fríggjadagur 6. juli 2007síða 2
‹ fyrra síða allar 79 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Vikuskifti
2
klumman
Nr. 128 • 6. juli 2007
Sjónvarp við
skrantandi skrá
Okkara kæra kringvarp er ikki
sum onnur kringvørp í heimi
num. Í hvussu er ikki tey, sum
kunnu røkkast í televarpi ella
fáast niður umvegis eina
parabolantennu. Um leiðslan í
Kringvarpinum heldur føroyingar
vera serliga tornæmar ella
tápuligar, er ilt at meta um,
men tað kundi sæð soleiðis út. Í
øllum førum havi eg ongantíð á
nakrari aðrari rás, sum eg havi
havt atgongd til seinastu nógvu
árini, ella so leingi veljast kundi
ímillum fleiri rásir, verið út fyri,
at skráin stendur so leingi á
skerminum ísenn, sum í føroyska
sjónvarpinum.
Er endmálið at geva fólki
møguleika fyri at fara á bukkina
uttan at ganga glipp av næstu
sendingini, er málið rokkið fyri
hesi viðkomandi. Og er enda
málið at fáa kritiskar hyggjarar
burtur frá vánaligum sendingum
inn á onkra áhugverdari rás, ja,
so er hetta ein sera effektivur
máti at gera tað uppá. Ella er
tað í eini vælmeinandi roynd at
lekja okkum fyri tað rastloysi,
sum eykennir tíðina, vit liva
í, so hattin av fyri tí. Men um
kringvarpsleiðslan er so glað
fyri tað nýggja búmerkið hjá
Kringvarpinum, at vit hyggjarar
skulu tvangsinnleggjast til at
taka tað til okkum, ja, so er
hetta miseydnast í ólukkumát.
Í hesum zappitíðun er tað valla
ein sál, sum tímir at gløða longri
enn eitt hálvt minutt upp á eina
sjónvarpsskrá. Tað verði seg
flott bakgrund ella ei.
Hetta er valla heldur “skumli”
baktankin hjá kringvarpsleiðsl
uni, tí hvør sjónvarpsrás vil ikki
hava allar teir hyggjarar, sum
tilber at støva upp.
Heldur man orsøkin vera vána
lig tilrættalegging. At man ikki
hevur tíð, orku ella dugnaskap
nokk til at fáa skrá og klokkutíðir
til at passa saman. Men hví er
hetta so torført í Føroyum, tá
tað eftir øllum at døma letur
seg gera alla aðrastaðni í
heiminum?
Er hetta eitt eyðkenni
fyri okkara lítla, føroyska
samfelag, har planlegging
er eitt fremmandaorð alt ov
nógvastaðni? Eg veit ikki,
men tá tað eftir øll hesi ár ikki
er eydnast at fáa eina skrá,
ið megnar at halda seg so
nøkunlunda til tær klokkutíðir,
sum verða kunngjørdar eftir hesi
somu skrá, kundi okkurt týtt upp
á, at so var.
Um júst eina viku verður Harry
Potter ovast á breddanum í
biohøllunum kring heimin. Fimti
filmurin um gandakallin hjá J. K.
Rowling verður frumsýndur, og
sum vanligt er, verður nógv gjørt
burtur úr frumsýningini.
Kring heimin hava fólk staðið
í bíðirøð fyri at tryggja sær
atgongumerki til frumsýningar, og
fleiri staðni verður filmurin vístur
beint eftir midnátt hóskvøldið.
Formliga er frumsýningardagurin
fríggjadagin 13. juli, og nógva
staðni vilja fólk ikki bíða longur
enn til beint eftir midnátt
fríggjanáttina.
Hálvvaksnar stjørnur
Barnastjørnurnar fra fyrstu filmu
num Harry Potter eru nú blivnar
hálvvaksnar. Daniel Radcliffe
hevur leiklutin sum Harry Potter,
og samstundis sum Radcliffe
er blivin hálvvaksin, er Harry
Potter blivin tannáringur. Men
Radcliffe rigar framvegis væl í
leiklutin sum gandakallurin, sum
dugir meira enn tey flestu við
gandastavinum.
Útlendsk bløð skriva, at Emma
Watson, sum spælir Hermoine
í Potterfilminum, og sum er
gentan, ið fólk vilja hava skal
finna saman við Harry Potter, er
blivin meira ella minni strævin at
fáast við.
Emma Watson er 16 ár, og
møguliga er hon blivin órógvað
av nógvu umtaluni kring heimin,
ella er hon bara blivin ein strævin
tannáringur.
Sagt verður frá upptøkunum, at
unga Watson grenjar so illa, at
bæði leikstjóri og viðleikarar eru
um at fáa toknir av henni. Hon
hevur gramt seg fyri leikstjóra
num um, at tað verður arbeitt ov
hart, og at hon ikki hevur skrivað
undir nakran sáttmála, sum skal
hava so nógv arbeiði við sær.
Í sambandi við fimta filmin
hava samráðingar eisini verið um
tveir teir næstu Potterfilmarnar,
og eisini her var Emma Watson
ring at fáast við, og framleiðar
arnir máttu leggja meira pengar
á borðið fyri at fáa hana at spæla
við í næstu filmunum eisini.
Grint keypti ísbil
Aðrir av sjónleikarunum í Potter
filminum eru í betri lag, og Rupert
Grint, sum spælir Ron, hevur
keypt sær sín fyrsta bil, nú hann
er blivin 18 ár. Fyrsti bilurin hjá
Grint er ein ísbilur, sum hann
heldur er sera cool.
Daniel Radcliffe, ið spælir
Harry Potter, hevur nú fingið
innivist á savninum hjá Madame
Tussaud, har kendir sjónleikarar
verða eftirgjørdir við flottum
voksfigurum. Radcliffe er við
sínum 17 árum tann yngsti
sjónleikarin, sum er komin á
semerkta savnið.
Fríggjadagin í næstu viku
verður nýggi filmurin um Harry
Potter eisini frumsýndur í Havnar
Bio.
Harry Potter aftur
á hvíta tjaldinum
Um eina viku verður fimti filmurin um Harry Potter
frumsýndur. Sjónleikarin Daniel Radcliffe er blivin
halvvaksin, men hann dugir framvegis at ganda á
hvíta tjaldinum, og Hermoine sigst verða blivin
strævin at fáast við
Ron, Harry Potter og Hermoine eru øll við í nýggja filminum um Harry Potter
Filmur
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Kári Mikkelsen
karim@sosialurin.fo