Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-07-06, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 6. juli 2007síða 13

‹ fyrra síða allar 79 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 128 - 6. juli 2007 13 viðmerkingar Hósdagin 14. juni fóru vit 12 mans av Sandi og ein úr Skúvoy á ferð til Shetlandsoyggjarnar. Fyri at koma til Jóhannu, ið vit skuldu niður við, máttu vit um Havnina og suður við Smyrli. Hetta er leiðin, sum ætlað hevur verið at bøtt um, soleiðis at Sandoyggin og Suðuroyggin kunnu koma í betraktning saman við miðstaðarøkinum. Nú kemur knappliga ein nýggjur fíggjarmálaráðharri sum ketta upp úr høvdatrog og skal niður­ bróta hesa ætlan, og vil hava Sandoynna og Suðuroynna á útoyggjastøði. Nei, tingmenn, standi nú saman um tað, tit hava arbeitt fyri. Nei, tað, sum eg skuldi skriva um, var túrurin við Jóhannu. Komnir um borð á Smyril, møttu vit trimum norðingum, sum eisini skuldu í Shetlands­ oyggjarnar við Jóhannu. Vit høvdu fingið at vita, at vit sleppa ikki inn í Skeld, sum plássið at, uttan á flóð, so með­ an vit stóðu í døgurðakøini, tos­ aðu vit um, hvussu djúpt Jóhanna mundi stinga. Hvalbiar­ prestur, sum eisini stóð í kø eftir døgurða, svaraði beinanvegin, at hon stakk 3 m og 40 cm. Eg kundi ikki lata vera við at svara honum: tað forstandi eg, at tú hevur gott samband bæði upp og niðureftir. Komnir til Vágs blivu vit móttiknir av blíðum útgerðar­ monnum og smílandi skipara og bestamanni, sum bóðu okkum geva okkum tíð at leggja í koyggjurnar, og síðan bleiv siglt, tá ið alt var komið upp á pláss. Reisan niður gekk sera væl, eitt lítið samdøgur, so vóru vit inni á víkini, har Skeld lá, einar fimtan fjórðingar norðan fyri Scalloway. Vit merktu beinanvegin blíðskapin, tá bátur kom um borð og bjóðaðu teir bæði whisky og øl, og bjóðaðu sær at ferga okkum í land og umborð, tí tað komu at ganga átta tímar, áðrenn vit sluppu inn. Tá fyrstani var háflóð. Tá legði Leivur, 70 ára gamli kokkurin, í at baka pannukøkur, og bakaði hann til allar átjan menninar. Stevnan, ið vit vóru boðin til við okkara gomlu slupp, var væl fyrireikað. Teir bóðu um ein mann frá okkum at halda røðu og har vóru vit so hepnir, at Páll á Reynatúgvu var við, so hann helt røðu á enskum og tað bleiv klappað óført fyri fyri honum. Hendan stevnan varð hildin til minnis um ta gomlu slupptíðina í Shetlandsoyggjunum, og tosaðu teir nógv um sluppirnar, sum føroyingar keyptu, og har bleiv Villiam Martin nevnd. Páll tosaði eisini um samarbeiðið, sum kundi verið ímillum grannaoyggjarnar. Tá klappaðu shetlendingar, meðan hann talaði. Í Skeld búðu bert 70 fólk. Teir høvdu sett stór telt upp til dans og til mat og til skonkistøð. Har kom nógv fólk aðrastaðni frá, bæði við bilum og bátum, so har bleiv stuttleikað sær óført. Tey førdu fram ymiskar fólkadansir, og sjálvandi blivu vit biðin um at dansa føroyskan dans. Tað gekk sjálvandi væl, hóast tað bleiv dansað í leysum steinum. Hetta var heilt smátt, reytt grót, so tá ið eg skuldi í skógvarnar dagin eftir, vóru teir reyðir á liti. Elinborg hevði koyrt mær pussigreiðir til skógvarnar í viðførið. Eg hevði ikki serliga gott handalag, so skiparin tók skógvarnar og pussaði av einslistum, og Sólvit fínur maður. Leygardagin bleiv farið busstúr til Scrabster. Har royndu vit at finna okkurt smáting at hava heim við okkum. Á veg heim aftur til Skeld sungu vit í bussinum. Hetta hevur nokk dámt bussføraranum væl, tí um kvøldið, tá ið vit komu land blivu vit bidnir um at syngja, og tað gjørdu vit eisini. Hetta var í einum barnagarði. Har var ordiliga riggað til. Har fekst tú bæði mat og drekka. Har riggaði eisini væl við dansinum, tí har var ordiligt gólv. Tað var virku­ liga flott at síggja fólkadansin. Onkur valsur var inn í millum. Og har var tað elsti maðurin á