Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-07-09, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. juli 2007síða 31

‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 129 - 9. juli 2007 31 Dómaraskrivstovan Skrivstovuleiðari (administrativ kontorleder) starv sum skrivstovuleiðari á Dómara­ skrivstovuni er leyst at søkja til setan 1. september 2007. starvið er fulltíðarstarv. Høvuðsuppgávur: • starvsfólkafyrisiting • Umsiting • kunning • samskifti Førleikakrøv: • skrivstovuútbúgving ella líknandi útbúgving • Góð evni at samskifta • Áhuga og førleika innan starvsfólkaleiðslu • Góð samstarvsevni Setanar- og lønartreytir: Løn­ og setanartreytir eru sambært felags­ sáttmála millum statsansattes kartel og Finansministeriet og sáttmála millum Hk/ stat og Finansministeriet. viðkomandi, sum sett/ur verður, verður lønt/ur sum deildarleiðari i á skalatrin 39 við eini byrjunarløn uppá 26.650 kr. Haraftrat kemur eitt føroyatillegg uppá 2.202 kr. um mánaðin. tað er ein fyrimunur, um tú hevur útbúgv­ ing og royndir innan leiðslu. møguleiki verður at luttaka á skeiðum, sum verða fyriskipað av Domstolsstyrelsen. Um tú ynskir fleiri upplýsingar, kanst tú venda tær til kathrinu magnussen, skriv­ stovuleiðara, á telefon 31 10 03 innan 12. juli 2007 ella Hendrik møller, adm. sorin­ skrivara aftaná 22. juli 2007 og fáa út­ flýggjað vegleiðandi starvslýsing viðvíkjandi starvsuppgávum hjá einum skrivstovuleið­ ara. Umsóknir: Umsóknir, prógv og møgulig viðmæli skulu sendast til Dómaraskrivstovuna Postboks 28 Fo­110 tórshavn ella sum teldupostur til post@sorinskrivarin.fo Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 1. august 2007 kl. 12.00. SorinSkrivarin í FøroyUm tann 4. juli 2007 Tórshavnar kommuna Grunnurin til frama fyri samstarvi og fatan millum Nuuk - Reykjavík - Tórshavn Nú verður aftur møguleiki at søkja stuðul úr felagsgrunninum Nuuk - Reykjavík - Tórshavn. Ætlanin er í august mánaði at taka avgerð um veitan av stuðli. Tórshavnar býráð heitir tí á einstaklingar, feløg o.o., ið halda seg koma undir treytirnar fyri stuðli, um at senda býráðnum umsóknarblað við frágreiðing um tiltakið, nær tað verður og um mettan kostnað. Hetta umsóknarblað fæst í Snarskivuni ella inni á heimasíðuni hjá kommununi. Meiri fæst at vita um treytir við at venda sær til Jens M. Poulsen, kommunustjóra, tlf. 302010. Umsókn merkt „Nuuk - Reykjavík - Tórshavn“ eigur at vera Tórshavnar kommunu, postsmogu 32, 110 Tórshavn, í hendi seinasta lagi 16. juli 2007. Býarstýrini Nuuk, Reykjavík og Tórshavn hava sett pening í grunnin, hvørs endamál er at veita fíggjarligan styrk til tiltøk ella annað, ið kann fremja og menna samstarvið og fatanina millum hesar kommunur og borgarar teirra. Kunngerð Les meira á www.torshavn.fo Summarfrí Vegna summarfrí er Sjúkrakassin stongdur frá 16. juli til og við 10. august 2007 Havnar SjúkrakaSSi um... ...er lisin -so ert tú við! lýsingar