Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-07-13, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. juli 2007síða 13

‹ fyrra síða allar 71 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 133- 13. juli 2007 13 VIÐMERKINGAR Herfyri var eitt øgiligt upp- standilsi, tí nakrir næm- ingar á Tekniska Skúla í Tórshavn skuldu tosa danskt til eina próvtøku. Men so kom ein íslend- ingur og segði, at tað bilti onki og so hoyrdu vit ikki meira til tað málið. Og nú, oyggjaleikirnir vóru á Rhodos og ein hotellstjóri manglaði eina flaggstong, men var so snildur, at hann vant danska og føroyska flaggið á somu stong, bleiv alt blást upp til eina gølu. Bæði málini væl hjálpt av republic service miðlinum Kringvarpi Føroya. Tekniski Skúlin í Tórs- havn hevur gjørt tað møgu- ligt hjá ungum at lesa til byggi- og framleiðslu tøkn- ingar í Føroyum. Men fyri at henda útbúgving kann verða góðkend til víðari lestur uttanlanda og við tað at ongir próvdómarar eru í Føroyum, hevur skúlin gjørt tað einasta rætta, at fáa danskar próvdómarar til at døma avrikið hjá teimu ungu og soleiðis tryggja teimum, at tey kunnu fáa eitt prógv, sum er góðkent uttanlanda til víðari lestur. Ein fyrimunur at tosa danskt Men hesin møguleikin, sum tey ungu fáa, fall ikki í góða jørð hjá Høgna Hoydal, tí tey máttu tosa danskt til próvtøkuna. Hann vildi heldur, at tey skuldu tosa føroyskt til próvtøkuna og so ikki kunna nýta prógvið til víðari lestur! Men júst tað, at tosast skuldi danskt, kann bert hava verið ein fyrimunur, tí soleiðis hava tey ungu fyrireikað seg til at kunna nýta prógvið til víðari lestur, har tað onki hjálpir at tosa føroyskt! Men tá ið ein íslendingur segði júst hetta, hoyrdu vit ikki meiri til hetta málið! Føroyska og danska flaggið javntmett Og so blivu oyggjaleikirnir hildnir á Rhodos. Har mangl aði ein flaggstong á einum hotelli. Heldur enn ikki at flagga við føroysk- um flaggi, vant hotell- stjórin bæði føroyska og danska flaggið á somu stong. Sera snilt! Við hes- um janvtstillaði hann før- oyska og danska flaggið. Men heldur ikki hetta toldi Høgni - hann fekk aftur ilt í búkin og reisti málið sum stórmál við fyrispurningi á Fólkatingi. Onkur miðil fekk tað til, at danski ambassadørurin á Rhodos hevði givið boð um hetta. Fyri tað fyrsta er ongin danskur ambassa- dørur á Rhodos, har kann hægst vera ein konsul. Og fyri tað næsta er avsannað, at nakar danskur myndug- leiki hevur nakað við hesa “flagggølu” at gera. Men Høgni framtúrar í síni nationalu fávitsku, væl hjálptur at republic service miðlinum Kringvarpi Føroya. Føroysir journalista lítið at sær komnir Tað er skelkandi at lesa, hoyra og síggja føroysku miðlarnar ganga sneisa- ørindi fyri Høgna Hoydal og Tjóðveldisflokkin. Tað er neyvan dagur, at Høgni ella onkur annar tjóð veldis- maður ella -kvinna ikki er at hoyra ella síggja í Kring- varpinum, har tey fáa ókeypis mikrofon uttan at nakar kritiskur spurningur verður settur. Føroysku journalistarnir áttu at verið so mikið at sær komnir, at teir eisini vístu kritiska framferð mótvegis Tjóð- veldisflokkinum! Og tíðindi úr Damark. Nær hoyrir tú nakað gott? Bert negativ tíðindi úr Danmark! JOHAN PETERSEN Í eini viðmerking mánadag- in 2. juli spyr fyrrverandi virkandi álitismaðurin á boðstovuni hjá Postverki Føroya í Havn, Álvur Danielsen, hvørs ørindi Sosialurin gongur? Or søkin til spurningin er eftir øllum at døma, at blaðið dittar sær at skriva eina grein um tvær kvinn- ur, ið skýra Postfelag Før- oya fyri at taka tær sum gíslar. Hesar uppliva nevni- liga, at teirra egna fakfelag bert røkir áhugamálini hjá postboðunum, sum telja væl minni enn helvtina av limaskaranum í felagnum. Álvur Danielsen fílist á, at blaðið ongantíð hevur verið inni á gólvinum hjá Postfelagnum; ei heldur sett andlit á nakran av teimum 15 starvsfólkunum á Postverkinum, ið fingu »asnasparkið«, sum hann tekur til. Her bilar minnið hjá tær, Álvur Danielsen, tí sjálvur hevur tú 26. juni upptraðk- að í Sosialinum sum frá- farandi formaður í Føroya Filatelistfelag av somu or søk, sambært tær sjálv- um. Tú skírir meg fyri ikki at siga allan sannleikan um samrøðu mína við forkvinn- una í Føroya Postfelag, ið bað meg ringja til næst for- mannin í felagnum. Orsøkin til hetta var, at hon var so nýggj og tí ikki kundi svara fyri øllum tí, sum var hent í sambandi við eina uppsøgn fyri trimum árum síðani. Sam- bært somu kvinnum