sluppini, skjótt 75 ára gamli Her­ man, sum svingaði. Sunnudagin var boðið til kirkjugongd. Har var kirkja, men hon var so lítil, at kirkju­ gongdin bleiv hildin í einum av teimum stóru teltunum. Men har bleiv eisini ov lítið pláss, so tey hildu at líka nógv fólk sat uttanfyri. Presturin tók okkum føroyingar nógv fram og tosaði um sluppina. So bað hann føroyingarnar rætta hondina upp, so vit kundu síggjast. Tá klappaðu tey óført fyri okkum í kirkjuni. Tá ið kirkjugongdin var liðug, blivu vit bodnir at koma busstúr. Vit koyrdu ymsa staðni og sóu okkum um. Tá ið vit komu aftur, blivu vit bodnir inn aftur í barna­ garðin. Tá ornaði bussførarin, at vit skuldu koma syngjandi. Og vit sungu so Blómuna inn eftir gólvinum. Síðan sungu vit tjóðsangin. Vit varnaðust, at onkur av teimum eldru hevði vát eygu, meðan vit sungu. Men tað ljóðaði væl, vit vóru 18 mans. Men vit sluppu heldur ikki frá at fara upp á gólv. Meinar í Skúgvi legði Hr. Sinklair upp afturá, har gekk ógvuliga væl, og tey dansaðu við. Tey komu skjótt eftir stevinum, hóast tey skrittaðu dekan ov langt. Dagin eftir á middegi sigldu vit, og bygdarfólkið var á keiuni og veittraði farvæl. Ja, tað mundi eg gloymt, at Páll á Reynatúgvu helt røðu í barna­ garðinum og takkaði fyri okkum. Ein bátur fylgdi okkum út eftir. Hann hevði enda á okkum. Tað var gott, tí hann tók fleiri ferðir botn. Men tað bilaði ikki, tí tað var bleytur sandur. Ferðin heim gekk væl. Vit høvdu frísk­ an vind á síðuna, sum gekk aftan tvørs, so Jóhanna gekk millum 9 og 10 míl. Seglfør­ ingin var klyvari, fokka og messanur. Greiðurnar til stórseglið áttu at verið minkaðar og soleiðis verið lættari at fingist við. Vit komu á Vág í øllum góðum og norður við Smyrli, men aftur um Havnina. Eg fiskaði í Suðuroynni í 1950 og úteftir. Tá var regluligur fartur millum Sandoynna og Suður­ oynna. Tað er eyðsýnt, at tað er tungt hjá vágbingum at halda Jóhonnu við líka sjálvir. Teir hava jú allar teir gomlu bátarnar eisini. Tí meini eg, at øll Suðuroyggin og Sandoyggin við Dímun og Skúgvi áttu at verið við til at stuðla Jóhonnu so nógv sum hon er avhildin av okkara grannatjóðum. Men hon eigur at koyra heima í Vági og merkt T.G. 326. Annars vil eg nýta høvið at takka øllum, sum vóru við fyri ein ógloymandi túr. Slíkt er vert at royna. Ein Jóhannu túrur Sólvit SimonSen Við fundum, stevnum, røðum og øðrum, roynir Útoyggjafelagið, nevnd og onnur at blíva hoyrd, fyri at steðga fráflytingini, alt meðan politikarin vendir deyva oyrað til. Útoyggjar og útoyggja­ fólk eru á fleiri økjum afturúrsigld hálva til heila øld, og einki røkist fyri at broyting kemur í. Lívið á útoyggj er hopleyst til­ afturskomið og ómodern­ að. Hetta er ein partur av fólkalívi í Føroyum, sum politikarar og stjórn eiga at skammast av at leggja navn til. Meðan fólkið við alskyns hentleikum eisini kunna koyra yvir vegir og tunlar út í hvønn krók í miðstaðarøkinum, tað veri seg til og frá arbeiði ella annað, mugu útoyggjafólk framvegis rópa um hjálp, uttan at blíva hoyrd. Framburðurin við stórum útbyggingum og moderni­ seringum á miðøkinum ger stillstandin á útoyggjunum meira sjónskan, vónleysan og meiningsleysan. Tá virðingin fyri útoyggjafólki er so lítil, so fær tað ein at hugsa, at tey skulu metast sum eitt óynskt uppruna­ fólk (urfólk), sum verða hildin í reservatum. Einum kemur eisini til hugs, at tey eru flóttafólk í egnum landi. Og hvat við teimum nógvu hundrað, sum eru flutt seinastu hálvu øldina? Skulu hesi síggjast sum flóttafólk, sum nú eru blivin í túsunda tali av fyrsta, øðrum og triðja generasjóns fremmanda­ arbeiðarum inni á føroyska miðøkinum og ein partur í Danmark? Nei! Um politiski viljin er ella ei, so eru útoyggja­ fólk ikki nøkur óynskt upprunafólk og líka so lítið eru tey flóttafólk. At politikararnir á grovligan