fríggjadagur 6. juli 2007síða 5
‹ fyrra síða allar 79 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Vikuskifti
5
Nr. 128 • 6. juli 2007
hondbólt. Strandingar hava spælt
skjótan, tekniskan hondbólt, og
tað er eisini tað, sum eg vil hava
mítt lið at gera, sigur Claus, sum
vónar, at fleiri ungir leikarar fara
at banka uppá fyrsta liðið.
- Eg vóni, at teir ungu
leikararnir koma at trýsta teir
eldru. Eg ætli mær ikki at nýta
teir somu 12 leikararnar alt árið.
Um teir ungu leikararnir vísa
viljan til at menna seg, kann eg
hjálpa teimum at gerast betri
leikarar, sigur Claus.
Dani skal styrkja
um liðið
Claus tekur ein danskan spæl-
stýrara við til Føroya, sum skal
styrkja um liðið. Talan er um
Danni Syhler, sum fyrr hevur
spælt undir Claus.
- Danni fer at hava stóran
týdning fyri liðið. Hann er ein
”allround” leikari, sum dugir at
skora mál sjálvur, men hann ger
eisini hinar betri. Hann vil geva
hinum leikarunum nógv við sínum
royndum, sigur Claus.
Donsk feløg
sýna áhuga
Claus ætlar ikki at vera venjari
hjá StÍF í meira enn 3 ár. Fyribils
er sáttmáli skrivaður fyri eitt ár.
Eftir hetta eru fleiri møguleikar.
- Eg taki fleiri venjaraskeið,
og eg ætli mær at halda fram
við hesum. Fleiri donsk feløg
hava spurt seg fyri, men beint
nú hugsi eg einans um StÍF. Men
í framtíðini fari eg møguliga at
venja okkurt danskt felag. Eg fari
helst serliga at venja unglingar,
tí at mær dámar best at arbeiða
við ungum leikarum, sum kunnu
mennast, sigur Claus.
Claus og familjan fara helst at
flyta aftur til Danmarkar einaferð,
men tey kenna seg líka nógv
heima í Føroyum, sum í Danmark.
- Tað kann sjálvandi vera torført
at siga, hvat er heima. Eg eri
dani, og Guðrun er føroysk, og
vit hava búð bæði í Føroyum og
Danmark. Beint nú búgva vit í
Føroyum, og vit føla, at Føroyar
er okkara heim. Kortini gleði eg
meg ótrúliga nógv til at fara í
summarfrí í Danmark, sigur Claus.
Tosar føroyskt
Nógvir danskarar hava trupult
við at tosa føroyskt, hóast teir
hava búð nógv ár í Føroyum.
Claus tosar tó føroyskt, og hóast
tú hoyrir, at hann er dani, so
klárar hann seg heilt væl.
- Eg dugi ikki heilt at benda,
men eg royni at tosa føroyskt. Eg
gangi eisini høgt uppí, at børnini
duga at tosa føroyskt, sigur
Claus, sum var noyddur at læra
seg føroyskt, tá ið hann var til
skips.
- Eg sigldi við Venus, og
føroyingarnir umborð vildu ikki
tosa við meg, um eg tosaði
danskt. Hetta var sjálvandi skemt
frá teirra síðu, men tað noyddi
meg so at royna at tosa føroyskt,
og síðani havi eg roynt, sigur
Claus.
Claus um trúgv
- Eg gangi ikki í kirkju hvønn sunnudag,
men eg virði átrúna. Yngsti sonurin
gongur í adventistaskúlan. Tað er eisini
tí, at mær dámar væl, at fólk hava
góð virðir. Tað eru nógv religiøs fólk í
Føroyum, og tað er heilt í ordan við mær
Claus um føroyskan ítrótt
- Føroyingar hava satsað ov nógv uppá fótbólt. Tit hava størri kjans at
gera tykkum galdandi í altjóða kappingum í hondbólti. Eg vildi sagt, at
føroyingar hava størri kjans at koma á støði við íslendingar í hondbólti
enn í fótbólti
us at tosa føroyskt
Navn: Claus Rasmussen
Føddur: 4. mars 1961
Maki: Giftur við Guðrun Horn
Familja: Eiga børnini Kára,
Elsu og Teis
Arbeiði: Pedagogur
Venjari hjá StÍF
Fakta
- Tað kann sjálvandi vera torført at siga, hvat er
heima. Eg eri dani, og Guðrun er føroysk, og vit
hava búð bæði í Føroyum og Danmark. Beint nú
búgva vit í Føroyum, og vit føla, at Føroyar er
okkara heim. Kortini gleði eg meg ótrúliga nógv
til at fara í summarfrí í Danmark, sigur Claus
Rasmussen. Mynd: Jens Kr. Vang