fríggjadagur 6. juli 2007síða 54
‹ fyrra síða allar 79 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
54
Nr. 128 - 6. juli 2007
Í sambandi við farloyvi verður søkt eftir einum fólki í tíðaravmarkað starv til Farmastøðina í
Klaksvík frá 1. september 2007 til 30. juni 2008. Arbeiði fevnir m.a. um farmaavgreiðslu og
koyring til/frá Kalsoy og Másanum
Starvið fevnir um
• Koyring
• Skipaavgreiðslu
• Kundaavgreiðslu
• Goymslu v.m.
• Viðlíkahald
Førleikakrøv
• Koyrikort til lastbil
• Trukkprógv
• Góðan røkjuskap
• Kundavinarligur
Setanartreytir
Starvið verður sett eftir
høvuðssáttmálanum hjá Klaksvíkar
Arbeiðsmannafelag.
Umsóknir
Umsóknir við avriti av prógvum,
ummælum, CV og tilvísingum skal sendast
til:
Strandfaraskip Landsins
att. Starvsfólkadeildin
Boks 88
FO-110 Tórshavn
og skal vera fyritøkuni í hendi í seinasta lagi
16 juli 2007.
Ynskjast nærri upplýsingar, kanst tú venda
tær til Heina á Borg, deildarleiðara, á tlf.
543061 ella e-post: hab@ssl.fo
Fólk til Farmastøðina í Klaksvík
Strandfaraskip Landins (SSL) eru landsfyritøka undir Innlendismálaráðnum, hvørs endamál er at lúka landsins tørv á innan-
lands fólka- og farmafl utningi. Fyritøkan umsitur 29 farleiðir: 22 Bygdaleiðir og 7 Oyggjaleiðir. Samlaða talið av ferðafólkum
við SSL í 2006 var 1,1 millión: 620 túsund við bussunum og 480 túsund við ferjunum. Talið av fl utningsanleggum er 40 bussar,
8 ferjur og farmafl utningsútbúnaður. Starvsfólkini eru á leið 170 í tali, svarandi til 120 ársverk. Fyrisitingin á SSL er skipað í
fi mm deildir: Samferðslu-, Rakstrar-, Fíggjar-, Starvsfólka-, Farma- og cateringdeild.
Talan er um eitt stórt konsernroknskaparhald, har
samanhangirnir of a eru torgreiddir. Tí er neyðugt,
at tú hevur yvirlit yvir røttu samanhangirnar, skilir
roknskap og dugir væl við tølum. Roknskaparhaldið er
so at siga 100% elektróniskt. Tí er tað ein fyritreyt, at
KT er ein heilt natúrligur partur av tínum geradisdegi.
Í høvuðsheitum verða ábyrgdarøki tíni at:
t leiða arbeiðið í roknskaparhaldinum, har um 15
fólk arbeiða
t viðgera roknskaparspurningar
t fremja og støðugt menna innanef irlit
t gera og viðlíkahalda internar mannagongdir á rokn-
skaparøkinum
t seta í verk nýggjar KT-loysnir
t tryggja, at broytingar og nýggjar loysnir virka, sum
tær skulu (nároyna)
t viðlíkahalda roknskaparregluverkið hjá landinum,
herímillum at arbeiða við einum nýggjum
roknskaparreformi
Vit kundu hugsað okkum, at tú:
t ert í 30- ella 40-ára aldrinum
t hevur ástøðiliga útbúgving á roknskaparøkinum,
t.d. cand.merc.aud.
t hevur drúgvar royndir at arbeiða við bókhaldi,
roknskapi og innanef irliti
t hevur leiðsluroyndir
t megnar at byggja brúgv millum roknskap og KT
t hevur áhuga fyri KT og brúkar KT í dagliga
arbeiðinum
Starvið er lønt í 37. lønarfl okki hjá tænastumonum
landsins, og í ef irlønargjaldi verða goldin 15%. Starvið
er ikki tænastumannastarv, men verður sett ef ir ser-
lig ari avtalu.
