fríggjadagur 13. juli 2007síða 5
‹ fyrra síða allar 71 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKUSKIFTI
5
Nr. 133 • 13. juli 2007
at liva
játtaði, men eg gjørdist sera kløkk
um at koma inn í bygdaráðið.
Tá hugsaði eg við mær sjálvari:
»Hvat havi eg rótað meg inn í«,
sigur Poula, sum einans var 22
ára gomul, tá ið hon varð vald inn
í bygdaráðið við flest atkvøðum.
– Tað er spennandi at sita í
bygdaráðnum. Tað var nógv at
seta seg inn í, men mær dámar
sera væl, sigur hon.
Løgtingsval ikki
aktuelt
Poula er varaborgarstjóri og
formaður í Trivnaðarnevndini.
Umframt hetta er hon við í skúla-
stýrinum og bókasavns nevndini.
Poula hevur ikki hugsað um
at stilla upp til Løgtingsval. Hon
er heldur ikki vís í, at hon fer at
stilla upp aftur til kommunuval.
– Eg havi ikki hugsað um at
fara uppí landspolitikk. Eg veit
heldur ikki, um eg stilli upp aftur
til kommunuval. Hetta hevur
verið eitt spennandi skeið við
kommunusamanlegging og
nógvum øðrum á skránni. Tað er
spennandi at vera við til at leggja
út í kortið, hvussu Gøtu Kommunu
skal mennast, men tað er ikki
vist, at eg taki enn eitt tørn, sigur
Poula.
Skift arbeiði
Poula er júst byrjað í starvi hjá
Eik. Hon arbeiðir sum kunda-
ráðgevi í deildini í Fugla firði. Hon
hevur annars arbeitt tey seinastu
árini á Fiskavirkinum í Gøtu.
– Eg havi arbeitt í trý og eitt
hálvt ár á Fiskavirkinum sum
framleiðsluleiðari. Eg havi gingið
á fiskivinnuskúla, og eg hugsaði
um at fara víðari í skúla. So fekk
eg bjóðað starv hjá Eik, har ið eg
havi møguleika at ganga í skúla,
samstundis sum eg arbeiði, sigur
Poula, sum kom beint í eldin
við partabrævasølum, tá ið hon
byrj aði fyri einum góðum mánaði
síðani.
Munur á arbeiðs-
plássum
Tað er stórur munur á arbeiðs-
plássunum, men hinar tríggjar á
deildini hava tikið sera væl ímóti
Poulu og gjørt sítt fyri, at hon skal
kenna seg væl.
– Mær dámar sera væl her.
Tað er sjálvandi altíð nógv at
læra, tá ið eg byrji uppá nakað
so øðrvísi í mun til alt annað,
sum eg havi roynt. Tað var løgið
at fara frá Fiskavirkinum, sum er
ein familjufyritøka. Mær dámdi
væl at hava nógv fólk rundanum
meg. Tað vóru nógv ymisk fólk,
og øll trivust. Eg sakni tær eldru
damurnar, sum hava arbeitt har
í nógv ár og so tey ungu, sum
taka sær eitt fríár, áðrenn tey
fara víðari í skúla, sigur Poula og
heldur fram:
– Nú arbeiði eg hjá Eik, og eg
fari at taka bankaútbúgvingina
gjøgnum fjarlestur. Eg vil ikki
útihýsa, at eg einaferð fari at lesa
í Danmark, men beint nú hugsi eg
ikki so langt fram, sigur hon.
Tíð til at liva
Umframt starvið, bygdaráðið og
fótbóltin, hevur Poula eisini tíð til
at hava frítíðarítriv.
– Eg eigi ross. Mær dámar sera
væl at kobla av við at fara ein
ríðitúr, sigur hon.
Ein skuldi trúð, at Poula skjótt
fær stress, men hon trívist væl
við nógvu uppgávunum.
– Eg havi nóg mikið um oyruni,
men ikki ov nógv. Eg havi í øllum
førum tíð til at liva, sigur Poula
smílandi.
… um at vera tvíburði
Tvíburðasystur mín, Hjørdis, og eg hava eitt sera tætt
samband. Vit fylgdust allan vegin upp, inntil vit vórðu lidnar á
fiskivinnuskúlanum. Tá fóru vit hvør sína leið hvat viðvíkur yrki.
Hon arbeiðir á Aluplast, og hon er givin at sparka. Hon situr tó í
nevndini í GÍ. Vit búgva eisini báðar í Gøtu, so vit eru enn tættar.
Vit tosa saman hvønn dag
… um trúgv
- Fólk halda kanska ikki, at eg eri tann
mest trúgvandi persónurin, men eg havi
samband uppeftir. Eg takki altíð Gudi fyri
tað, sum eg fái. Eg gangi ikki so nógv
til møtir og í kirkju, men eg havi eitt
persónligt samband við Gud
Navn: Poula Gregersen
Fødd: 9. februar 1982
Gongur saman við Thomas,
sum spælir við GÍ
Hevur gingið á
Fiskivinnuskúla
Arbeiðir hjá Eik sum
kundaráðgevi
Situr í bygdaráðnum í Gøtu
Kommunu
Fakta
– Tey manglaðu eina kvinnu á listanum, og tey
spurdu meg. Eg játtaði, men eg gjørdist sera kløkk
um at koma inn í bygdaráðið. Tá hugsaði eg við mær
sjálvari: »Hvat havi eg rótað meg inn í«, sigur Poula
Gregersen úr Gøtu, sum einans var 22 ára gomul, tá
ið hon varð vald inn í bygdaráðið við flest atkvøðum
Mynd: Høgni Thomsen