Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-07-12, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. juli 2007síða 29

‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 132 - 12. juli 2007 29 tíðindi Rættiliga nógv fólk var samankomið í góðshavnini í Ánun­ um seinnapartin í gjár, tá Atlantic Navi­ gator legði at landi. Her var eingin horn­ blástur at hoyra ella røður. Heldur merk­ tist ein ávísur harmur, nú hetta flaggskip okkara er komið at landi á seinasta sinni. Surimi­ævintýrið er at enda komið! farvæl Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Ánirnar: Nú er tað so stað­ fest: Óttin um at Navigator skul­di fara úr fl­otanum er verul­eiki, og hundraðtal­s ungfól­k mugu l­eita sær ann­ að arbeiði! Øðrvísi kann ein ikki l­ýsa støðuna í Ánunum, tá hes­ um stóri verksmiðjutrol­arin kom at l­andi. Frá at hava fiskað svartkjaft til­ surimi­ framl­eiðsl­u í Norðurhøvum fer hann nú í Íshavið at fis­ ka kril­l­. Í morgun fóru tey undir at l­anda skipið seinastu ferð. Eftir tað skal­ skipið umbyggjast, áðrenn onnur fiskimið skul­u troytast. Tað er skil­l­igt, at fól­kið her í góðshavnini í Ánunum hava gjørt sær sínar hugsan­ ir um hetta farið og týdning tess. Burtur frá mammu Í fyrsta l­agi eru mong, fyri ikki at siga øl­l­, sera hørm um, at hetta val­a skipið nú fer heil­t suður í Íshavið at fiska. ­ Hetta var sum eitt skúl­askip fyri sonin hjá mær. Og eg veit, at mong onnur hal­da júst tað sama sum eg, sigur ein errin pápi um sonin, sum í eitt tíðarskeið hevði gingið í faðirsins fótasporum sum sjómaður. Ein kvinna vísir á tann týdning sum hetta skipið hevur havt fyri tað unga fól­kið: At tey her hava havt ein ótrúl­igan møgul­eika at útvega sær kunnl­eika um eitt evni el­l­a eina vinnu á ein serstakan og praktiskan hátt. Umborð hava tey l­ært at taka hensyn til­ hvønn annan og hava hel­st fingið eyguni upp fyri, hvønn týdning fiskivinnan hevur og hevur havt fyri føroyska samfel­agið. ­ Tey hava fingið sett nøkur krøv, tey hava l­ært hvat tað vil­ siga, at vera fel­ags um eina framl­eiðsl­u – og so hava tey eisini fingið eina góða l­øn fyri al­t stríðið. ­ Og tja, so hevur dótturin hel­st eisini havt gott av at koma burtur frá mammu síni eina tíð, sigur ein onnur mamma, sum er komin at taka ímóti Navigator. Spurningur um at yvirliva Samstundis við hetta vóru tað onnur sum vístu á, at tað í roynd og veru er kapi­ tal­urin sum stýrir virksem­ inum á l­andi, eins væl­ og á sjónum. ­ Vit vita, at tey hava fisk­ að væl­, men tá l­ønsemið ikki hevur fyl­gt við, er greitt at reiðarí’ið og reiðar­ in mugu hugsa um, hvat úrsl­it hetta skal­ geva. Spurn­ ingurin var um tað mátti røkka (l­es: Røkke) el­l­a støk­ ka. ­ Al­t er ein spurningur um at yvirl­iva. Og satt at siga, so dugi eg væl­ at sígg­ ja at teir vil­ja í annan sjógv at royna, tá útreiðsl­urnar eru vorðnar størri enn inn­ tøkurnar, sigur ein annar pápi. Hinvegin so er hann 100% sannførdur um, at um tað vóru kl­aksvíkingar sum áttu hetta skipið el­l­a størri part í tí, so fór tað ikki sol­eiðis at l­eita aðrar l­eiðir til­ fiskiskap. Tað er hel­st so sum hann tekur til­: ­ Vit eiga so nógv gott fól­k her norðurø, og eg trúg­ vi at tey høvdu verul­iga vil­­ ja stríðst fyri at Navigator varð verandi her í býnum! Sova róliga Á bryggjuni vóru bæði for­ el­dur, systkin, famil­ja og onnur og tóku ímóti mann­ ingini, sum kom í l­and av hesum seinasta túrinum hjá teimum og Navigator. Ein omma er komin oman á bryggjuna at taka ímóti ommudóttrini. Hetta hevur hon gjørt mangan áður, men hvørja ferð hava kens­ l­urnar verið tær somu: ­ Ja, eg gráti al­tíð tá hon fer avstað. Nú er hon komin aftur í øl­l­um góðum, og nú kann eg sova ról­iga, sigur hon. Ommudótturin sigur hel­st tað sama. Tað skal­ vera gott at fáa fast undir fótum aftur og sína egnu song at sova í. Spurningurin er, um tey einaferð seinni verða út­pur­ rað aftur umborð á hesum – fyrrverandi – stol­tl­eika okkara. Tað kundi meiri enn so hent, at hesi ungu hava fing­ ið fisk á tonna, og hava hug at royna seg umborð á øðr­ um føroyskum skipum! Navigator var eitt gott skúlaskip »Afskedens time«. Teir takka fyri ein góðan túr og ynskja hvørjum øðrum blíðan byrð framyvir á landi Mynd: Høgni Thomsen Góðgæti og annað fekst til keyps umborð. Gott er at hava okkurt við sær til tey í landi Mynd: Høgni Thomsen Hóast ymiskt er at stytta sær stundir við umborð, er altíð gott at hava sín egna guittara við umborð. Nú fer hann at spæla annað lag í landi Mynd: Høgni Thomsen