mikudagur 4. apríl 2001síða 8
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 66 - 4. mars 2001
15
gult cyan magenta svart
14
Nr. 66 - 4. mars 2001
gult cyan magenta svart
Kiosk Sentrum er ein
av størru kioskunum
í Miðbýnum. Har
merkja tey greitt, at
fólk í dag hava meira
pening, enn fyri eini 5
árum síðani. Av
forvitni spurdu vit í
Sentrum um søluna
av páskareggum og
avdúkaðu harvið
ætlanir um útsølu-
ætlanir, so onkutíð
gerst forvitin fegin
MIÐBÝURIN
Dagfinn Olsen
Kiosk Sentrum er gomul,
um enn hon í dag ikki er
júst hin sama, sum at byrja
við. Fyrr lá hon við Ting-
húsvegin. Í dag heldur
kioskin til í Handilskjarn-
anum. Eigarin av Kiosk
Sentrum eitur Olga Peter-
sen.
Fyri at forvitnast, settu
vit fram spurningar við-
víkjandi søluni av páskar-
eggum nú, í mun til fyri
fáum árum síðani, tá verri
tíðir herjaðu landið.
Í Kiosk Sentrum eru tey
ikki í iva. Nógv meira er at
gera í dag sum heild, enn
fyri eini 4 til 5 árum síðani.
Keypiorkan er munandi
størri í dag. Eisini er
summarsølan byrjað fyrr í
ár, um sammett verður við
árini frammanundan.
Í Kiosk Sentrum eru tey
vitandi um, at ein kiosk er
eitt stað, har fólk í stóran
mun leggja pening eftir
seg, um tey hava nóg mikið
av teimum. Ikki er alt neyð-
ugar vørur, ið standa á
hillunum, hóast ein kiosk
mangan er hent. Nógv leita
í kioskirnar, um teimum
tørvar okkurt søtt undir
tonnina, ella kanska tey eru
í uppisetri fyri tubakk, ella
annað, ið ein kann stytta
sær stundir við.
Forvitin fegin
Viðvíkjandi
søluni
av
páskareggum, so tykist,
sum verður eitt sindur
meira selt av teimum í ár,
enn árini frammanundan.
– Eitt sindur meira
verður keypt, sigur eigarin
av Kiosk Sentrum og av-
dúkar síðani óvæntað ætl-
aða útsølu.
Tí, hóast einki er áfatt
viðvíkjandi søluni av pásk-
areggum, so er goymslan so
mikið stór, at neyðugt helst
verður at selja tey fyri
bíligan
penga,
kanska
helvtar prís.
– Goymslan er stór, helst
ov stór, so neyðugt verður
at selja páskareggini bíliga,
kanska fyri helvtar prís,
verður sagt úr Kiosk Sentr-
um.
Soleiðis avdúkaði Sosial-
urin av berum forvitni út-
søluætlanir, ið eingin visti
nakað um. So onkutíð
hendir tað seg, at forvitin
gerst fegin!
Páskaregg fyri helvtar prís
Fyri tey sum ætla sær at
fara ein túr í biograf á
páskum, ber hetta ikki til.
Havnar Bio hevur bara opið
skírisdag og stongt er til
2annað páskakvøld.
– Orsøkin til, at vit hava
stongt, er tí soleiðis er
lógin, og lógina halda vit
sjálvandi, sigur Loui úr
Havnar Bio.
– Sjálvt um at vit hava
stongt, merkir tað ikki, at
okkara trúgvu hyggjarar
fara at síggja nýggja stór-
filmin Exorcisten seinri
enn danir, sigur Loui. Nei,
vit hava avgjørt at flyta
frúmsýningina fram til
mikudagin 11. apríl. So vit
vísa filmin tveir dagar fyrr
enn danir, sigur Loui.
Gott ár hjá Havnar
Bio
Árið í ár hevur verið eitt
sera gott ár hjá Havnar Bio.
Eini 5-8% fleiri fólk hava
verið í Biograf í ár í mun til
seinasta ár, og hetta eru vit
sera væl nøgdir við, sigur
Loui.
Grundin til,vøksturin er,
at í ár hava gingið nógvir
sera góðir filmar t.d. What
a Woman, Hanibal og Cast
a Way. Og sum tað sær út
nú, so liggja teir har yviri í
Hollyvood ikki á løtu síðu.
Nógvir stórfilmar eru á veg
m.a ein filmur við Rowan
Atkinson og John Cleese.
Spennandi verður at síggja,
hvat hesir báðir kunnu
finna uppá. Eitt er so heilt
sikkurt. Tað er, at teir duga
at fáa fólk at flenna, og man
tað ikki eisini fara at
eydnast hesaferð.
Hetta eru filmanir, sum
fara at verða vístir í Havnar
Bio í summar:
18. mai Mummy Returns v/
Brenda Fraser
25. mai Someone like you
v/ Asley Judd og Ellen
Barkin
1.juni Sig det er løgn v/
Chris Klein
10.mai Along came a
spider v/ Morgen Freman
15.juni
Exit
Wounds
v/Steven Segal
29.juni Peral Harbour v/
Ben Afflech
10. juli Jurassic Park 3 v/
Sam Neill
17. juli Rat Race v/ Rovan
Atkinson og John Cleese
20. juli Lara Croft.tomb
Raiderh
Eingin
biografur
á páskum
Vit hava opið soleiðis
um páskirnar:
Fríggjadag 6. apríl:
Til kl. 20.00
Mikudag 11. apríl:
Til kl. 20.00
Skírishósdag:
Stongt
Langa fríggjadag:
Stongt
Leygardag 14. apríl:
Opið sum vanligt
Mánadag 16. apríl:
Stongt
Týsdag 17. apríl:
Opið aftur sum vanligt
Handlarnir í Miðbýnum
Gleðiligar
pá
pá
p skir !
áskir !
á
Damu- & Harrade