fríggjadagur 13. juli 2007síða 24
‹ fyrra síða allar 71 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 133 • 13. juli 2007
Vikuskifti
24
átrúnaður
Lagt til rættis: Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Ynskja at keypa
eina fólkakirkju
Danmark: Í minsta lagi 10 út
lendskar samkomur eru til reiðar
at keypa ella leiga kirkjur ið eru í
vandi fyri at verða afturlatnar.
Í roynd og veru standa tær í kø
fyri at halda fram við teirri kristnu
tradisjónini í hesum kirkjunum.
Tað hevði verið eitt satt bønar
svar, um vit kundu keypt ella leiga
eina fólkakirkju, sigur pastorur
in, Tony Acheampong úr First
Internation Baptist Church.
Kirkja hansara er økt úr ongum
upp í 200 limir síðani 1999, og
vøksturin heldur á alla tíðina.
Trupulleikin er bert hann, at tey
hava ongan bygning til samkom
una.
Møguleikin fyri at ogna sær
eina fólkakirkju er íkomin, eftir
at Københavns Stiftsudvalg og
biskuppurin, Erik Norman Svend
sen hava víst á 10 fólkakirkjur,
sum eru í uppskoti at lata aftur í
framtíðini.
Fleiri hava víst á, at tær útlend
sku samkomurnar gera eitt stórt
arbeiði við integrering í Danmark,
og eru avgjørt við til at geva
íblástur og harvið ríka danskt
kirkjulív.
Í heyst verður avgjørt, hvussu
verður við hesum 10 kirkjunum. Lít
il ivi er um, at mong vera um boðið
um avgjørt verður at lata tær aftur
og lata tær til onnur at brúka.
Profetisk stevna í
Filadelfia
Havn: Í oktober mánaði fær
samkoman Filadelfia í Havn
vitjan av Larry Randolph úr
USA. Í hesum sambandi verður
skipað fyri eini profetiskari
stevnu í Filadelfia. Larry Ran
dolph kemur frá familju við
fleiri prædikufólkum, og byrjaði
hann sína egnu tænastu, tá
ið hann var fimm ára gamal.
Tá ið hann var 21 ára gamal,
hevði hann eitt livandi møti
við Heilaga Andan, sum leiddi
hann inn í eina heimsumfatandi
profetiska tænastu. Tann sterka
profetiska gávan hjá Larry,
saman við einum praktiskum og
skemtiligum undirvísingarstíli,
hevur givið mongum eina
nýggja mynd av teirra lívsleið.
Larry hevur eitt hjarta fyri tí
komandi ættarliðinum, og
hann eggjar hesum ættarliði
at koma til eitt djúpari og
inniligari lív við Kristusi. Larry
hevur verið sera virkin í fleiri
vekingum síðani sekstiárini,
og hevur skrivað ta viðurkendu
bókina “Brukervennlig profetisk
tjeneste”.
Fyri ringum tíðind
um ikki hann ræðist
Sálmur 112. 7
Frá morgni til myrkurs proppa
fjølmiðlarnir okkum við ringum
tíðindum, og menniskjan ørmakt
ast og fellur í ráðaloysi fyri tí, ið
koma man.
Hin guðleysi hevur eisini
alla orsøk at óttast tey ringu
tíðindini. Tann, ið bara livir fyri
pengum, óttast at bankin skal
fara á húsagang og hann missir
alt, ið hann hevur lagt niður fyri.
Tann, ið hevur framt illgerðir,
hevur alla orsøk at óttast tey
ringu tíðindi, at fortíðin skal
innheinta hann ein dag. Tann,
ið liggur á sjúkrahúsi, óttast tey
ringu tíðindini, ið siga, at hetta
er byrjanin til endan: sjúkan er
krabbamein ella blóðtøppur. Tín
dári, í hesi nátt verður sál tín
heintað av tær, tað eru seinastu
tíðindini her á foldum fyri eitt
guðleyst menniskja.
Undir øllum umstøðum má
tað natúrliga menniskja óttast
tann dag, tá ið tey ringu tíðindini
koma og taka burtur alla trygd
og eydnu. Tí eru tað eisini mong,
ið óttast fyri teimum ringu tíðind
unum, sum brádliga kunnu koma.
