mikudagur 4. apríl 2001síða 11
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 66 - 4. mars 2001
21
gult cyan magenta svart
20
Nr. 66 - 4. mars 2001
gult cyan magenta svart
Páskatilboð frá Seytjan
Bert galdandi til og við 14. apríl
Í Klaksvík tel. 456517 • Í Havn tel. 311305
Toppar ymiskir litir einans
99,-
99,-
Blusir ymiskir litir einans
99,-
99,-
Diesel keppar ymiskir litir einans
99,-
99,-
Allar buksur frá
Fransa -20%
-20%
Maga ketur ymiskir litir
einans
119,-
119,-
Blómuhandlar hava
úr at gera um páskir-
nar. Páskaliljur,
páskaprýði og
dekoratiónir eru at
fáa og yvirhøvur er
guli liturin ráðandi
MIÐBÝURIN
Dagfinn Olsen
Blómuhandlarnir,
og
starvsfólkini har, merkja
væl páskahøgtíðina. Nógv
er at gera.
Soleiðis er eisini í blómu-
handlinum
Akkuleya
í
Niels Finsensgøtu í Havn.
Har eru tað t.d. páska-
prýði,
dekoratiónir
og
páskaliljur, ið fara um
diskin í hesum døgum.
Men uppá spurningin,
hvørt tað eru menn, ið
keypa til konurnar, ella
øvugt, siga tey í Akkuleya,
at soleiðis tykist hetta ikki
at hanga saman um pásk-
irnar. Páskirnar eru serlig
høgtíð og tá verður keypt til
heimið.
Gult
Men hesa tíðina er eingin
ivi viðvíkjandi ráðandi liti-
num. Guli liturin er hann,
ið setir dám á. Nú, eins og
áður. Hetta broytist ikki,
tykist.
Hvørt fólk yvirhøvur eru
glaðari fyri blómur nú, enn
áður, er ilt at siga, men í
Akkuleya er eingin ivi.
Sera nógv er at gera um
páskirnar og tað tykist, sum
er árliga ein vøkstur at
hóma í virkseminum.
Og vakurt er við páska-
liljum og gula litinum um
páskirnar. Og tey, ið ikki
hava stundir sjálvi at seta
seg við saksinum, kunnu
eisini leita í blómuhandl-
arnar, um hugurin er til
dekoratiónir ella páska-
prýði.
Keypa til heimið
RYGGSEKKIR • STIVLAR • JAKKAR osv.
Útgerð til øll endamál
Vit hava ný-
heimkomnar
jakkar og
skógvar
Hjá okkum er
góðskan í
hásæti
Skótabúðin
Hoydalsvegur 10 • Postboks 1089 • 110 Tórshavn • Tel. 317777
ein r
in í
ís.
Wrangler
Nógv nýtt
heimkomið frá
Sigmundargøta 4 • 100 Tórshavn • Tel. 31 17 18
Fríggjadagin 6. apríl
er opið til kl. 20.00
Kunningarstovan er
samskipari í Miðbý-
num, umframt at vísa
vaksandi tali av før-
oyingum og útlend-
ingum til rættis í
Havn. Mong tiltøk
eru á skránni kom-
andi vikurnar, men
ætlanirnar um eina
mentanarnátt eru
sera spennandi og
loyvini eru nú fingin
til vega. Møguliga
fara eisini eini 600
fólk at trína dansin á
Vaglinum í mai
MIÐBÝURIN
Dagfinn Olsen
Í táttinum Miðbýurin, hev-
ur fyrr verið trivið í ætlan-
irnar um eina mentanarnátt
í Havn.
Ingigerð á Trøðni, leiðari
á Kunningarstovuni í Havn
sigur, at enn verður arbeitt
við hesum ætlanum. Nevnd
er vald, men enn hevur
eingin veruligur fundur
verið. Tó er komið so væl á
leið, at loyvini eru fingin til
vega.
– Eisini eru brøv og fax
send út, sigur Ingigerð.
Hugtakið mentanarnátt er
ikki ókent í londunum
kring okkum. T.d. varð í
fjør skipað fyri mentanar-
nátt í Keypmannahavn.
Fólk sluppu at vitja støð,
bygningar og stovnar. Ofta
eisini støð, har vanliga ikki
verður vitjað. Nógv nýttu
t.d. høvið at vitja í Fólka-
tinginum, har fólk vístu
runt og greiddu frá, um-
framt at flokkarnir skipaðu
fyri tiltøkum í hølum sín-
um. Eisini hendi ymiskt
kring býin hesa nátt.
Ætlandi verður mentan-
arnáttin í Havn 1. juni.
Rulla páskaregg
Mong tiltøk eru í Havn
komandi vikurnar. T.d.
spælir nýggi leikbólkurin
Spírar leikin Músafellan.
Felagið Tórhavn hevur
mong ár á baki. Ein táttur,
umframt gongutúrar, hevur
verið árliga tiltakið at rulla
páskaregg.
– Vit hava rullað páskar-
egg í felagnum í fleiri ár.
Fyrst fóru vit ofta niðan í
hagan. Men seinnu árini
eru vit farin, har fólk van-
liga fara. Seinnu árini hava
vit verið í Kyrdali, greiðir
Ingigerð á Trøðni frá.
600 fólk á Vaglinum
Tann 19. mei skipar Tøkum
Lætt fyri dansistevnu í
Havn. Tað hevur ikki eydn-
ast at fáa orð á formannin í
felagnum, men væntast
kunnu eini 500 — 600 fólk
úr øllum landinum til
Havnar til hesa stevnu. Tað
sigst, at ætlanin eru frammi
um at seta stevnuna á
Vaglinum. Um ferðafólk tá
eru í høvuðsstaðnum, verða
tey óivað bilsin og glað, um
tey hitta eini 600 dansandi
føroyingar í føroyskum
búna í Havnargøtum.
Eftir flaggdagshaldið á
Vaglinum flaggdagin, verð-
ur konsert í Grasagarði, har
kór frá KFUM & K fer at
syngja.
Talið av vitjandi á Kunn-
ingarstovuni í Havn er
vaksandi. Eini 25.000 vitj-
andi eru nú árliga. Av
hesum eru eini 11 til
12.000 útlendsk ferðafólk.
Mentanarnáttin nærkast
Hendir okkurt, sum
er hugvert hj ¿Ýrum at vita,
eru vit til reiÝar at bera tÝindini vÝari.
Sosialurin leggur seg eftir at bera
tÝindi r ¿llum landinum.
Vit koyra runt t kenda, gra Toyota
bilinum viÝ eyÝkendu frmerkjunum.
FerÝandi blaÝstjrnin er dagliga ti kring landiÝ.
Vit eru at hitta telefon nr. 31 18 20.
Telefax nr. 31 47 20.
Edvard Joensen mannar l¿tuni ferÝandi
blaÝstjrnina. Hann er at hitta telefon nr.
42 36 17 ella fartelefon nr. 22 05 07.
Eisini ber til at senda teldupost til:
edvard@sosialurin.fo
ella post@sosialurin.fo
Sig okkum frá
Lesið eisini Sosialin
á Internetinum
www.sosialurin.fo