Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-07-06, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 6. juli 2007síða 22

‹ fyrra síða allar 79 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 128 • 6. juli 2007 Vikuskifti 22 Hóast fløkjasligi húsin ger, at man næstan ikki hevur hug at fara undir trífaldu fløguna, »Úr Maskinrúminum« hjá Kaj Klein, so er hon verd avbjóðingina. Kaj hevur gjørt bestu føroysku útgávuna higartil í ár. Ummæli Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo »Úr Maskinrúminum« er úrslitið av samstarvi millum tveir útisetar, vestmenningin Kaj Klein og havnarmannin Tórodd Poulsen. Saman við einum flokki av donskum topptónleikarum hava teir skapt eitt ótrúliga flott verk, eitt maskinmeistaraverk. Eina trí­falda fløgu, tretivu skeringar ella tilsamans 125 minuttir og 45 sekund av tónleiki upplestri og ljóðmyndum. Hetta er einki minni enn eitt stórverk. »Úr Maskin­ rúminun« hevur satt at siga ikki serliga nógvar veikar løtur. Á fløguni er fimm sløg av sker­ ingum. Har eru teir 14 sangirnir hjá Kaj við orðum hjá sær sjálvum ella Tóroddi, tvey lániløg, tvey instrumental løg, fýra skerðingar við upplestri av Tóroddi við tón­ leiki undir og átta skerðingar við upplestri av Tóroddi við ljóðmynd­ um undir. Nógv fangandi løg Sangirnir hjá Kaj eru sum heild framúrskarandi góðir. Har eru t.d. fantastisk og syngi­við­vinarlig løg, sum »Pallasa Pengar« við festliga kórinum, ið tungmálms­ bólkurin SIC stendur fyri. Tað er lætt at í­mynda sær seigliga niður­ lagið: »Vit drekka okkum fullar fyri Palla’sa pengar«, sum fastan tátt í­ komandi føroyskum drykki­ gildum, ein lagna, ið lagið »Char­ lie« eisini lætt kann fáa. Tekstur­ in, ið vinarliga lænir frá Lokum klassikaranum av saman navni, ví­sir, at Kaj hóast sí­ni nógvu ár uttanlands kennir til heimliga tón­ leikapallin og samfelagið. Eisini løgini »Sawyer« og »Spurningur til Fanan« eru sera fangandi. Men hetta er ikki fyri at taka nakað frá Eitt maskinmeistarave Sangirnir hjá Kaj Klein eru sum heild framúrskarandi góðir, heldur ummælarin hjá Sosialinum