Livir eitt menniskja uttan Guð
og uttan vón í heiminum, er
grund at óttast, tí tá stendur ein
verjuleysur, tá ið forlagstungi
dagurin kemur. Men hevur eitt
menniskja tikið móti teimum
góðu tíðindunum, tí gleðiliga
boðskapinum, at syndin er
strikað, at dómarin er vorðin
frelsari, og at tey kunnu vænta
sær alt gott frá honum, tá hava
tey ikki orsøk at óttast tey
ringu tíðindini. Ikki so at skilja,
at Guðs børn vera spard fyri
ring tíðindi; vit skulu øll hoyra
mong av teimum. Men okkum
nýtist ikki at ræðast tey, tí Guðs
kærleikstankar liggja aftanfyri
tey.
Guð gevur megi at bera
tey, tí eydnan hvílir á tí trygga
grundvølli, sum heimsins nos ikki
kunnu vika.
orðið
Hesa vikuna:
John S.
Myllhamar
Undir heitinum »Ger nakað
gott fyri parlagið« skipar
samkoman Keldan fyri ein
um venjingarskeiði fyri pør
í heyst. Endamálið er at
geva hjúnunum øktan før
leika at loysa møguligar
trupulleikar.
Skálabotnur: Slík skeið hava ver
ið vanlig í grannalondum okkara,
men nú verður so á fyrsta sinni
møguleiki fyri hesum í Føroyum.
Talan er um eitt sonevnt PREP
skeið sum á føroyskum leysliga
kann umsetast til »Praktisk Reið
skap til eitt Enn betri Parlag«
Keldan skipar nevniliga fyri
einum slíkum skeiði í september
mánaði, og er ætlað hjúnum sum
vilja arbeiða við parlagi sínum.
Í skeiðnum verður dentur
lagdur á samskifti millum mann
og kvinnu, eins og dentur verður
lagdur á at geva teimum íblástur
til alt tað sum fer fram í einum
hjúnalagi.
Hagtølini vísa, at ein sløk
helvt av øllum giftum pørum fara
frá hvørjum øðrum. Hinvegin vísa
kanningar, at færri pør skiljast
eftir at tey hava verið á hesum
skeiðnum, verður sagt úr Kelduni.
Undirvísingin fer fram við fram
løgum og venjingum í samskifti.
Undirvíst verður í felagi, meðan
pørini venja seg hvør sær við ein
um vegleiðara.
Skeiðini verða tvey vikuskifti í
september og verða hildin í sam
komubygninginum í Skálabotni.
Fáa íblástur til hjúnalagið
Framgongdin í ungdóms
arbeiðinum er ikki tengd at
einum persóni, men at øll
um teimum sum eru við, si
ga Senøva og Dánjal
Petersen
Hoyvík: Hjúnini Senøva og
Dánjal Petersen tóku herfyri við
sum leiðarar av ungdómsarbeið
inum í samkomuni Lívdini.
Vit eru sera glað fyri hesa
uppgávuna, ið vit hava fingið, og
fyri tey ungu, ið longu eru virkin í
arbeiðinum, siga tey bæði.
Teirra visjónir fyri arbeiðið eru í
høvuðsheitum í tveimum:
Í fyrra lagi, vilja tey reka ung
dómsarbeiðið við tí endamáli at
røkka bæði inneftir og úteftir.
Men, staðfesta tey: Meðan vit
royna at fáa nýggj fólk at koma til
ungdómsmøtini, mugu vit endiliga
ikki gloyma tey, ið longu eru
trúføst.
Fyrst mugu vit arbeiða upp á
“infrastrukturin“, og síðani verður
hugt meira úteftir!
Senøva er úr Sandavági. Hon
hevur gingið á bibliuskúlanum
hjá GLO í Motherwell í Skotlandi.
Dánjal er úr Havn.
Fyri einum ári síðan varð hann
fyrsti føroyingur nakrantíð, sum
tók eitt BA Honours prógv í gud
frøði frá Birmingham Christian
College í Onglandi.
Senøva og Dánjal giftust í fjør
og búgva í Sandavági.
Vilja røkka inneftir og úteftir
- Vit mugu ikki gloyma tey trúføstu í ungdómsarbeiðinum, siga nýggju ungdómsleiðararnir í Lívdini, Senøva og Dánjal
Petersen