Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-07-06, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 6. juli 2007síða 19

‹ fyrra síða allar 79 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 128 - 6. juli 2007 19 STØRV Á LANDSSJÚKRAHÚSINUM Onnur størv Umsóknin skal vera Lønar- og starvsfólkadeildini í hendi áðrenn freistin er úti. Skrivlig umsókn við CV, autorisatión, prógvum, skjølum o.l. skulu sendast til: Landssjúkrahúsið, Lønar og starvsfólkadeildin, FO 100 Tórshavn Sjúkrarøktarfrøðingar til Økispsykiatriina Sjúkrarøktarfrøðingar til E3/E2 Til nýggj størv á Psyk. søkja vit eftir: - 2 sjúkrarøktarfrøðingum til Suðuroynna - 2 sjúkrarøktarfrøðingum til Eysturoynna á starvsbrøki 0,75 til setan 1. september 2007 ella eftir nærri avtalu. Setunarstaðið er tann ambulanta økispsykiatriska viðgerðardeildin á Psykiatriska deplinum. Arbeiðsøkini eru Suðuroyggin og Eysturoyggin við skrivstovum á Tvøroyri og Runavík, har sjúkrarøktarfrøðingarnir í Heimatænastuni halda til. Arbeitt verður í tøttum samstarvi við relevantar stovnar í Suðuroy, Eysturoy og Psykiatriska depilin í Tórshavn. Førleikakrøv - góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur - royndir og fakligan áhuga í røkt og viðgerð av fólki við sálarligum trupulleikum - viðkomandi eftirútbúgving er ein fyrimunur - telduførleiki - skal kunna arbeiða sjálvstøðugt, vera kreativ/ur og framhyggjandi - duga at fáa ein konstruktivan dialog og tilknýti til brúkaran og avvarðandi Starvið umfatar - verða við til at uppbyggja økispsykiatri í Suðuroy ella í Eysturoy - uppfylgjandi og uppsøkjandi arbeiði - verða málgagnið hjá fólki við sálarligum trupulleikum - bólka- og individuella samtaluterapi/ undirvísing til brúkarar og avvarðandi - verða við til at uppbyggja gott samstarv við relevantar samstarvspartar Vit bjóða - eitt spennandi arbeiði við nógvum avbjóðingum og møguleika fyri egnari menning - positivt tvørfakligt samarbeiði - skeið/eftirútbúgving innan- og uttanhýsis, sum Psyk.depilin/Økis- psykiatriin skipa fyri Nærri fæst at vita um størvini við at ringja 304500 til Ænu Reinert, deildarleiðara, lokal 4170, ana.reinert@lsh.fo ella til Bergit Weihe, leiðandi sjúkrarøktarfrøðing, lokal 4102, bergitw@lsh.fo Umsóknarfreistin er 23. juli 2007 kl.12.00 Á E3/E2 er eitt avloysarastarv vegna barnsburð á starvsbrøki 1,0 leyst at søkja til setan 1. september 2007 ella eftir avtalu til og við 31. mars 2008. Eisini eru tvey avloysarastørv á starvsbrøki 1,0 leys at søkja til setan 1. september 2007 ella eftir avtalu til og við 31. december 2008. Øll trý størvini eru í skiftandi vaktum. Møguleiki er fyri lægri brøki. E3 er ein medisinsk deild við 9 seingjaplássum. Fakliga sergreinin á deildini er uppvenjing av sjúklingum við apopleksia cerebri. Arbeitt verður í tøttum tvørfakligum samstarvi við m.a. fysioterapeutar, ergoterapeutar, talupedagog og læknar. Dentur verður lagdur á gott samstarv við avvarðandi og við primertænastuna. E3 verður flutt saman við B7, á B7, tá B6 er liðugt umvælt. E2 er ein røktardeild við plássi fyri 10 eldri búfólkum.Vit ynskja starvsfelagar við áhuga og hegni til at taka sær av eldri fólki. Dentur verður lagdur á góðan moral, etisk virði, positiva menniskja-áskoðan og góð samstarvsevni. Búfólk á E2 verða flutt á aðrar stovnar seinast 31. desember 2008, tá E2 letur aftur. Krøv til umsøkjaran -prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur -góð samstarvsevni og góðar royndir við tvørfakligum samstarvi -fakligan áhuga innan sergreinirnar Vit kunnu bjóða -eitt fjølbroytt og vinarligt