mikudagur 4. juli 2007síða 2
‹ fyrra síða allar 43 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 126 - 4. juli 2007
tíðindi
SAMBAND
eirikur liNDeNSkov
eirikur@SoSiAluriN.fo
tlf 341800
Í sambandi við at
í ár eru liðin 100
ár síðan altjóða
skótarørslan varð sett
á stovn, verður ein
risa stór skótastevna
hildin stutt uttanfyri
London
Skótar
Pætur Albinus
patur@sosialurin.fo
20. juli fer eitt føroyskt
skótalið mannað við 65
skótum til Onglands, har
teir fara at luttaka á eini risa
stórari skótastevnu. Heili
40.000
skótar
úr
160
ymiskum londum vera við
á stvenuni, sum heldur á í
tíggju dagar.
Ikki bara lega
Legan verður eitt upplivilsi
fyri lívið hjá føroysku
skótunum.
- Endamálið er at saman-
sjóva fólk og at bara vera
partur av alheimspartinum.
Í fótbólti hevur tú møguleika
at uppliva stórhendingar
hvørt ár, men soleiðis er
ikki í skótaheiminum. Hetta
verður eitt upplivilsi fyri
lívið, sigur Jan á Argjaboga,
frá Føroya Skótaráð.
Føroyska skótaferðalagið
fer úr Føroyum 20. juli, og
kemur aftur til Føroya 10.
august. Undan leguni fara
skótarnir at vitja nakrar
enskar skótar, umframt at
fara við bussi til Skotlands
at
búgva
hjá
nøkrum
skótum har. Hetta er tískil
lagt upp til meir enn bara
eina skótalegu og skóta-
stevnu
hjá
føroysku
skótunum.
Tað er Føroya Skótaráð,
ið skipar fyri ferðini.
Áhugaverd skrá
Á skótastevnuni verður ein
sera stórur marknaður av
ítrivum.
Eisini
verður
skipað fyri einum tiltaki, ið
serliga kemur at gleða ein
skóta á hvørjum liði.
Oyggin Brownsea Island
er fyrsta oyggin, ið ein
skótalegað varð hildin á.
Oyggin er í dag friðað av
ensku
myndugleikunum,
men serligt loyvi er fingið
til vega, soleiðis at ein skóti
frá hvørjum liði sleppur at
vera tríggjar dagar á oynni,
sum altso verður karmur
um eina stytri útgávu av
einari skótalegu.
Hjá føroyska skótaliðnum
verður tað 16 ára gamli Eik
Óladóttir Gullbein úr Havn,
ið verður tann hepna at
sleppa
út
á
oynna.
Møguleikan vann hon sær,
tá ið hon vann kappingina
um bestu grundgevingina
fyri, hví hon vildi sleppa út
á søguligu oynna, sum
stovnarin av skótarørsluni,
Baden Powell, lat hava sína
fyrstu legu á.
Dýrt
Ikki er bíligt at ferðast
uttanlanda, og tað er tað
sanniliga heldur ikki í
hesum føri. Luttøkugjaldið
er ásett útfrá bruttotjóðar-
vinninginum hjá landinum,
ið skótaliðið kemur frá.
Føroyska skótaliðið skal
tískil av við luttøkugjald, ið
er í tí dýrara endanum av
listanum.
Ferðin
verður
sostatt ein dýr ferð, og
higartil hevur gingið heldur
striltið at útvega pening.
- Vit hava sett foreldra-
bólkar at skaffa pening.
Ferðaútreiðslurnar
eru
nógvar, og vit stríðast
framvegis
við
at
fáa
peningin til vega, sigur Jan
á Argjaboga, og vísur á, at
stuðul frá fyritøkum hevði
verið
teimum
sera
kærkomin.
65 føroyskir skótar til Onglands
Aftur í verður skipað fyri
árliga Laksa- og Sølu-
torginum í Runavík, sum
Kunningarstovan í Runavík
og Runavíkar kommuna
skipa fyri. Hetta tiltakið
hevur verið afturvendandi í
nøkur ár og verið sera
væleydnað.
Byrjað
var
viðhesum
útitiltaki
fyri
nøkrum árum síðan, og er
hetta einasta tiltak av sínum
slag í Føroyum. Tiltakið
verður leygardagin 21. juli
frá kl. 11.00 til 16.30.
Flestu handlarnir í Runavík
hava
langan
leygardag
hendan dagin við nógvum
góðum tilboðum, og eisini
verða nakrir handlar á
torginum
við
ymiskum
spennandi úrvali.
Á sølutorginum ver_ur
nógv spennandi at vitja
allan dagin, bæði fyri børn
og
vaksin
Fyri
vaksin
verður m.a. ókeypis smakki-
royndir av laksi, og kokkur-
in verður eisini til staðar at
veita góð ráð o.s.fr. Á
pallinum
verður
góður
tónleikur at hoyra viðm.a.
Stanley Samuelsen. Gyklar-
in Ásbjørn kemur á vitjan
at vísa síni kynstur fyri
børnunum.
Sum
heild
ein
sera
spennandi og áhugaverdur
dagur, har øll eru hjartaliga
vælkomin.
Fólk, ið eru áhugaði í at
luttaka við onkrum tiltaki,
hava møguleikan at venda
sær til kunningarstovuna í
Runavík.
Laksa- og Sølutorg í Runavík