Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-07-11, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 11. juli 2007síða 23

‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 [ Nr. 131 - 11. juli 2007 ] Ungverjar­ nir við á Streymnesi Nýggju spælararnir hjá EB/Streymi eru í hópinum, tá teir í kvøld skulu spæla seg í fyrstu løg­ mansfinaluna hjá felagnum Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Kárloy Potemkin og Zsolt Szekeres skuldu eftir ætlan vera partur av liðnum, tá EB/Streym­ ur seinasta vikuskifti spældi móti B71. Tað eydnaðist tó ikki at fáa spæliloyvini greidd til tíðina, men nú er hetta tó komið í rættlag, sig­ st. Og so er einasti spurn­ ingurin, hvørt tað eydn­ ast EB/Streymi at spæla seg í fyrstu steypafinalu­ na hjá felagnum. Úr fyr­ ru hálvfinaluni hava teir eina 2­0 leiðslu, og tí standa teir avgjørt við betru kortunum á hond­ ini. Og við einum hópi, sum fyri fyrstu ferð í ár er púrasta fullmannaður, fær útgangsstøðið hjá venjarunum ikki verið nógv betri. Hjá Skála er útgangs­ støðið ikki heilt so opti­ malt. Fyrst og fremst, tí teir eru aftan fyri við tveimum málum undan dystarbyrjan, men eisini tí liðnum vantar tveir av annars føstu brikk­ unum. John Petersen, sum nú eisini er spælandi venja­ ri hjá Skála, hevði longu lagt sær eina uttanlands­ ferð til rættis, áðrenn hann gjørdist venjari. Og tí er hann í hesum døgum á Tenerifa. Hartil er Pauli G. Hansen eisi­ ni burturstaddur, so tað verður uttan teir báðar, at Skála skal royna at venda 0­2 til í minsta lagi 2­2. Katrin rør í Lüzern Seinasti world­cup róðurin í ár verður í Lüzern um vikuskiftið. Katrin Olsen er aftur millum luttakararnar á danska landsliðnum, og hesa ferð eru vónirnar um sigur ikki heilt ongar. Kinversku róðrarkvinnurnar taka nevnliga ikki lut í kappingini. Talan verður tó kortini um kapping, tí millum tær 20 manningarnar, sum eru tilmeldaðar, eru bátar úr eitt nú Canada, Australia og USA. Til ber at fylgja róðrunum á HYPERLINK "http:// www.worldrowing.com" www.worldrowing.com Bianchi til City­álopið Hóast hann hevur vant undir Svenn Gøran Eriksson seinastu vikuna, so verður tað ikki lætt hjá Christian Restorff Mouritsen at vinna sær pláss í álopinum hjá liðnum. Fyrsta keypið hjá svenska venjaranum verður eftir øllum at døma italski framherjin, Rolando Bianchi. Bianchi var besti málskjúttin í seriu A í fjør, og fleiri av europisku stórfeløgunum hava ligið framvið í royndunum at tryggja sær undirskrift hansara. Manchester City skal rinda á leið 90 milliónir kr. til Reggiana fyri spælaran. Sunnudagin stendur Tórshavn Marathon aftur á skránni. Higar til hava 24 rennarar boðað frá luttøku marathon Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Aftur í ar fara føroyskir og útlendskir rennarar at kapp­ ast í Tórshavn Marathon. Hetta er fjórða ferðin, at kappingin verður skipað, og undanfarnu árini hevur luttøkan verið heilt góð. Tað er tó ikki so, at bert rennarar, ið taka allan mara­ thon­teinin, kunnu taka lut. Skipað verður eisini fyri kapping á hálvum teini, eins og stuttleikarenning fy­ ri vaksin og børn verður skipað yvir ávikavist 5,8 og 3 kilometrar. Higar til hava 73 rennarar teknað seg til renningina, og av hesum hava tey 24 sett sær fyri at renna allan marathon­teinin, har renn­ ingin samstundis er FM­ kapping. Renningin byrjar klokkan 13, og er starturin í Miðbýn­ um. Teinurin, sum skal renn­ ast, eru fyrst 5,8 kilometrar í býnum. Síðani verður móti Kaldbak, aftur til Havnar, fram við Strond og so aftur til Miðbýin, har málið eisini er. Kort yvir teinin, har drykkipostar eisi­ ni eru frámerktir, sæst á síð­ uni, www.torshavnmara­ thon.com. Klokkan 17 verða vinn­ ingarnir handaðir fremstu rennarunum. Marathon verður sunnudagin 42.194 metrar skulu leggjast aftur um bak, áðrenn greiða fæst á, hvør verður vinnari av Tórshavn Marathon sunnudagin Fleiri manningar eru, sum kunnu vissa sær FM­heitið, tá róð verður á Sørvági komandi leygardag. Grundað á róðrarnar á Fjarðastevnu verður startrøðin til ymsu róðrarnar hendan 5-mannafør, dreingir 5 Blikur 6 Junkarin 7 Tjaldrið 8 Havfrúgvin 9 Sílið 10 Jallurin 11 Drekin 12 Teistin 13 Fípan Fagra 6-mannafør, kvinnur 8 Lómur 9 Jarnbardur 10 Kollfirðingur 5-mannafør, gentur 6 Teistin 7 Blikur 8 Drekin 9 Hvassi 10 Tambar 11 Ørnin 5-mannafør, kvinnur 5 Jallurin 6 Teistin 7 Frúgvin 8 Fípan Fagra 9 Sílið 10 Ørnin 11 Ritan 12 Erla Kongsdóttir 13 Blikur 6-mannafør, menn 5 Kollfirðingur 6 Lómur 7 Jarnbardur 8 Tvørabáturin 9 Sundabáturin 10 Strálan 11 Rádni 12 Riddarin 8-mannafør 7 Ørvur 8 Árnfirðingur 9 Heiðabáturin 10 Argjabáturin 11 Knørrur 10-mannafør 8 Vestmenningur 9 Eysturoyingur Startrøðin á vestanstevnu