mikudagur 11. juli 2007síða 4
‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
tíðindi
Nr. 131 - 11. juli 2007
Næsti av stóru
føroysku bankunum
varð í dag skrásettur
á partabræva
marknaðinum
í Reykjavík og
Keypmannahavn
BØRSSKRÁSETING
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Tað var ein stór løta fyri
fyrst og fremst Eik Banka,
men eisini fyri føroyska
samfelagið sum heild, tá
næsti av stóru bankunum í
Føroyum varð skrásettur á
virðisbrævamarknaðunum í
Íslandi
og
Keypmanna
havn.
Hetta
hendi
klokkan
ellivu í morgun, og varð
sent beinleiðis á alnótini í
bæði útvarpi og sjónvarpi.
Marner Jacobsen, for
stjóri, beyð vælkomin og
greiddi síðani frá týdning
inum, børsskrásetingin fór
at hava fyri bankan. At
verða skrásettur á virðis
brævamarknaðinum merkir
eisini, at fólk fáa kenslu til
bankan, og tað merkir aftur,
at tey ikki bert koma at
kenna sjálvan bankan, men
eisini Føroyar sum heild.
Sigurð Poulsen, lands
bankastjóri og stjóri á Virð
isbrævamarknað
Føroya,
segði eisini nøkur orð og
vísti á tað, sum væntað varð
og tað, sum hent er innan
partabrævamarknaðin. Með
an ikki so nógvar fyritøkur
sum roknað varð við hava
skrásett seg á marknaðinum,
so umboða tær kortini væl
størri virði, enn roknað var
við.
Tríggjar
fyritøkur
eru
higartil skrásettar og vænt
andi verður hin fjórða,
Atlantic Airways, skrásett í
heyst. Umframt báðar teir
stóru bankarnar er eisini
Atlantic Petroleum skrásett
á virðisbrævamarknaðinum.
Hesar fýra fyritøkurnar
hava eitt virði, ið svarar til
70% av BTÚ, og tað er
nógv meiri enn tey 30%,
sum roknað varð við.
Lívligur handil
Áðrenn skrásetingin fór av
bakkastokki klokkan ellivu,
undirskrivaðu
partarnir
formliga samstarvið. Fyri
Eik
Banka
vóru
tað
forstjórin, Marner Jacobsen,
og
nevndarformaðurin,
Frithleif Olsen, sum førdu
pennin,
meðan
Tórður
Friðjónsson frá íslendska
partabrævamarknaðinum
og Sigurð Poulsen fyri
VMF, sum er í samstarvi
við íslendingar, skrivaðu
undir.
Fyri
Virðisbrævamark
naðin í Keypmannahavn
skrivaði
Carsten
Borre
undir,
og
samstundis
handaði hann Eik Banka
leiðsluni planka við fýra
klokkum á, eins og Føroya
Banki fekkk, tá hesin varð
skrásettur.
Klokkan snøggliga ellivu
byrjaði so handilin við
partabrøvum hjá Eik Banka
á íslendska og danska
marknaðunum, og fyrstu
løtuna var eisini lívligur
handil at síggja á tí til
endamálið uppsetta skíggja
num.
Fyrstu
løtuna
vórðu
soleiðis handlað um túsund
partabrøv um minuttin, og
hetta er eisini nakað, ið
kendist aftur frá skrá
setingini av Føroya Banka á
børsinum.
Bæði leiðsla og nevnd
eru
sannførd
um,
at
skrásetingin av Eik Banka á
børsinum
fer
at
koma
teimum 11.000 partaeigar
unum til góða, eins væl og
tað kemur bankanum og
samfelagnum sum heild til
góða.
Túsund um minuttin
Marner Jacobsen skrivar undir, meðan Frithleif Olsen nevndarformaður, Sigurð Poulsen, stjóri á
VMF, og Tórður Friðjónsson, stjóri á íslendska virðisbrævamarknaðinum, hyggja at
Mynd: Álvur Haraldsen
Magni Laksáfoss, fíggjamálaráðharri, og Bjarni Djurholm, vinnumálaráharri, umboðaðu
landstýrið
Mynd: Álvur Haraldsen
Ríkir sviar
Sviar eru høvuðríkir. Hækkandi íbúðarprísir og positiva
gongdin á børsinum hevur gjørt fimta hvønn svia omanfyri
20 ár til millióning. Ein millióningur er ein, sum hevur eina
nettoogn minus skuld upp á meiri enn eina millión. Tølini
stava frá Statistiske Centralbyrån og eru grundað á
inntøkuárið 2005. Stórur munur er tó á inntøkunum býtt á
aldur. Menn í aldrinum 5564 ár forvinna í meðal 370.000
krónur, meðan inntøkan fyri menn í aldrinum 2029 ár er
177.000 krónur í meðal.
Heimsins longsti giftast
Tað er ein stórur dagur, tá ein skal giftast. Men tað er eisini
eitt stríð, tá mann er heimsins longsti maður. Tað mátti Bao
Xishun sanna, tá hann mátti niður á knæ fyri at sleppa inn í
brúdleypstjaldið. Og tað er ikki bara sjálvt brúdleypið, ið geva
trupulleikar, tey hava eisini havt trupult við at finna møblar
og annað innbúgv, ið passar báðum. Tað er heldur ikki lætt, tá
maðurin er 236 cm, meðan konan bert er 166 cm.