hátt vísa lítla virðing fyri útoyggjafólki skerst ikki burtur. At tað hartil bendir á, at teir ynskja fólkið vekk og avtofta útoyggjar, skerst heldur ikki burtur. Fyri at steðga fráflyting­ ini av tí sum eftir er, er neyðugt at vegir og tunlar til útoyggjar verða raðfestir bæði skjótt og ovarlaga. At kunna koma og fara koyr­ andi, er ikki annað enn sømdir, sum øll onnur hava. Men hvat? Her koma – so løgið tað ljóðar – okkara serføroysku politikarar, nationalistarnir, teir loysingarsinnaðu og siga nei. Her deila teir fólkið í tveir ólíka partar, ein sum skal kunna koyra út og heim, og ein sum ikki skal kunna koyra út og heim. At so er, hava vit tvey fesk dømi um. Fyrst var tað Norðoyatunnilin, sum ikki bleiv lagdur um Kalsoynna, og nú er tað Sandoyartunnilin, sum teir ikki vilja leggja um Hest. Viðvíkjandi tí sum hesar tunnilsføringar vísa, hevur undirritaði ta áskoðan, at áðurnevndu politikarar ikki hava ætlanir um at tað skal gerast koyrandi til útoyggjar yvirhøvur. At Norðoyatunnilin ikki fór um Kalsoynna, og at Sandoyartunnilin nú ikki skal um Hestoynna, gevur týðiliga ábending um, at hesar báðar, Kalsoy og Hestur, ikki mugu skapa fordømi fyri tunlum til útoyggjar. Landsstýrið eigur at síggja og skilja, at tað í útbyggingini av landsins tunla­ og veganeti, sum er størsti og mest týðandi liður í infrastrukturinum, hevur ikki latið útoyggja­ fólki atgongd til lands­ veganetið, sum er teimum, eins og øðrum, ein eyð­ sýndur og sjálvsagdur rættur. Linjuføringarnar til áðurnevndu tunlar eru ein harðlig provokatión móti øllum okkara útoyggja­ fólki, ein politisk krígs­ avbjóðing, sum vit øll eiga at hjálpa teimum við. Peningatrot sum motiv Landsstýrið sigur, at pengar fara at mangla í, um Sandoyartunnilin skal um Hestoynna. Hetta er undanførsla og kemst av, at tunlar á meginøkinum hava hægri prioritet í teirra politisku verð. Í hesum sambandi er hóskandi at endurtaka tragikomsiku søguna um fólkaatkvøðu og blokk. Tað var nakað fyri túsundára­ skiftið, at hesir provoker­ andi, nationalu hildu seg hava fingið oyðilagt so mikið av ríkisfelagsskapi­ num, at teir hildu seg kunna draga eina loysing í land. Við hesum í huga lovaðu teir fólkinum, til ásetta tíð, eina fólkaat­ kvøðu um málið. Tá tíðin nærkaðist kom fjáltur á. Tað var farið at fjara út við teirra politiska trúvirði, og so hildu teir fólkið fyri spott við at avlýsa fólka­ atkvøðuna. Við sorg og sút máttu teir ásanna, at fólkið ikki vildi vera við. Øll høvdu verið vitni til teirra drúgvu, hørðu og høpis­ leysu herferð móti ríkis­ felagsskapinum. Hetta var eitt 5­6 ára langt ótespiligt stríð móti donsku stjórnini, sum gjørdi okkum øllum fyri skommum. At teir máttu avlýsa fólkaatkvøðuna, var teim­ um ein illa smakkandi biti, sum ikki skuldi gloymast. Innanhalla lovaðu hesir diktatorisku loysarar tí ilt yvir ólýdna fólkið. Tað var vist nokk umleið ársskiftið 2001­2002, at teir lótu fólkið fáa sviðan at føla. Hesaferð var tað blokkurin, sum bleiv høgdur í tveir lutir og við tí gjørdu teir okkara búskap eina millión veikari fyri hvønn dag í árinum. 366 mill. minkaðu teir blokkin og fastfrystu restina, tað vil siga, at blokkurin veksur ikki við rentum, dýrtíð ella øðrum, og tí er veruliga árliga tapið um 400 milliónir og higartil er samlaða tapið góðar 2 milliardir krónur. Um tað vóru skilamenn, sum stílaðu fyri, so brúktu teir heldur pengarnar til vegir og tunlar. Fyri 400 mill. kr. kundu tveir, kanska tríggir tunlar verið í gerð alt árið, og fyri allar hesar pengar pr. ár kundu allir tunlar verið liðugtgjørdir um eini 15 ár, og hartil var eisini ókeypis at koyra á vegi og tunlum. Men hvat? Tá ókontrollerað national følilsi sleppa inn, slær tað røtur og eitrar frá sær so menniskjan gerst ótilroknilig. Útoyggjar tømast – vegir og tunlar mangla Bjarni DeBeSS