Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-07-05, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. juli 2007síða 2

‹ fyrra síða allar 43 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 tíðindi Nr. 127 - 5. juli 2007 Gunnar Nielsen, sum fyrradagin skrivaði undir tvey ára sáttmála við enska Blackburn, fer at berjast við tí fyri eyga, at røkka allan vegin Fótbóltur Pætur Albinus patur@sosialurin.fo 20 ára gamli Gunnar Niel­ sen skiftir tilveruna í BK Frem út við eitt ævintýr sum yrkisleikari í Onglandi. Málið hjá málmanninum er greitt; hann vil røkka allan vegin. Dreymurin Fyri Gunnar er hetta dreym­ ur hansara, ið nú gert veru­ leiki. Sáttmálin hjá Gunnari við danska BK Frem gekk út í ár, og av tí at hann hevur verið fastur maður á beink­ inum, hevði hann hugsað um aðrar møguleikar. At eitt felag í Premier League vildi hava fatur í honum, kom honum púra óvart á. ­ Eg hevði als ikki væntað at enda í Onglandi. Hetta er ein fantastiskur møguleiki, sum eg ætli mær at gera nyt­ tu av. Hetta kundi ikki verið betri, staðfestir Gunnar. Gunnar er ein ungur og ágrýtin harri, og sjálvsálitin­ um bilar heldur einki. ­ Við árunum í Frem havi eg fingið royndir, samstund­ is við at eg havi ment meg regluliga. Eg veit, at eg havi talentið til hetta, og eg fari at vera málborin til hvørja venjing, sigur Gunnar, sum vísur á, at tað ikki bara er at dansa á rósum. Málið Sum bert 15 ára gamal fór Gunnar til Danmarkar á skú­ la við nøkrum vinmonnum. Árið eftir valdu teir at fara at venja við ungdómsliðnum hjá Frem, og tað var her, ið Gunnar fekk spælt seg til sáttmálan. Síðan tað hevur hann leikt tvey ár á besta liðnum hjá Frem, men fyri tað mesta sitið á beinkinum. Nú eru tíðin komin til eitt nýtt mál. ­ Eg eri glaður fyri árini í Frem, har eg havi sitið í skugganum av einum væl leikandi Jørgen Nielsen í málinum. Sjálvandi sleppi eg ikki beinleiðis inn á bes­ ta liðið hjá Blackburn, men eg fari at taka kappingina upp við aðrar málverjar. Eg vil røkka allan vegin, sigur Gunnar avgjørdur. Gunnar hevur eisini ætlan­ ir um at sleppa á føroyska landsliðið. ­ Sjálvandi er tað eisini ein dreymur at koma á landsliðið ein dag. Men eg eri ungur enn, og eri væl nøgdur við tilveruna á U21­ landsliðnum, sum eisini gevur mær royndir, sigur Gunnar, og leggur afturat, at hann ikki vil undirmeta landsliðið, av tí at hann er rokkin til eitt so stórt felag. Tilveran Hóast Gunnar bara hevur verið í Blackburn í nakrar fáar dagar, er hann longu byrjaður at smakka, hvussu góð tilveran fer at verða. ­ Øll fólkini rundan um meg eru fantastiska fitt og blíð. Býurin er ein lítil og friðarligur býur, og hetta dámar mær væl. Hetta er júst til mín, sigur ein spent­ ur Gunnar Nielsen, sum nú altso hevur sína lívs avbjóð­ ing fyri framman. Meðan leitað verður eftir íbúð til Gunnari skal hann búgva hjá nøkrum liðfeløg­ um, men fer at búgva einsa­ mallur í íbúð, so skjótt hon er funnin. - Eg veit, at eg havi talentið til hetta, og eg fari at vera málborin til hvørja venjing (Gunnar Nielsen, Blackburn) - Ætli mær ikki at dansa á rósum Fólkatónleikastevnan 2007 byrjar við dansikvøldi í Hósvík Týskvøldið 17. juli kl. 20 byrjar Fólkatónleikastevnan 2007 við eini fólkadansikvøldi í Bygdarhúsinum í Hósvík. Bæði eldru (Kvonn: Angelika Nielsen, Sharon Weiss, Ívar Bærentsen og Kristian Blak) og yngru (Kiezelmayer: Daniel Nielsen, Jákup Lützen, Rebekka Blak, Greta Svabo Bech og Benjamin Petersen) spælimenn spæla. Sharon Weiss skipar fyri lættari dansivegleiðing, og tónkeikarar spæla vals, reinlendara, polka og annað gott, so øll dansiáhugað kunnu fáa sær ein ”sving on”. Dansikvøldið verður frá kl. 20 – 23, og atgongumerki kostar kr. 50,­. Stórur eldur í Keypmannahavn Eldur var í morgun í einum stórum íbúðarblokki í Keypmannahavn. Eldurin breiddi seg á ovastu hædd og á takinum, og tískil stóðst eingin mannskaði av tilburðinum. 15 íbúðarbúgvar máttu flytast úr íbúðum teirra, meðan sløkkiliðið basti eldinum. Alt hevur gingið væl, men tað er framvegis óvist, nær íbúgvarnir aftur kunnu fara í íbúðir sínar.