Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-07-12, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. juli 2007síða 35

‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

35 [ Nr. 132 - 12. juli 2007 ] SAMBAND jákup Mørk jAkup@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 ítróttur - Tað er langt síðani, at vit hava verið somikið fegnir um ein sigur Jákup á Borg, HB Spælið mát­­t­­i vík­ ja fyri úr­ slit­­inum Egil á Bø, liðformaður hjá EB/Streymi, ásannar, at í gjár mátti spælið vík­ ja fyri úrslitinum. – Uppleggið var at hal­ da tætt, og sjálvt um tað ikki kom at síggja pent út, so var tað fremsta uppgávan. Vit skuldu vera aggressivir og harð­ ir, so teir ikki komu fyri seg, og tað eydnaðist fyri so vítt, tí eg haldi teir ongantíð gjørdust vandamiklir, sigur Egil á Bø. Egil á Bø hevur áður spælt steypafinalu við B36, men hetta verður so fyrsta ferðin hann roynir seg í finaluni við EB/Streymi. – Tað verður øgiliga stuttligt og ein uppliving fyri okkum øll. Nú skulu vit so royna at fara allan vegin, men tað verður ikki bara sum at siga tað, tí vit vita at HB eru sterkir á heimavølli, sig­ ur Egil speiskliga og sip­ ar til, at finalan í ár verð­ ur spæld á ovara vølli í Gundadali, og ikki sum undanfarin ár á Tórsvøl­ li. Egil sigur, at EB/ Streymur fyrst og fremst hugsaði um verjupartin, og ikki ynskti at taka óneyðugar kjansi. Hóast hetta eydnaðist tað teim­ um at fáa eitt mál. – Alt telur, sjálvt um vit ikki roknaðu vit, at tað fór at vera akkurát hatta skotið, sum endaði í netinum. Hinvegin hev­ ur tað ikki tann stóra týd­ ningin, tí nú endaði tað tilsamans 3­0 heldur enn 2­0, vísir Egil á Bø á. -rólant Eitt kontrollerað av­rik v­ið høv­uðsfokus á v­erjupartin sendi EB/Streym í fyrstu steypafinaluna nak­ rantíð FÓTBÓLTUR Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Málsetningurin hjá báðum liðunum var so greiður sum hann einaferð far verið. EB/ Streymur skuldi bara varð­ veita tryggu tveymáls leiðs­ luna, teir høvdu frá fyrra dystinum. Hetta gjørdu teir best við at verja egið mál. Skála skuldi hinvegin fáa tvey mál, áðrenn alt var opið aftur. Tí var neyðugt at fara fram á vøllin. Tó ikki longur enn so, at verjupart­ urin eisini skuldi passast, tí skoraði EB/Streymur bara einaferð, so var leyst og lið­ ugt hjá teimum appilsinlit­ tu. Tá dysturin í gjár var lið­ ugur hevði EB/Streymur staðið sína roynd, meðan Skála dumpaði. Skála dumpaði Hetta tí, at tað vóru skála­ menn sum skuldu inn at ska­ pa dystin. Teir skuldu inn at hava mál og leggja trýst á. Tað megnaðu teir bara ong­ antíð. Tvær ferðir gjøgnum teir 90 minuttirnar hóttu teir EB/Streym. Fyrra roynd­ in var eitt frekt lobb frá Alex­­andur Johansen, sum fór upp um, og seinna var eitt hart og flatt fríspark frá Kaplanovic, sum René Tór­ garð veittraði út um stólpan. Báðar fullu í seinna hálvlei­ ki, og tað var tað heila. EB/Streymur hevði held­ ur ikki nógv meiri enn tvær royndir á málið. Báðar átti nýggi maðurin, Károly, og báðu ferðirnar bjargaði mál­ verjin Marcovic meistarali­ ga. Tað kann tó ikki sigast um avrikið í samband við málið, sum EB/Streymur fekk nakað fyri leiklok. Úr 30 metrum tók Bárður Olsen kjansin og smekkaði til. Men skotið frá víkar­ manninum var einki serliga hart og flatt eftir vøllinum hevði tað kós móti Marco­ vic, sum eisini bukkaði seg niður fyri at taka bóltin upp í fangi. Hvussu málverjin gjørdi er og verður ein gáta, men onkursvegna kloddaði hann bóltin millum síni egnu bein, soleiðis at vanda­ leysa skoti endaði í málin­ um. Soleiðis dumpaði ikki bara Skálaliðið sjálvt, men eisini málverjin, sum annars hevði spælt væl. Tá hetta er sagt, so skal havast í hugan­ um, at bæði Óbi og Levi Hanssen byrjaðu uttanfyri orsaka av skaðum, sum hava plágað fyrr í vikuni, umframt at leikandi venjarin John Petersen og liðformað­ urin Pauli G. Hansen vóru burturstaddir. EB/St­­reymur st­­óð EB/Streymur stóð hinvegin roynd sína. Teir høvdu gjørt forarbeiðið í fyrra hálvfin­ aludystinum, og skuldu tí bara halda tørn. Tað gjørdu teir við at vera disiplineraðir og at spæla við skilinum heldur enn fyri áskoðarun­ um. Tí pent var tað ikki, men fyrsta steypafinalan hjá felagsliðnum úr Sunda­ lagnum er veruleiki, og tað er tað sum telur beint nú. St­­ýrdu seg í finaluna Meðan Skála mátti vera bæði John Petersen og Paula G. Hansen fyri uttan, so hevði EB/Streymur nýggju ungararnar á liðnum frá byrjan Mynd: Álvur Haraldsen