroyingum, har báðar
tjóðirnar hava livað av tí, sum
havið gevur, og sum eisini máttu
lata, tá ið havið tók.
Minnissteinurin varð avdúk
aður av soni og beiggja skiparan,
og aftaná vóru blómur lagdar.
Seinast takkaði Karl Johann
Birgisson vegna íslendsku
luttakararnar fyri luttøkuna.
Tað kom týðuliga fram undir
minningarhaldinum, at íslend
ingarnir eru fegnir um, at teir nú
hava eitt stað, har familjan kann
minnst Petur, og sum teir kunnu
koma aftur til.
Hetta er sama kensla, sum
føroyingar hava havt, tá ið teir
hava verið í tilsvarandi ørindum í
Íslandi.
Aftaná løtuna við minnisvarð
an varð boðið til ein drekkamunn
í missiónshúsinum á Strondum,
har sjómanskvinnuringurin
skipaði fyri.
Akker og hurðar
av Goðanes
Mikudagin vitjaði íslendska
ferðalagið Froskmannafelagið,
sum hevur í varðveitslu tvær
hurðar av Goðanes, sum kavarar
hava bjargað. Birgir helt heilt
vist, at onnur hurðin var av
brúnni. Heri Andreassen hevur
verið við at kava niður til vrakið.
Hann sigur, at tað er nærum
einki eftir av tí.
Sagt hevur verið, at akkerið,
sum liggur beint yvirav gamla
Sjómansheiminim skal vera av
Goðanes. Ivi hevur verið reistur,
um hetta er so. Men søgan hjá
Edvard Kjeld er tann, at hann
sjálvur fyrst í 1980unum tók
akkerið upp úr vrakinum av
Goðanes. Hetta hevur verið eitt
eykaakker, sum lá undir
bakkanum. Stokkurin var úrtikin,
so akkerið skuldi fylla sum
minst. Hann er so settur í,
soleiðis sum akkerið sæst á
grundini hjá Perluni. Hetta akker
sá ferðalagið eisini.
Tað fekk eisini høvi til at
síggja Thorshavn, sum var eitt av
teimum skipum, sum var við í
bjargingini.
Bjargingingarfeløg stovnað
Vanlukkan við Goðanes sann
førdi øll í Føroyum um, at vit
vóru sera illa tilbúgvin, tá ið ein
slík vanlukka hendi. Her mátti
okkurt gerast, tað varð eisini
gjørt beinanvegin. Frá íslendska
bjargingarfelagnum fekst sum
gáva til Føroya Fiskimannafelag
ein fullfíggjað bjargingarútgerð.
Tann 30. januar skipaði Lands
felagskapurin Fiskivinnuni til
Frama fyri fyrsta fundinum at
fyrireika eitt bjargingarfelag. Til
staðar vóru Jákup í Jákupsstovu,
skrivari í FF, Jóannes Rasmus
sen, jarðfrøðingur, Jóhan K.
Joensen, skrivari í reiðarafelag
num, Pauli Dahl, yvirlækni,
Dánjal J. Joensen, sjómans
skúlastjóri og Hans A. Djurhuus,
skipari.
Stovnandi aðalfundur av
Havnar Bjargingarfelag varð
hildin 21. februar, har 80 fólk
vóru á fundi. Pauli Dahl var
fundarstjóri. Í fyrstu nevndini
komu Jákup í Jákupsstovu,
Dánjal J. Joensen, Hans A. Djur
huus, Rubek Rubeksen, sum var
skipari á Róki undir bjargingini
av Goðanes og S E Jespersen,
fjarritari, sum helst eisini hevur
havt sín leiklut á Tórshavn
Radio.
Virðiligt minningarhald
Íslendsku gestirnir fór aftur til
Íslands við Norrønu mikudagin.
Teir eru samdir um, at minningar
haldið fyri skiparan á Goðanes
var virðiligt, og tey eru fegin um,
at skiparin á Goðanes, Petur
Hafstein, hevur fingið reist eitt
minni í Føroyum.
Hetta minningarhald kann
eisini sigast at vera ein góð
ímynd av góðu viðurskiftunum
millum føroyingar og íslendingar.
Hetta er ein av hurðunum, sum
Havnar Froskmannafelag hevur
bjargað úr vrakinum á Goðanes
Akkerið, sum er bjargað úr Goðanes
Birgir, beiggi skiparan, dóttir hansara Helen og Kristinn, sonur skiparan
F.v. Hjalmar Olsen, Kaj Johannesen og Jacob Davidsen. Meðan Kaj var umborð bíðaðu Hjalmar og Jacob eftir at
sleppa umborð
tíðindi 33