fríggjadagur 13. juli 2007síða 23
‹ fyrra síða allar 71 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Nr. 133 • 13. juli 2007
Vikuskifti
skuldu fáa fyri bankan – og nú
var spurningurin, hvat man skuldi
gera við allan peningin. Tað var
ein stórur trupulleiki.
Við endan av somu sending, var
víst musiklærarar og avvarðandi
av Musiksskúlanum, ið handaðu
løgmanni undirskriftir – yvir 5000
– har tey bóðu um at bjarga
tónleikaskúlanum (mær dámar
betur hettar orð – tað vakra
føroyska orðið – tónleik – tónar,
ið leika – Er tað ikki vakurt?).
Tey vóru bangin fyri, at øll
tónleikaundirvísing uttanfyri tey
størri plássini fór at halda uppat,
tí tey fingu ikki løn fyri tíðina tey
brúktu at reisa til og frá teim
ymisku bygdunum. Tað snúi seg
um umleið 220.000,- krónur.
Hugsaði við mær sjálvum:
Hvat nyttar tað at eiga milliardir
og milliónir, tá ið mann ikki
hevur ráð til at geva teim smáu
í eitt nú í Dali og á Viðareiði
tónleikaundirvísing?
Eisini er hettar ein niðurgerðing
av Tónleikaskúlanum – ið hevur
gjørt eitt megnar arbeiði tey
mongu seinastu árini – og at
so mong av okkara ungu kunnu
spæla eitt ljóðføri, er skúlanum
fyri at takka.
Ja. Fátæka land. Tað eru orðini
ein hugsar um í slíkum føri.
Neyvan størstu
sibbar
Pisakanningin ella pisa-undan-
kanningin.
Hendan kanning hevur fingið
nógva umtali í vetur og í vár – og
framvegis verður hon ofta havt á
lofti.
Ikki so løgið – tí úrslitið var
syndarligt. At okkara børn eru
næstan størstu sibbar í verðini.
Kann ikki lata verða við at siga
tað. Heilt erliga. Men eg trúgvi
tí ikki.
Hettar var fyrstu fer ein slík
kanning var gjørd her hjá okkum.
Og hon eitur eisini pisaundan-
kanning. Tað vil siga, at vit skuldu
læra, hvussu man ger slíka
kanning.
Trúgvi tí, at tað ikki var tikið
rættuliga so alvorliga, sum tað
átti – og nógvir næmingar hildu
tað bert vera fjas – og gjørdu sær
ikki ómak.
Tó. Helst er ikki so væl vori,
sum vit høvdu ynskt – og at
okkurt má gerast – er heilt vist.
Eg skal ikki bera í bøtuflaka fyri
lærarnar. Teir hava óiva sín stóra
lut av skuldini, at støðan er sum
hon er.
Men eg trúgvi ikki, at tað bara
eru lærarnir.
Eitt nú kunnu vit taka hølis-
trupulleikarnar nógva staðni
– undirvísingartilfar osv.
Hugsið tykkum. Skúlastovurnar
síggja júst tað sama út í dag,
sum tær gjørdu, tá ið eg fór úr
skúlanum fyri hálvthundrað árum
síðan. Tað kann ikki vera rætt.
Ein faktor í hesum máli, haldi
eg, er komin ógvuliga lítið framm.
Og tað er heimini – foreldrini.
Gera tey tað tey skulu fyri at
hjálpa um støðuna? Gera tey
skúlating við børnunum?
Hov, hov, siga óivað fleiri. Tað
gera vit.
Men eg trúgvi neyvan øll.
Í dag er tað soleiðis, at bæði
foreldrini mugu út at arbeiða, um
tey skulu hava eina líkinda tilveru
– tí alt er so dýrt – bústaður,
matur, klæði osv. Tað mugu tvær
inntøkur til. Annars hongur tað
ikki saman.
Tá ið so foreldrini koma troytt
og móð heim til húsa, orka tey
kanska ikki altíð so væl at taka
sær tað neyðugu tíðina, at gera
skúlating við børnunum og kanska
lata børnini sleppa ov lætt um
skúlatingini.
Ja, men er hattar ikki galdandi
alla staðni, kann verða spurt.
Jú, í ein ávísan mun. Men eg
haldi, at vit í Føroyum hava eitt
minus her.