arbeiðsumhvørvi -fakliga kompetentar og virknar starvsfelagar -positivt tvørfakligt samstarv -fakliga menning -innleiðslu Nærri fæst at vita um størvini við at ringja 304500 til Monicu Brickman, deildarleiðara á E3/E2, lokal 6012. Umsóknarfreistin er 23. juli 2007 kl.12.00 Á Barnadeildini B5 er eitt fast starv á starvsbrøki 1,0 leyst at søkja til setan frá 1. september 2007 ella eftir avtalu. Eisini er eitt avloysarastarv vegna barnsburð á starvsbrøki 1,0 leyst at søkja til setan frá 1. oktober 2007 ella eftir avtalu til og við 30. apríl 2008. Bæði størvini eru í skiftandi vaktum. Møguleiki er fyri lægri brøki. Barnadeildin hevur pláss fyri 7 børnum í aldrinum 0 - 14 ár. Deildin er júst umvæld og pláss er til barnaambulatorium. Deildin er byrjað við THS (Talgild Heilsu Skipan). Arbeiðsuppgávur í høvuðsheitum -røkt og viðgerð til børn í aldrinum 0-14 ár Vit kunnu bjóða - innleiðslu - positivt tvørfakligt samstarv - fakliga kompotentar og virknar starvsfelagar - fjølbroyttar arbeiðsuppgávur við nógvum avbjóðingum Krøv til umsøkjaran - prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur - góð samstarvsevni - fakligan áhuga innan røkt og viðgerð av børnum Nærri fæst at vita við at ringja 304500 til Tove Thomsen, deildarleiðara á Barnadeildini, lokal 6055 ella á t-post. totho@lsh.fo Umsóknarfreistin er 23. juli 2007 kl. 12.00 Á Psykiatriska deplinum, D2 eru hesi størv í skiftandi vaktum leys at søkja til setan 1. august 2007. - 1 fast starv sum sjúkrarøktarfrøðingur á starvsbrøki 0,7 - 2 farloyvisstørv sum sjúkrarøktarfrøð- ingur, heilsurøktari ella pleygari á starvsbrøki 1,0 til og við 31. desember 2007, við møguleika fyri leingjan. Deildin er ein akut viðgerðardeild við nógvum spennandi avbjóðingum.Vit raðfesta samarbeiði og trivna høgt, og at starvsfólkið er í støðugari menning. Arbeitt verður áhaldandi við dygdarmenning av viðgerðini og umhvørvinum á deildini. Vit starvast sum sjúkrarøktarfrøðingar, pleygarar og heilsurøktarar og arbeiða við kontaktpersónskipan og eftir miljøterapeutiskum meginreglum. Vit hava tætt samstarv við aðrar fakbókar, bæði innan- og uttanhýsis. Vit ynskja, at tú hevur - prógv og góðkenning sum sjúkrarøktar- frøðingur, heilsurøktari ella pleygari - góð samstarvsevnir - hug at arbeiða við psykiatriskari sjúkrarøkt - evni at "halda høvdið kalt" tá stendur á - helst royndir innan psykiatriska sjúkrarøkt Við kunnu bjóða tær - dynamiskt, fjølbroytt og mennandi arbeiði - fakliga kompetentar og virknar starvsfelagar - tvørfakligt samstarv - ávirkan á fakligu menningina - góða innleiðslu Nærri fæst at vita við at ringja 304500 til Birgit Andersen, deildarleiðara á D2, lokal 4002, BiAn@lsh.fo ella til Bergit Weihe, leið. sjúkrarøktarfr. lok. 4102, bergit@lsh.fo Umsóknarfreistin er 24. juli 2007 kl. 12.00 Sjúkrarøktarfrøðingar til Barnadeildina Sjúkrarøktarfrøðingar, heilsurøkt./pleygarar til Psyk. Sjúkrarøktarfrøðingar til G1 (Bráðfeingisdeildin) Umsóknarfreistin er 9. juli 2007 kl. 12.00 Sjúkrarøktarfrøðingar til G3 Umsóknarfreistin er 16. juli 2007 kl. 12.00 Introduktiónsstarv í almen kirurgi Umsóknarfreistin er 16. juli 2007 Landssjúkrahúsið J.C. Svabosgøta 100 Tórshavn Tel: +298 30 45 00 Fax: +298 31 42 53 lsh@lsh.fo www.lsh.fo       er sjúklingurin í miðdeplinum eru umleið 200 seingjarpláss eru umleið 20 læknafakligar sergreinir eru psykiskar og somatiskar seingjardeildir eru umleið 800 fólk í starvi í roykfríum umhvørvi er virðiligur samverutóni óansæð kyn, húðalit, politiska-, átrúnaðarliga- ella seksuella orientering Á LANDSSJÚKRAHÚSINUM lýsingar