Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-07-04, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 4. juli 2007síða 13

‹ fyrra síða allar 43 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 126 - 4. juli 2007 13 viðmerkingar Rosu og Ditleif til minnis Í morgun eg koyrdi bygdanna millum á alljósum degi, sóust blómutyssi veitra við blómufingrum í summarkyldum. fram við alfara vegi. Eitt sorgarfult summarbros við summarblómum - grønum, reyðum, gulum og hvítum minnast lív í besta blóma og tilkomnar sálir, sum fóru inn um deyðans gátt á svørtum asfaltsbeði eina stumma vetrarnátt ella á alljósum degi, meðan lívið lat sína megi til steingrátt vegagrús. Jarðarinnar blómur við vegjagara er minningarløta eina æviga skamma stund í sorg og trega, sum skjýtur rót í einum lítlum hjartakamari hjá systkjum, børnum, faðir og móður, familju og vinum.– Tað kylir um tregans blómu í sorg og sút, sum letur døgdropar detta í ta døkku fold, har blóðdropar goyma at farnum lívi á alfaravegi á alljósum degi. Frits Sølvi skal stjórna RFF Sølvi Reinert Hansen er 36 ára gamal, hevur lisið søgu og danskt, og hevur haraftrat undirvíst í miðnámsskúla, har hann samstundis var lestrarvegleiðari. Seinastu fimm árini hevur Sølvi Reinert Hansen verið ítróttaráðgevi í ÍSF. Hann byrjar í starvi um hálvan august og kemur fyrstu tíðina at arbeiða saman við fráfarandi leiðaranum, Jón Kragesteen. Dagurin 5. juli. Anshelmus. Tað er allarhelst navnið á tí tiltikna guðfrøðinginum og erkabiskupinum í Canterbury, sum doyði í 1109. ABC barnahjálp í Føroy­ um sendir í hesum døgum út umsóknir um stuðul til eina verkætlan í Liberia. Verkætlanin fevnir um vegagerð til skúlaøki, keyp av 20 akrum og grundøki til jarðarbrúk, skúlaheim til 250 dreingir og eitt skúla­ heim til 250 gentur, um­ framt ein skúla til 500 næm­ ingar. ABC barnahjálp í Føroy­ um hevur til endamáls at útvega faðir­ og móðurleys­ um og fátækum børnum í menningarlondum varandi hjálp við skúla, kostarhaldi, læknahjálp og bústaði við hjálp frá stuðulsforeldrum. Øll innsavning og stuðul til Liberia fer órørdur til hjálpararbeiðið. Ætlanin og vónin er, at fólk og fyritøkur vilja tekna seg sum stuðlar av rakstrinum av stovninum í Føroyum, sigur Rúna Sivertsen, dagligur leiðari í ABC barnhjálp í Føroyum. Verkætlanin verður nevnd ”Nýggj vón til eitt nýtt ættarlið”. ABC í Føroyum arbeiðir saman við ABC í Íslandi um hesa verkætlan. Arbeitt verður soleiðis, at bygningarnir verða verkæt­ lanir hjá hvørjum landi sær. Sjálvur skúlin verður ein føroysk verkætlan burturav. Arbeiðsloysið í landinum er stórt og tað stendur ikki á at fáa arbeiðsmegi. Matthew Zakeuh, sum leiðir arbeiðið í Liberia væntar, at bygning­ arnir kunnu standa klárir millum desember 2007 og februar 2008. Tá byggingin er liðug, verður farið undir at fáa børn inn í skipanina. Tey børn, ið eru ringast fyri hava fyrsta rætt at sleppa inn. Skúlagongdin hjá næmingunum verður stuðlað gjøgnum faddurskipan, har møgu­ leiki verður hjá fólki at tekna seg fyri eitt ella fleiri børn. Fadrarnir velja sjálvi børnini av einum lista á heimasíðuni. ABC barna­ hjálp í Føroyum umsitir sín part av faddurskipanini og syrgir fyri neyðugum sam­ skifti við stuðulsforeldrini. Øll hjálp til ABC barna­ hjálp er haldgóð og varandi. Eitt av loysnarorðum ABC barnahjálpar er, at eitt barn, ið fær hjálp til útbúgving, vinnur av tí restina av lívin­ um, sigur Rúna Sivertsen, sum nevnir at í dag eru um 200.000 foreldraleys børn í Liberia. Uttan hjálp uttaní­ frá hava hesi børn lítlar vón­ ir um skúlagongd og útbúgv­ ing. ABC barnahjálp í Føroy­ um fer at senda staðkend fólk til Liberia, at tryggja sær, at øll viðurskifti eru í lagi, og at allur peningur verður nýttur, har tørvurin á hjálp er størstur. Ferðin til Liberia verður væntandi í oktober 2007, sigur Rúna Sivertsen. Til ber at stuðla verkæt­ lanin við við at flyta pening á hesar kontur: Eik 9181­ 160.987.6, Føroya Banki 6460­175.343.8, Norðoya Sparikassi 9865­103.480.9, og Suðuroyar Sparikassi 9870 102.482.6. Minnist til at merkja flytingina ”Liber­ ia”. ABC barnahjálp í Føroy­ um hevur telefon 222585 og teldupostadressan er: abs@kallnet.fo mg Nýggj vón til nýtt ættarlið Arbeiðið í Liberia er longu farið í gongd og gongur væl. Eitt tað fyrsta, sum var neyðugt, var at fáa vatn til vega