mánadagur 9. juli 2007síða 2
‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 129 - 9. juli 2007
tíðindi
SAMBAND
eirikur liNDeNSkov
eirikur@SoSiAluriN.fo
tlf 341800
- Perla gevur øllum
loyvi at vera góð
við seg, og øll eru
forelskað í henni,
sigur Valborg
Josephsen, leiðari
á Sambýlinum, har
tey við íblástri frá
Eden hugtakinum
hava fingið sær hund.
Hundahvølpurin er
partur av eini størri
hugburðsbroyting,
sum er í ferð við at
kollvelta lívið hjá teim
eldru í sambýlinum
Ellisár
Dorit Hansen
dorit@sosialurin.fo
- Vit eru tikin av bóli av,
hvussu
positiva
ávirkan
hundahvølpurin hevur á tey
eldru, sigur leiðarin á Sam-
býlinum
á
Heygum
í
Klaksvík, Valborg Joseph-
sen.
Fyrr í vár varð skipað fyri
stórari ráðstevnu um eitt
nýtt rák innan eldrarøkt,
sokallaða Eden Alternativið,
har røktarheim ikki longur
skulu vera stovnar, men
hugnalig heim, har øll
kunnu vaksa og grógva, og
har lívið er vert at liva.
Og í Klaksvík varð hug-
skoti loftað, og hundahvølp-
ur bíðlagdur, longu áðrenn
ráðstevnan byrjaði. Nú hevur
fitti hundahvølpurin búð á
sambýlinum í tríggjar vikur.
Og øll eru líka býtt í honum.
Sambært Eden alternativi-
num eru einsemi, leiðsemi
og hjálparloysi størsti trupul-
leikin á einum vanligum
stovni fyri eldri. Mótevni
móti hesu er tætt samband
við børn, djór, plantur, at
hava spontanitet í daglig-
degnum, og at hava onkran
at taka sær av.
- Øll hava tørv á at geva
umsorgan, eisini eldri fólk.
Men henda uppgávan verð-
ur tíverri ofta tikin frá teim-
um á ellisheimum, sigur
leiðarin á Sambýlinum á
Heygum.
Og Perla hevur givið teim
eldru á Sambýlinum á Heyg-
um møguleika at vísa um-
sorgan.
- Tað fyrsta tey spyrja
um, tá tey komu upp um
morgunin er, hvar er Perla,
og hevur Perla fingið at eta,
sigur Valborg Josephsen.
Men Perla hevur havt
fleiri jaligar broytingar við
sær enn bara tað, at tey
eldru sleppa at vísa um-
sorgan fyri henni.
- Perla er vorðið samtalu-
evni nummar eitt millum
búfólkini. Nú hava tey ein
livandi skapning, sum tey
øll hava ábyrgd fyri, og øll
eru góð við. Hon skapar
nýggj sambond og nýggj
vinarløg.
Hundur og
spontanitetur
- Tey eldru hava eitt serligt
forhold til Perlu, tí tey vita,
at hetta er teirra hundur. Tá
hundurin skal keypast, kom
eigarin við trimum hunda-
hvølpum, og tey, sum vóru
før fyri tí, sluppu at velja,
hvønn hund vit skuldu
hava,
greiðir
Valborg
Josephsen frá.
Navnið á hundinum hava
tey eisini sjálvi valt.
- Vit komu við nøkrum
uppskotum. Men tey kundu
slett ikki brúkast, tí í teirra
verð skal ein hundur eita
Snar, Molly ella Perla.
Seks av teim 16 búfólku-
num á Sambýlinum eru
dement. Valborg Josephsen
sigur, at tað hevur verið ser-
liga stuttligt at síggja,
hvussu Perla dugir at fáa
samband við tey.
- Tá vit settu Perlu í føvn-
ingin hjá eini konu, sum vit
hava ringt við at fáa sam-
band við, hugdi hon inn í
eyguni á Perlu og kelaði
hana um ryggin. Hetta var
heilt fantastiskt at síggja.
Nýggi hundahvølpurin er
ein liður í eini størri hug-
burðsbroyting.
Málið
á
Sambýlinum á Heygum er
at fáa allar rytmur vekk, so
sambýlið
verður
eitt
hugnaligt heim fult at spon-
taniteti og ikki ein stovnur
stýrdur av rytmum.
- Nógv børn koma at vitja
okkum, serliga nú aftaná at
vit hava fingið Perlu. Og
tey fylla eisini húsið við
lívi. Fyrr var tað so, at
barnagarðar
ringdu
og
avtalaðu tíð at koma at vitja
okkum, men nú hava vit
ringt runt og sagt, at tey
bara skulu detta inn á gólvi,
sigur leiðarin á sambýli-
num.
Eisini matartíðirnar eru
vorðnar meira liðiligar. Tað
er ikki so týdningarmikið,
um øll eta í senn. Alt hetta
ger ikki bara lívið hjá
búfólkinum betri, men tað
er eisini ein fyrimunur fyri
starvsfólki.
- Búfólkini hvíla meir í
sær sjálvum og eru meira
avslappað. Og tey eru nógv
minni bundin av okkum
starvsfólkum. Tað ger okk-
ara arbeiði lættari og skapar
trivnað fyri øll, staðfestir
Valborg Josephsen, sum í
næstum fer undir at inn-
draga tey avvarðandi í tær
hugburðsbroytingar,
sum
tey royna at innføra.
Perla setur
lív í sambýli
86 ár gamla Jovina Olsen úr Vík hevur búð størsta partin av lívinum á Viðareiði. Í dag sær hon
øgiliga illa og er næstan deyv, men hon gleðist um at hava fingið Perlu sum húsfólk
Margit Joensen úr Klaksvík hevur alzheimers og er ikki løtt at
koma í samband við. Men Perlu dámar henni væl at hyggja
uppá og kína. Hundahvølpurin hevur givið lívinum hjá teim
eldru á Sambýlinum undir Heygum eitt nýtt innihald