mánadagur 9. juli 2007síða 4
‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 129 - 9. juli 2007
tíðindi
Ein rúgva av fólkum
var í býnum um viku
skiftið, sum tó var
rímiliga friðarligt,
verður sagt av løg
reglustøðini, har tey
vita um eitt sjáldsamt
harðskapsmál við ein
um hártrimmara
LØGREGLUTÍÐINDI
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Nógvar fráboðanir um tón
leik, sum verður spældur
ov hart, vitna um, at ung
dómurin hevur hildið nógv
ar veitslur í høvuðsstaðnum
um vikuskiftið. Harnæst
koma øll brúdleypini, sum
vóru leygarkvøldið 7/707
og tað setti futt í kvøldið og
náttina við.
Tveir brandar
Eisini vóru tvær eldfráboða
nir um vikuskiftið. Tann fyr
ra fríggjakvøldið í Havn,
har ein grýta kókaði turr.
Talan gjørdist tó bert um
roykskaða. Verri var í Lam
ba, har eldur kom í eini
gomul sethús har eini hjún
við tveimum børnum búðu,
og alt innaní brann.
Hýruvognsførari
koyrdi 128km/t
Ferðslupolitiið var eisini úti
um vikuskiftið, og teir steð
gaðu einum ávirkaðum bil
førara, umframt at tveir
vórðu tiknir fyri at koyra alt
ov skjótt – 128 og 134 km/t
koyrdu teir.
Tann, sum koyrdi 128
km/t var hýruvognsførari.
Hann fær treytaða frádøm
ing av koyrikortinum, tí
hann var máldur beint undir
teir 50 km/t omanfyri 80
km/t, sum geva treytaleysa
frádøming. Tað fekk hin bil
førarin, sum varð máldur at
koyra 134 km/t.
Í Suðuroynni var eitt
ferðsluóhapp, har ein bilur
í Hvalbiartunlinum fór rætti
liga illa. Av onkrari ókend
ari orsøk endaði bilurin á
takinum inni í tunlinum,
men bilførarin slapp við
minni snuddum. Av tí, at
Hvalbiartunnilin er so smal
ur, mátti bilurin sleipast út
eftir takinum, meðan bilfør
arin sjálvur gekk út.
Harðskapur við
hártrimmara
Eisini okkurt harðskapsmál
hevur verið. Bæði av Strond
um, har stevna var, og av
Tvøroyri kom onkur fráboð
an, umframt eina einstaka í
Havn. Av hesum var ein
nokkso sjáldsom fráboðan.
Í einum balli høvdu onkr
ir unglingar stuttleika sær
við at trimma ein avdotnan
mann. Hesin, sum var síð
hærdur, vaknar og sær at
hann er púra skallutur í
støðum, og tað heldur hann
ikki vera stuttligt. Tí fer
hann til løgregluna fyri at
melda tilburðin.
Løgreglan sigur í morgun,
at eisini hetta verður bólkað
sum harðskapur, men tá teir
greiddu
manninum
frá
avleiðingunum, tað kundi
fáa fyri ungu dreingirnar,
sum í spølni høvdu verið
dekan ov ólátaðir, valdi
hann fyribils ikki at melda
dreingirnar, men at umhu
gsa støðuna.
Nógv fólk men friðarligt kortini
Eitt ferðsluóhapp í Hvalbiartunlinum sá rættiliga ógvusligt út, men førarin slapp við smærri snuddum
Í Lamba brann alt innan úr einum sethúsum leygarkvøldið
Mynd: Álvur Haraldsen