hoyrdist tá so at siga onki til Postfelagið í sambandi við uppsagnir av níggju fólkum, har talan í flestu førum var um kvinnur inni í húsinum. Nú er tað soleiðis, at tað altíð er tann, sum myndar eitt felag, vit sum tíðinda- fólk eiga venda okkum til, og tað ger ein formaður ella forkvinna nú einaferð. Næstformaðurin ella næst- forkvinnan kemur bert upp á tal, um vit ikki fáa fatur á fyrrnevnda. Tað gjørdi eg í hesum føri, og tí vóru tað hennara viðmerkingar, ið komu í blaðið. Sum tíðinda- fólk er tað ikki okkara uppgáva at leita eina keldu upp longri niðri í rekkjuni við tí »røttu« meiningini, tí so gjørdu vit ikki annað (harafturat arbeiða vit sum kunnugt við deadlines, ið skulu haldast). Hetta eigur tann, sum myndar eitt felag, stovn ella fyritøku at kunna svara uppá. Annars situr viðkomandi á skeivum staði. At vit so ikki áttu eina mynd av forkvinnuni í Postfelag Føroya at seta í blaðið saman við viðmerk- ingum hennara, hevur heldur onki við dekningin av málinum at gera. Hvussu í allari víðu verð skuldi ein mynd hjálpt upp á tað, sum hon sigur? Álvur Danielsen kemur eisini við øðrum pástand- um, sum eg kann afturvísa. Til dømis at »Sosialurin ikki so frætt megnaði at seta í blaðið tíðindaskriv frá Føroya Postfelag – væl at merkja í fullum líki«. Men, góði Álvur. Hetta er heldur ikki rætt. Vit prent- aðu eitt heilt tíðinda skriv frá Føroya Postfelag 15. juni. Harafturat prent aðu vit eina yvirlýsing frá fýra øðrum fagfeløgum 20. juni. Hinvegin hevur ongantíð per automatikk verið rætt- urin hjá nøkrum at fáa eitt heilt tíðindaskriv í blaðið. Hevði tú bara vitað, hvussu nógv vit fáa sendandi av longum, keði ligum ella óviðkomandi tíðinda skriv- um (tað sigi eg nú ikki, at tykkara var), so kundu vit gjørt uppaftur fleiri bløð um vikuna, men ístaðin mist nógvar lesarar. Nei, vit gera oftani ístaðin tað, at vit taka tað mest við kom- andi úr tíðinda skrivinum, og seta hetta í blaðið. Meiri hevur lesarin so at siga ikki brúk fyri at vita. Í veru- leika num er talan um at gera avsend aranum eina tænastu, tí sum fjølmiðla- fólk hava við lært at leggja dent á tað týdningamiklasta í einum boðskapi og lúka restina burtur. Ongin orsøk er at troytta lesaran meiri enn hægst neyðugt. Tað fari eg heldur ikki at gera í hesum føri, og vil tí enda, sjálvt um Álvur Danielsen eisini kemur við øðrum atfinn ingum móti Sosiali- num, ið eisini kunnu aftur- vísast. Tó vil eg siga, at tað frøir meg, at sami Álvur Danielsen kallar meg »annars fryntliga journal- istin Kára«, tí fryntligan haldi eg meg eisini hava verið í dekninginum av hesum máli. Allir partar eru slopnir til orðanna, sum teir sjálvandi eiga at gera í einumhvørjum máli, ið verður tikið upp í fjølmiðlunum. P.S. Orsøkin til seinkaða svarið er, at eg júst eri afturkomin úr feriu uttanlands. redaktiónsleiðari og journalistur KÁRI MIKKELSEN Sosialurin gongur ikki ørindi fyri nakran, Álvur Danielsen Nú fekk Høgni aftur ilt í búkin! ...tá ið prísurin eisini er avgerandi! Fastir, lágir prísir Bílig og góð dekk til persónbilar, vøruvognar & jeepar ...eisini øll tey kendu w w w. d e k k m a s te r. fo · i n fo @ d e k k m a s te r. fo · te l e fo n 2 2 7 0 0 0 Summardekk á goymslu: 175/70-13 økonomidekk..................... 540,- 175/65-14 økonomidekk..................... 620,- 185/60-14 økonomidekk..................... 675,- 185/65-14 Bridgestone B250.............. 690,- 195/50-15 Bridgestone ER300........... 790,- 195/65-15 økonomidekk..................... 795,- 195/65-15 Goodyear Excellence....... 910,- 205/55-16 økonomidekk..................... 890,- 205/55-16 Michelin Primacy........... 1.290,- 205/40-17 økonomidekk..................... 965,- 225/45-17 økonomidekk..................... 995,- 225/45-17 Bridgestone ER300....... 1.525,- 225/40-18 økonomidekk................. 1.290,- 225/40-18 Continental Sp. Con....... 1.890,- Send ein teldupost ella ring og hoyr nærri um júst tíni dekk! Original-look felgur til BMW 3-røðina við 225/40-18 dekkum. Felgurnar verða latnar við boltum og BMW-búmerkjum. 18” BMW New 3 Við 225/40-18 dekkum Fyri settið 9.990,- Original-look felgur til VW/Audi við 225/40-18 dekkum. Felg- urnar verða latnar við boltum og VW/Audi-búmerkjum. 18” New RS4 Við 225/40-18 dekkum g Fyri settið 10.800,- Fantastiska flottar felgur í hypersilver. Á goymslu í 5x112 til VW, Audi, Seat. 19” Boston Við 235/35-19 dekkum Fyri settið 12.900,-