Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-07-12, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. juli 2007síða 19

‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 132 - 12. juli 2007 19 Tveir útróðrarbátar, sum vóru á veg úr Føroyum til Grønlands, fingu trupulleikar av ísi í Prins Christian Sund. Tað var óðamannaverk at fara tann vegin, sigur sjóverjan Sigling Árni Joensen Útróðrarbátarnir Prime Bibi og Prime Edith noydd­ ust at venda aftur, tá teir mánadagin royndu at sleppa ígjøgnum Prins Christian Sund, tí har var ikki siglandi fyri ísi. Men tað áttu menn­ inir umborð á bátunum at vita frammanundan, sigur sjóverjan í Grønlandi. Søren Dreijer hjá Grøn­ lands Kommando sigur við útvarpið í Nuuk, at tað er alment kent, at óvanliga nógvur ísur er í Suðurgrøn­ landi í løtuni, og at øll ískort vísa, at tað er ikki siglandi ígjøgnum Prins Christian Sund. Tí undrar tað sjóverjuna, at teir báðir útróðrarbátarnir valdu at fara tann vegin kortini. Flestu skip vita, at tey eiga ikki at fara ígjøgnum sund­ ið, og at tey eiga at spyrja seg fyri um líkindini. ­ Men teir, sum ”sigla við høvdinum undir arminum”, fáa vit einki gjørt við, sigur Søren Dreijer við grøn­ lendska útvarpið. Felagið Arctic Prime Fisheries eigur Prime Bibi og Prime Edith. JFK í Klaks­ vík eigur í grønlendska felagnum, og Hanus Han­ sen, stjóri, sigur við KNR, at menninir umborð á bátu­ num høvdu væntað at fáa betri veður ígjøgnum sund­ ið, men at veðrið royndist verri enn væntað. Ursmiðjan í Sørvági Liðabrekkan 1 Tlf: 332024 Fax: 333024 ursmidja@post.olivant.fo Ur- & Brillustovan Glyvravegur 36 Tlf: 447950 Fax: 447300 ursmidja@post.olivant.fo vit ynsja øllum eina góða vestanstevnu www.ursmidjan.fo Vit hava sólbrillurnar sum verja eygu tíni best – kom inn og fá eina polaroidtest Barsilsskipanin Smyrilsvegur 20 • FO-100 Tórshavn Tel 35 35 55 • Fax 35 35 56 barsil@barsil.fo • www.barsil.fo Summarfrí Vegna summarfrí er avgreiðslan stongd frá mánadegnum 16. juli til fríggjadagin 3. august, báðir dagar íroknaðir. Opið verður aftur sum vanligt mánadagin 6. august. Telefonavgreiðslan er tó opin mánadag til fríggjadag kl. 10:00 - 12:00. Eisini er møguligt at seta seg í samband við Barsilsskipanina um telefax ella teldupost. 16. juli – 3. august sansir.fo Skilaleys sigling Tveir av teimum grønlendsku útróðrarbátunum við bryggju í Klaksvík á veg til Grønlands (mynd: Norðlýsið)