týsdagur 10. juli 2007síða 25
‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
[ Nr. 130 - 10. juli 2007 ]
Albert verður HB-venjari
Nevndin í P/F Havnar Fótbóltur hevur sett Albert Ellefsen í starv
sum venjara hjá formula-liðnum hjá felagnum. Hetta saman við
Frankie Jensen, sum verður hjálparvenjari. Í tíðindaskrivið sigur
nevndin, at tey rokna við, at hesir báðir kunnu lyfta uppgávuna
saman við spælarahópinum. Fremsta uppgávan verður her at vinna
liðið í steypafinaluna, umframt at betra um støðuna í Formula-
deildini. Felagið skal í altjóða kapping í næstu viku, tá ferðin
gongur til Íslands at leika Champions League móti Íslendsku
meistarunum úr Hafnafirði. Báðir hava teir lokið hægstu
venjaraútbúgving, og Albert hevur harafturat drúgvar royndir sum
venjari, m.a. sum hjálparvenjari hjá Havnar Bóltfelag í fleiri ár.
Fingu Serbia og Ísrael
Føroyska hondbóltslandsliðið skal í januar mánaði spæla EM-
undankappingardystir móti Serbia og Ísrael. Tað var úrslitið, nú
lutakastið til EM-undankappingina var á skránni. Og Føroyar fara at
taka lut, sigur formaðurin í HSF, Kristian Johansen. - Tað er einki at
tosa um. Vit síggja ikki hesa luttøkuna sum nakran trupulleika, men
heldur sum eina velduga avbjóðing, sigur hann.
Dystirnir móti Serbia standa á skránni at verða spældir 2. til 4.
januar, meðan teir móti Ísrael skulu spælast tann 9. til 11. januar.
Kristian sigur, at tey nú fara at samráðast um, hvørt tað er møguligt
at broyta skránna, soleiðis at fleiri enn tveir av dystunum kunnu
spælast í Føroyum.
Høvdu
nógvar
møgu-
leikar
Tað er neyvan nakar ivi
um, at Skála framdi brot
á kappingarreglurnar, tá
teir í dystinum tann 13.
mai skiftu Slavisa Kap-
lanovic inn í dystinum
móti B36.
Men tað verður frá
nógvum síðum reistur
spurningur um, hvørt tað
var neyðugt av Aganevn-
dini at døma felagið at
tapa dystin.
Og stutt svarað, so var
hetta ikki neyðugt. Tá
brot verða vigað, eru 13
ymiskir møguleikar, sum
eitt felag kann revsast
eftir. Og av hesum hevur
Aganevndin valt tann átt-
anda í røðini.
Í reglugerðini fyri FSF
stendur:
Brot á viðtøkur, kapp-
ingarreglur ella aðrar
fyriskipanir innan FSF
kann verða sekta soleið-
is:
a) átalu
b) ávarðing
c) bót
d) døma felag at missa
heimavøll
e) seta bann fyri at flyta
leikarar
f) áseta dyst/ir at skula
leikast uttan áskoðar-
ar
g) áseta dyst/ir at leikast
á uttanveltaðum vølli
h) døma felag at tapa
dyst
i) frátaka ella tilluta stig
og mál
j) frátaka felag heiðurs-
merki
k) strika meistaraheiti
l) døma lið at flyta í læg-
ri deild
m) koyra felag úr kapp-
ing
Longu í fyrstu roynd
ini eydnaðist nýggju
Aganevndini hjá Fót
bóltssambandinum at
nýta 50 dagar til eina
kæruviðgerð
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tann 13. mai spældu B36
og Skála landskappingardyst
í Formula-deildini. B36 sen-
di beint eftir dystin inn
kæru um, at Skála hevði
gjørt nýtslu av Slavisa Kap-
lanovic, hóast hesin – av
misgávum – ikki stóð skriv-
aður á dómaraseðilin.
Tað kærumálið í fjør, sum
fekk nógv tí størstu fjølmið-
laumrøðuna, var málið í
steypakappingini um spæli-
loyvið hjá Páll M. Joensen.
Millum nógvar atfinningar
um tað málið, varð eisini
ført fram, at málsviðgerðin
hevði verið alt í verðini ov
drúgv. Væl oman fyri 100
dagar.
Tá nýggju reglurnar fyri
FSF vórðu samtyktar í vár,
sást hetta eisini aftur í regl-
unum fyri Aganevndina.
Har varð nevnliga staðfest,
at miðjast skuldi eftir, at
kærumál altíð vórðu við-
gjørd eftir tveimum vikum,
uttan so at heilt serlig viður-
skifti talaðu fyri eini drúgv-
ari viðgerð.
Tvær vikur eru kanska
dekan ov knøpp tíð, um all-
ar hoyringsfreistir í einum
máli skulu haldast. Og tað
skulu tær. Men tá dómurin
frá Aganevndini kom – tann
3.juli – vóru lidnir 50 dagar,
síðani dysturin varð spæld-
ur. Og eitt mál, sum tey fles-
tu hildu vera avgreitt við
eini bót til Skála, hevði nú
brádliga avgerandi ávirkan
á oddastríðið í Formula-
deildini.
Skála hevur longu kært
málið til yvirkærunevndina.
Men verður málsviðgerðin
her eins drúgv, fer august
mánaður um at vera runnin,
áðrenn endalig greiða fæst
á, hvussu stigatalvan eigur
at síggja út.
Aganevndin dumpaði
50 dagar gingu, frá seinasta
bríksli á vøllinum hevði
ljóðað, til Aganevndin hjá
FSF hevði gjørt sín úrskurð í
kærumálinum
savnsmynd/Álvur Haraldsen
Sosialurin mannar Formula-liðið við spælarunum, sum stóðu
seg best í 16. umfari av Formula-kappingini
Formula-liðið