fríggjadagur 13. juli 2007síða 28
‹ fyrra síða allar 71 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Nr. 133 - 13. juli 2007
lýsingar
Starvsfólk
til nýggja dagstovnin
Klaksvíkar Kommuna I Sosiala umsiting
Klaksvíkar Kommuna I Nólsoyar Pálsgøta 32 I FO-700 Klaksvík
Tel. 410000 I Fax. 410001 I klaksvik@klaksvik.fo I klaksvik.fo
Klaksvíkar Kommuna letur í august/september 2007 upp nýggjan
dagstovn við Traðagøtu, og søkir í hesum sambandi eftir náms-
frøðingum og hjálparfólkum.
Á stovninum verða 64 børn. Stovnurin er bygdur í tveimum lonum, har ein
vøggu stova við 12 børnum og ein barnagarðsstova við 20 børnum verða
í hvørjari lon.
Søkt verður eftir:
•
Varaleiðara 40 tímar
•
3 námsfrøðingar á 35 tímar
•
4 námsfrøðingar á 30 tímar
•
4 námsfrøðingar á 25 tímar
•
4 hjálparfólk á 30 tímar
•
1 avloysara
Vit vænta at tú:
•
ert nærverandi og fyrikomandi
•
hugnar tær saman við barninum
•
kanst geva barninum ein tryggan og fj ølbroyttan gerandisdag
•
dugir at síggja avbjóðingar fram um mørk
•
dugir at síggja stóru møguleikarnar í at arbeiða á einum nýggjum stovni
•
dugir at samskifta og ynskir at vera ein góður samstarvsfelagi
•
hevur nakað at geva av og ynskir at vaksa námsfrøðiliga
Vit bjóða tær:
•
spennandi starv, har tú hevur møguleika fyri at seta tín dám á stovn og
gerandisdag
•
ein stovn, har djór verða ein týðandi partur av námsfrøðiliga arbeiðinum.
Setanarviðurskifti:
•
løn og setanarviðurskifti sambært sáttmála við Kommunala
Arbeiðsgevarafelag (KAF) og Føroya Pedagogfelag
•
verður at tola broytingar í starvinum
•
um námsfrøðingarstørvini ikki verða sett, verða hjálparfólk sett
í tíðaravmarkað størv.
Vilt tú vita meira um størvini, kanst tú seta teg í samband við Honnu Thøgersen
samskipara ella Hedvig Johansdóttir leiðara, á telefon 410000 ella t-posti:
hannat@klaksvik.fo ella hedvig@klaksvik.fo
Umsókn
saman við viðmælum og upplýsingum um útbúgving og royndir skal vera
Klaksvíkar Kommunu í hendi í seinasta lagi 28. juli 2007.
Umsóknin kann sendast við t-post: hedvig@klaksvik.fo ella til:
Klaksvíkar Kommuna
Postboks 2
700 Klaksvík.
Starvslýsing
Meginskrivstovan, Postsmoga 3037, 110 Tórshavn, Tel 30 40 20, Faks 30 40 10, meginskrivstovan@naerverk.fo
www.naerverk.fo
Nærverkið kemur út til borgaran at veita tænastur, ið fevna um eitt nú stuðul, tilboð til borgarar við serligum
tørvi og tænastur til barnafamiljur og eldri. Nærverkið er sjálvstøðugur stovnur undir Almanna- og heilsu
mála ráðnum. Umframt Meginskrivstovuna, ið hevur yvirskipaðu leiðsluna, eru fýra deildir: Heimatænastan,
Trivnaðartænastan, Stuðulstænastan og Barnatænastan. Nærverkið leggur áherðslu á nærleika, umsorgan
og professionalismu í øllum lutum. Umleið 1400 fólk starvast í Nærverkinum.
Les meira á heimasíðuni www.naerverk.fo/ leys størv
Eitt áhugavert starv sum fíggjarfulltrúi
í Nærverkinum er leyst at søkja til setan
skjótast tilber ella eftir nærri avtalu.
Talan er um eitt nýtt, avbjóðandi og
sjálvstøðugt starv í fakligum umhvørvi,
har møguleiki er fyri at vera við til at
ávirka menningina av fíggjarøkinum í
Nærverkinum.
Nærverkið er skipað við Meginskrivstovu
og 4 deildum. Virksemið umfatar alt
landið. Umleið 1400 persónar starvast í
Nærverkinum. Í løtuni rekur Nærverkið
virksemi fyri uml. 460 mió. kr. árliga.
Nærverkið er í støðugum vøkstri, og stórar
uppgávur liggja fyri framman.
Nærverkið leggur dent á at hava eina miðvísa
og javna tænastu, innan teir karmar, politiska
skipanin ásetur. Fíggjarstýring og áhaldandi
leiðslukunning, hevur í hesum sambandi ein
avgerandi leiklut.
Vit hugsa okkum ein persón, ið hevur
skil fyri tølum og dugir at samantvinna
fíggjarliga tilfeingið við virksemið, ið fer
fram í Nærverkinum. Hevur evni at skapa
og framleiða vitan, ið kann nýtast sum
grundarlag undir allari støðutakan og
leiðslukunning. Hevur hegni til at skapa
framtíðarloysnir og at seta hesar í verk, er
sjálvstøðugur, hjálpsamur og hevur góð
samstarvs- og samskiftisevnir.
Vit leggja eisini dent á, at tú:
• hevur viðkomandi útbúgving frá hægri
lærustovni
• hevur royndir innan fíggjarstýring
• hevur kunnleika til almenna fyrisiting
• hevur málsligt hegni og dugir væl at orða
teg skrivliga
• ert álítandi og nærlagdur.
Starvið er skipað við tilvísing til stjóran í
Nærverkinum.
Løn og setanarviðurskifti eru sambært
sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og
avvarðandi yrkisfelag. Setanarøkið fevnir
um Nærverkið, tænastustaðurin í løtuni
er Meginskrivstovan. Meiri fæst at vita við
at venda sær til Mary J. í Garði, stjóra, á tlf.
304020
Skrivlig umsókn við avriti av prógvum,
viðmælum v.m. skal sendast til:
Nærverkið
Meginskrivstovan
Eirargarður 2, 2. hædd
Postsmoga 3037
110 Tórshavn
Stílað: Mary J. í Garði, stjóri
Umsóknarfreistin er 23. juli
Fíggjarfulltrúi til Meginskrivstovuna
Meginskrivstovan
J. Paturssonargøta 18 · Tórshavn · Tel 522045 / 322045
Starvsfólk søkist
at byrja skjótast gjørligt