Tað er ikki so lætt at gera
skúlatingini við okkara børnum
– tí mong av okkum duga ikki, tað
tey læra í skúlanum í dag.
Vit blivu í stóran mun lærd upp
við donskum bókum – og kenna
tey donsku orðini – men nú er tað
ofta blivið so rótføroyskt, at vit
skilja ikki, hvat meint verður við.
Og tey, ið fóru úr skúlanum sum
14-ára gomul, hava ongan tjans
at læra síni børn, av tí einfaldu
orsøk, at tey duga tað ikki.
Haldi, at hesin faktor eigur
eisini at takast við, tá tosa verður
um pisaundankanningina. At tað
ikki bara eru lærarnir, ið tað er
nakað galið við.
Kanska er tað í dag ikki so
“in” at sita við einum blýanti og
pappíri og loysa uppgávurnar.
Hevði óivað verið øðrvísi, um
fleiru teldir funnust í skúlunum.
Tá eru børnini á “heimabana”.
Hvar eru tey farin?
Nú vit eru stødd í hesum vakra
pletti í Norðoyum – hesari perlu
úti í Grøv, sum býargartnarin og
onnur hava røktað og gjørt so
vakra, kom eg hugsa um, hvør er
nærmasti granni til hesa perlu.
Jú, tað kirkjugarðarnir úti í
Grøv.
Eisini teir eru vakrir og nógvar
vakrar gravir eru at síggja.
Her hvíla okkara kæru – okkara
vinir – okkara foreldur, syskin,
kona ella maður – børn – omma
og abbi - okkara skiparar, okkara
formenn – okkara lærarar – ja, øll
sum fóru undan okkum.
Hugsaði um tað ein dagin – við
at hyggja út yvir báðar kirkjugarð-
arnar - hvussu nógv eru farin, tey
seinastu árini. Hvussu nógv liggja
nú og hvíla her úti í Grøv.
Tá ið eg var smádrongur, var
kirkjugarðurin heimi við kirkjuna á
Ziskatrøð brúktur.
Men her úti hvíla tey, sum
vóru við at skapa okkum – við at
mynda okkum. Her eru tey, sum
gjørdu tað, at vit í dag eru sum
vit eru.
Men hvagar eru tey farin??
Bygdar- ella býarmyndir, ið vóru
til fyri fáum árum síðan, eru ikki
longur.
Hvar eru tey, vit sóu eftir
vegnum hvønn dag? Haldur
Holm og Olga – Jutta og Sigurd
Heinesen, Óli Dahl og Bina – Eli
og Lis Nólsøe, John Reid Bjartalíð
- mamma og pápi og mong, mong
onnur.
Ja, tey eru burtur úr okkara
eygum – og eru vónandi lend á
fríum og vøkrum strondum, har
altíð “sól og summar er”.
Men vit verða dag og dagliga
mint á, at tú nýtist ikki at vera
gamal, fyri at fáa boð um, at tú
skal flyta.
Hugsi her um skyldmennirnar
hjá mær, Mortan hjá Urbanusi og
Christian Olsen.
Teir eru burtur úr okkara eygum,
og tað minnir okkum eisini á, at
ferðaseðilin er goldin. Vit skulu
bert avheinta “Bording Card”.
Gleðast um
náttúruna
Nú er summar um alt Føroya
Land. Náttúran vísir seg frá síni
bestu síðu, og vit kunnu ikki
annað enn gleðast yvir hesu
vøkru oyggjar, ið Hin alvaldi gav
okkum.
Vit eiga at verja hetta ríkidømi,
ið vit fingu frá skaparinum, og
vit eiga at verða góð við hetta
okkara land.
Vit í Klaksvík gleðast yvir
okkara fagra stað, ið vit ikki vilja
býta um við nakað annað, og
vit syngja av hjarta saman við
Berhardi Brim:
Tað er vakurt í Klaksvík á sumri
tá ið sólin hon kyssir hvørt strá
og ei skýkloddi hómast á himli
og ei fleyr sást á speglblonku
vág.
Tá hvør smáblóma tárar av gleði,
og hvør títtlingur syngur við gleim
og av hjarta lovprísar tí degi,
tá hann valdi sær Klaksvík til
heim.
Ja, eg elski teg Klaksvík á kvøldi,
tá ið roðin um Nestindar fer,
og hvørt fjall eins og reyðagull
skínur,
ert tú paradís mítt her í verð.
Gott summar.