Umsóknarfreistin er 26. juli 2007. Umsóknir skulu
verða stílaðar Føroya Gjaldstovu, Postboks 2009,
165 Argjum.
Hevur tú spurningar um starvið, kanst tú ringja til Leif
Abrahamsen, fartelefon 214660, ella Duritu Tausen,
fartelefon 214954.
Les meira á www.gjaldstovan.fo
Søkt verður ef ir roknskaparstjóra til Gjaldstovuna
Dámar tær avbjóðingar, tøl og at leiða, so ert tú kanska næsti roknskaparstjórin á Gjaldstovuni. Nýggi roknskaparstjórin skal standa
fyri rokn skaparhaldinum hjá landinum og fyri roknskap arligu umleggingunum, sum verða næstu árini.
F Í G G J A R M Á L A R Á Ð I Ð
Føroya Gjaldstova
R E P R O Z
Um Gjaldstovuna:
Gjaldstovan rekur Búskaparskipan landsins. Høvuðs-
skipanirnar eru roknskaparskipan við undirskipanum,
felags lønarskipan, dátuvøruhús, leiðslukunningarskipan,
búskettskipan og portalur.
Gjaldstovan undirvísir í skipanum, ger brúkaraveg leiðingar,
er við í ymsum verkætlanum, ráðgevur í spurn ingum um
roknskaparverk landsins, búskaparstýring og Búskapar-
skipan landsins.
Í EDV-skipanunum er kjarnuskipanin ERP-skipanin
Oracle E-business Suite. Allar skipanirnar, tær fl estu
webskipanir, eru savnaðar á einum portali, sum seinni í
summ ar verður atkomiligur frá alnetinum.
Ovasti myndugleiki fyri EDV-trygdini er hjá EDV-trygdar-
ráðnum. Roknskaparstjórin er limur í ráðnum.
Missiónin hjá Gjaldstovuni er at skapa fyritreytir fyri muna-
dyggari og kvalifi seraðari búskaparstýring hjá land inum.
Lesið
-so eru tit við!
lýsingar
Kundi tú hugsa tær eina framtíð innan skrivstovuyrkið?
Vit hava pláss fyri einum skrivstovulærlingi (m/k) í fyritøku okkara.
Vit kunnu bjóða tær:
• Eitt avbjóðandi starv í eini spennandi vinnu í støðugari menning, har tú
gerst partur av einum góðum toymi og har arbeiðsandin er av teim bestu.
• Tryggar arbeiðsumstøður.
• Góðar møguleikar fyri persónligari menning.
Tú mást hava HH ella FHS prógv.
Lærutíðin er ávikavist 2 ella 3 ár.
Tú mást vera fryntlig/-ur, samstarvsáhugað/-ur, ágrýtin og til reiðar at taka við
nýggjum lærdómi og ikki vera bangin fyri til tíðir at arbeiða undir trýsti.
Nærri fæst at vita um starvið við at ringja til okkara og tosað við Anniku
Krosstein ella Harald Eirikstoft.
Umsóknarfreistin er 10. juli 2007.
Er hetta nakað fyri teg, so send okkum eina umsókn saman við prógvum og
ummælum til:
P/F Svend Krosstein
Postboks 3229
FO-110 Tórshavn
Viðm.: Lærupláss
P/F Svend Krosstein er ein fyritøka í støðugari
menning, sum í løtuni hevur 20 fólk í fulltíðarstarvi.
P/F Svend Krosstein er einasta HVS-heilsøla í Føroyum
og hevur harafturat størsta HVS-handil í landinum.
Vit selja alt tilfar til vatnveitingar, hitaverk, sanitet og
ventilatión. Eisini selja vit byrsur, patrónir, fiskireiðskap
og annað.
Skrivstovulærlingur søkist