hósdagur 12. juli 2007síða 1
Tekstur á síðuni
Nr. 132 • hósdagur • 12. juli 2007 • 81. árgangur • Kr. 15,00
Ongin
manning
úr bygdini
Finalistar
funnir
Toskatráða
-40%
Falkavegur 6 · FO-100 Tórshavn · Tel. 34 46 00
Fax. 34 46 01 · T-post: krosstein@krosstein.fo
www.krosstein.fo
Fáast svartir,
hvítir, reyðir,
bláir, neon
og pink
einans
499,-
Áarvegur 5 · Tel 31 37 20
Kjallarin
damuskógvur
Cheapo
nýggir
litir
Síða 8-9
Síða 20
Ung manning
nOydd í land
»Tað er okkum ein stórur heiður
at fáa høvi til at bjóða øllum,
bæði burturi og heima, vælkomin
á Vestanstevnu í Sørvági í ár.
Síðani seinastu vestanstevnu
eru bygdirnar í okkara kommunu
vorðnar fleiri. Lítlu, vøkru
náttúruperlurnar Mykines,
Gásadalur og Bøur, eru nú eisini
við.
Sum so mangan fyrr verður
Sørvágur karmurin um
vestanstevnuna. Og tað gleða vit
okkum til.
Vónandi fara lítlu bygdirnar í
kommununi at merkja ein farra
av stevnuhýri eisini.
Okkara tjóðar ítróttur, kappróð
urin, hevur ikki haft góðan byr í
bygd okkara seinastu árini.
Nýggjar kreftir eru fyri stuttum
komnar í leiðsluna fyri Sørvágs
vónandi fara tey
aftur at leggja árarnar út.
Sørvágs Kommuna hevur
vanliga ikki ein virknan lut í
fyriskipanini av Vestanstevnuni,
men hjálpir til við at skapa góðar
karmar um tiltakið. Nevndin fyri
vestanstevnuna í ár gongur
nýggjar leiðir, og tað verður
spennandi at síggja hvussu
stevnan í ár fer at hepnast.
Lívið hjá føroyinginum hevur
altíð verið eitt stríð fyri í fyrsta
lagi at vinna sær føðina, og í
øðrum lagi at vinna sær sømilig
lívskor. Hetta hevur ofta verið
harður kostur og tíðum dýrgoldin
vinningur. Álvarsemi var ein
sjálvsøgd dimensión av tilveruni
á hesum kørgu klettum. Men
tíbetur átti føroyingurin eisini
evnini at skemta og stuttleika sær
í góðum vinalagi. Um hetta ikki
hevði verið, so hevði lívið verið
ein oyðimarkargongd. Álvari og
gaman eiga at ganga hond í hond
fram í gjøgnum lívið. Sum
brúðarvísan so rámandi sigur tað,
so er tað ikki gott fyri mannin at
vera so eina. Og tað er ikki bara
galdandi fyri hjúnalagið, men
fyri lívið sum heild – og
kvinnuna við.
Latið okkum øll nú fylkjast her
í vøkru bygd okkara, hugna
okkum saman við familju, vinum
og kenningum á tann hátt tað
fellir okkum.
Onkur tuskar við sveittabrot
eftir einum leðurpetti niðri á
fótbóltsvøllinum, meðan onkur
annar spákar fót fyri fót ein
romantiskan kærleikstúr við
unnustuni eftir Niðara vegi
framvið hugnaligum alduskvatli.
Møguleikarnir eru nógvir.
Bygdin breiðir seg opin her inni
á botni á náttúruvakra
Sørvágsfirði og býður
fremmandafólki at vera
vælkomin.
“Vit vóru saman í mangari
ferð, ei mín vinur skiljast vit
her!” verður kvøðið. At møtast
og skiljast er ein lívstreyt og
kann vera bæði gleðiligt og sárt.
Í dag er ikki tíð at skiljast. Í dag
er tíð at møtast.
Verið hjartaliga vælkomin á
vestanstevnu her í Sørvági. Vón
mín er, at vit fara at síggja nógv
fólk hugna sær saman við vinum
og kenningum.
Góða Vestanstevnu!«
Jákup Suni Lauritsen,
borgarstjóri
Vælkomin á Vestanstevnu
Summar og sól í Sørvági. Hetta er
eisini tað, sum flest allir sørvingar
vóna at fáa, tá vestanstevna
er á skránni um vikuskiftið.
Borgarstjórin, Jan Suni Lauridsen,
er spentur til stevnuna, og hann
sigur, at øll eru meir enn vælkomin
á vitjan
Mynd: Teitur Joensen
lØgREgla
KannaR
naRKORing
Árni Dahl:
Føroyskt
rekst
millum
lógir
Síða 6
Síða 21-28
Ítr 35-36