hósdagur 12. juli 2007síða 4
‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 132 - 12. juli 2007
tíðindi
Gongst sum ætlað,
flytir sløkkiliðið í Vest
manna inn í nýggja
brandstøð seinni í ár
Bygging
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Týsdagin var reisigildi í
Vestmanna.
Tað var nýggja brandstøð
in, sum varð reist og stóð
við sum ein nakin skrokkur
av stáli og Merkinum í hún
arhátt har uppi í Miðalsbrek
ku, heilt ovarliga í bygdini.
Og gongst sum ætlað,
verður tað longu seinni í ár
at sløkkiliðið í Vestmanna
sleppur at flyta inn í nýggju
brandstøðina.
Tað er ein serlig støða,
sum ger, at vestmenningar
nú byggja nýggja brand
støð.
Brandstøðin í Vestmanna
liggur niðri við sjóvarmálan,
men so søkti Rógvi Nielsen,
maskinsmiðjur, um at fáa
støðina til maskinverkstað.
Afturfyri
skuldi
hann
byggja nýggja brandstøð til
sløkkiliðið og hann letur
sostatt hús fyri hús.
Brandstøðin,
sum
tey
hava nú, er 13 ferðir 20
metrar til støddar, ella til
samans 260 fermetrar.
Nýggja støðin er heldur
størri, 13 ferðir 26 metrar,
ella tilsamans 338 fermetrar
stór.
Samstundis verður hon
betri og høgligari innrættað
enn tann gamla er, sigur
Fríðálvur Bláhamar, brand
meistari í Vestmanna.
Í hesum sambandi fáa tey
betri umstøður at halda
skeið í nýggju støðini, men
eisini køkurin verður øðrví
si.
Vit hildu, at skulu vit
byggja nýtt, eiga vit eisini
at gera tær ábøtur, sum eru
ynskiligar.
Meirkostnaðin av at bygg
ja støðina størri og at broyta
hana innan, rindar kommun
an. Talan er
um 400.000 krónur, men
ein partur av tí er eisini
brúktur til ábøtur á økið
rundanum støðina.
Gott at liggja
fjarskotin
Men liggur brandstøðin nú
niðri við sjóvarmálan, gjør
di kommunan av, at nýggja
brandstøðin skuldi byggjast
heilt har uppi í bygdini, í
Miðalsbrekku.
Brandmeistarin er ikki
ónøgdir við, at nýggja støð
in liggur uppi í Miðalsbrekku
og tað eru hinir sløkkiliðs
menninir heldur ikki.
Gamla støðin liggur væl
fyri niðast í bygdini. Men
her uppi í Miðalsbrekku er
gott pláss rundanum støð
ina. Samstundis koma vit at
liggja beint undir liðini á
maskinverkstaðnum
hjá
kommununi, so tá ið brúk
er fyri tí, er stutt yvir á verk
staðið at fáa nakað gjørt.
Samstundis fer komm
unan at gera vegirnir til og
frá støðini betri, so at tað
verður lættari at sleppa til
og frá.
Fríðálvur Bláhamar sigur,
at teir ráðførdu seg eisini
hjá sløkkiliðnum í Havn,
sum eisini er flutt niðarligar
úr Havnini, niðan undir
Oyggjarvegin og tað hava
teir ikki verið annað enn
nøgdir við.
Hann sigur, at tað er ein
fyrimunur at vera eitt sindur
fjarskotin.
Niðri við sjóvarmálan
vóru vit til framsýning og
tað savnaðist altíð nógv
fólk, hvørja ferð, vit høvdu
skeið, ella okkurt annað
var.
Her uppi eru vit eitt sind
ur meiri fyri okkum sjálvar.
Leggur hann afturat.
Harafturat
skerst
ikki
burtur, at nógvir av sløkki
liðsmenninir eru í yngra
endanum og nógvir av teim
um búgva sostatt í nýggja
býlinginum á Miðalsbrekku,
rundanum støðina og sostatt
er skjótt at savna fólkið á
støðini.
Í løtunu eru 17 mans
knýttur at sløkkiliðnum.
Tríggir fáa eina ávísa fasta
samsýning og hinir fáa løn,
hvørja ferð, teir møta upp.
Har, sum fólk flest eru
savnað um dagin, er í skúla
num og teir hava eisini ans
að eftir, at tað verður líka
skjótt í skúlan úr nýggju
støðini, sum tað er av teirri
gomlu.
Venja saman
Brandmeistarin sigur, at
sløkkiliðið í Vestmanna er
sera væl fyri við útgerð, tí
kommunan hevur raðfest
sløkkilið frammaliga.
Vit hava nógva nýggja
útgerð. Tað seinasta, vit
hava fingið, er ein nýggjur
bjargingarbátur, men vit
hava eisini fingið nýggjar
pumpur.
Sløkkiliðið í Vestmanna
røkir eisini Válin.
Men vit hava eisini sam
starv við sløkkiliðið í Kví
vík, er kemur eldur í Kvívík,
verða vit eisini boðsendir
og øvugt.
Vit hava eisini gott sam
starv við sløkkiliðini í Vág
um. Í hesum sambandi eru
felags venjingar fýra ferðir
um árið fyri sløkkiliðnum í
Kvívík, í Vestmanna, í San
davági, í Miðvági, í Sørvági
og á Flogvøllinum.
Hann heldur, at hesar ven
jingarnar eru ógvuliga gev
andi, tí teir læra hvønn ann
an at kenna og tað er menn
andi at vera saman við øðr
um sløkkiliðsmonnum.
Treiskt techno og íðin
ídnaðarrockur fara at
runga á Summar Festi
valinum, tá ið Side Eff
ect fer at spæla
SummarfeStivalur
tíðindaskriv
Summar Festivalurin hevur
nú sett ágangandi elektron
iskan tónleik á skránni, nú
tað verður kunngjørt, at
bólkurin Side Effect fer at
spæla á Summar Festivalin
um í august.
Brynjolfur á Heygum er
høvuðsmaður í bólkinum,
sum hevur verið virkin á
ymsan hátt á føroyska tón
leikapallinum síðani 1999.
Bólkurin hevur flutt seg
nógv tónleikaliga gjøgnum
árini, men elektroniskur tón
leikur hevur altíð verið eyð
kennið hjá bólkinum. Í
2006 gav bólkurin sína fyrs
tu fløgu út.
Anno 2007 bjóðar Side
Effect harðan elektroniskan
tónleik – ídnaðarrockur kall
ar onkur tað – og teir fýra
limirnir í Side Effect fara
uttan iva at rysta eitt sindur
í skránna á Summar Festi
valinum.
Vit eru sera glaðir fyri,
at vit eru bindir um at spæla
á Summar Festivalinum, og
vit skulu nokk levera eitt
ordana show, sigur Brynjol
fur á Heygum, oddamaður í
Side Effect.
Hinir limirnir í Side
Effect eru Rúni Christiansen,
sum spælir gittar, Ludvík
Breckmann, sum leggur
rødd til tónleikin, og Svein
Gaard Olsen, ið spælir
trummur.
Vænta at sleppa inn í ár
Týsdagin var reisigildi
í Vestmanna. Nýggja
brandstøðin er reist og har
verða umstøðurnar ikki verri
enn í støðini, tey hava nú
Side Effect heldur summar í Klaksvík