mikudagur 11. juli 2007síða 36
‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
36
Nr. 131 - 11. juli 2007
bilar
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800
Ivan Johansen Bilar
presentera í hesum
døgum tveir nýggjar
Mercedes-Benz: C-
klassan og ML, sum
báðir eru við til at
seta nýggjar standar-
dir í sínum klassa
Bilar
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Sum altíð tá ein nýggjur
Mercedes-Benz kemur á
marknaðin, setur hesin eisi-
ni nýggjan standard í sínum
klassa, serliga innan trygd
og komfort. Soleiðis er eisi-
ni við nýggja C-klassanum.
Størri trygd, betri komfort
og betri koyrieginleikar,
men sami prísklassi, vóru
nøkur av lyklaorðunum tá
”spakin varð settur í “ til
nýggja Mercedes-Benz C.
Nýggi Mercedes-Benz C
er bæði longri og breiðari
enn forgangarin. Hetta gev-
ur betri pláss í kabinuni og
viðførisrúmið er eisini vaks-
ið við 20 litrum til 475 liter,
samstundis sum aksilfrá-
støðan eisini er størri.
C-klassin fæst framvegis
við fleiri ymiskum 4-cyl.
bensin og dieselmotorum
umframt teir væl umtóktu
V6-motorarnar. Motorarnir
eru nú kvikari, meira orku-
sparandi og umhvørvisvin-
arligari enn áður.
Mercedes-Benz ML
Síðan ML-serian hjá Merce-
des-Benz fyrstu ferð kom í
1997, er SUV marknaðurin
nærmast
eksploderaður.
Hóast hesin nýggi líkist for-
gangaranum, er hann fakt-
iskt ein ein heilt annar og
munandi betri bilur, bæði
hvat komforti, koyriegin-
leikum og kvaliteti viðvík-
ur.
Nýggi ML er vorðin stør-
ri og betri útgjørdur enn for-
gangarin, og allar útgávur-
nar hava t.d. 7-trins 7G-Tro-
nic automatgir sum stand-
ard. Bilurin hevur eina heilt
nýggja
framkomna
4x4
skipan. ML fæst í nógvum
ymiskum útgávum og moto-
rum. Hesin hevur 6 syl. tur-
bo dieselmotor við 190 hk.
Bilarnir kunnu síggjast
og roynast hjá Ivan Johansen
Bilum við Hoyvíksvegin.
C-klassin hjá Mercedes-Benz fær sera góðu ummæli uttanlands, t.d. gav Ekstra Bladet
bilinum seks stjørnur
Nýggi Mercedes-Benz ML. Allar útgávurnar hava t.d. 7-trins 7G-Tronic automatgir sum
standard
Ivan Johansen Bilar presentera í hesum døgum hesar báðar bilarnar: Mercedes-Benz ML og
nýggja C-klassan. Á myndini eru Pauli Waag, sølustjóri, og Sjúður Johansen, fíggjarleiðari
Nýggjheitir frá
Mercedes-Benz
bilar