Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-07-04, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 4. juli 2007síða 40

‹ fyrra síða allar 43 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

40 Nr. 126 - 4. juli 2007 Nýggi Ford Mondeo er triðja generatión, síðan Mondeo av­­loys­ ti Ford Sierra í 1993. Síðan tá eru seldir ik­k­i færri enn fýra milliónir Mondeo um allan heim. Mondeo er tann mest fram­ k­omni ev­­ropeisk­i Ford Bilar Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Leingi hevur verið bíða eft­ ir nýggja Ford Mondeo, sum nú er komin til landið. Bilurin varð fyrstu ferð alment sýndur fram á Paris Motor Showet 2006 í sep­ tember. Í fjør koyrdi James Bond (Daniel Craig) við einum Ford Mondeo 2007 í James Bond filminum ”Cas­ ino Royale”, hóast bilurin ikki var komin á marknað­ in. Ford Mondeo er tøkniliga tann mest framkomni evro­ peiski bilur, sum Ford nakr­ antíð hava gjørt. Stórur dentur er eisini lagdur á design, trygd og komfort og bilurin er sjaldsama ljóð­ leysur. Hóast nýggi Mondeo ikki er so nógv størri enn forgan­ garin, er hann vorðin mun­ andi rúmligari. Mondeo fæst við 4 og 5 hurðum og sum stationcar og í útgávu­ num Ambiente, Trend, Ghia og Titanium. Mondeo fæst við fýra Duratorq TDCi Common Rail turbodieselmotorum við ávikavist 100, 125, 130 og 140 hk, og fýra Duratec bensinmotorum frá 1.6 til 2.5 litrar og 110 til 220 hk. Seinni í ár kemur eisini ein 2.3­litur Duratec motorur við 161 hk. Umframt at Mondeo fæst við nógvari eykaútgerð, er standardútgerðin sera umfat­ andi, vit kunnu t.d. nevna Elektroniskt Stabilitets Pro­ gram (ESP), forlyktir við ”follow me home” funktión, koyriteldu og aircondition. Bilurin startar uttan lykil við ”Ford Power” startknøtt­ inum. Mondeo verður gjørdur á eini framkomnari verksmið­ ju í Genk í Belgia saman við Ford S­MAX og Galaxy. Eftirspurningurin er stórur, og verksmiðjan framleiðir 1.200 bilar um samdøgrið. Nýggi Mondeo kann sígg­ jast og royndarkoyrast hjá P/f Wenzel. Prísirnir byrja við 259.800 ein 1,6 Ambi­ ente við 110 hk. Motorurin 1.6 litur, 4 syl. bensin, 125 hk 0-100 km/t 12,3 sek Bensinnýtsla 17,5 km/l (millumbygdakoyring) Dekkstødd 205/55R16 Stødd og vekt: Longd 477,8 cm Breidd 188,6 cm Hædd 150,0 cm Vekt 1.500 kg Viðførisrúm 540 litrar Prísur Kr. 272.000 Søluumboð P/f Wenzel Akranesgøta 5 FO-100 Tórshavn Tel. 354500 www.wenzel.fo Ford Mondeo 1,6 Trend bilar SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 Mest framkomni evropeiski Ford Ford Mondeo er tøkniliga tann mest framkomni evropeiski bilur, sum Ford nakrantíð hava gjørt Ford Mondeo stationcar Mondeo við 4 hurðum og stórari baklúku Innan líkist Mondeo nógv hinum nýggju Fordunum, S-MAX og Galaxy