mánadagur 16. juli 2007síða 4
‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
tíðindi
Nr. 134 - 16. juli 2007
Tað vísir seg at
vera ógjørligt at
fáa fiskiloyvi til
Sunbeam, tí hann er
4% størri enn Sancy.
Tí sær reiðaríið
sær ongan annan
møguleika enn at
royna at selja bæði
skipini, og harvið
lata fiskiloyvið av
hondum
FISKILOYVI
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Fyrr í vár keyptu vágbingar
skipið Sunbeam. Hetta var
ætlað sum ein avloysari til
Sancy, sum er uppslitin og
alla tíðina í ólagi.
- Vit keyptu skipið, tí
treytirnar vóru so sera
góðar. Líka síðani hava vit
roynt at fingið fiskiloyvi til
Sunbeam, sum vit ætlaðu
skuldi koma í flotan fyri
Sancy, men har hevur alt
verið vónleyst at finna
loysn á málinum, sigur
Hans
Joensen,
vanliga
nevndur Hans í Líðini.
Sancy
hevur
riggað
ógvuliga illa. Tað hevur
verið
umvæling
omaná
umvæling, og nú var tað so
komið hartil, at einasta
loysnin var, at skifta skipið
út. Og tí varð Sunbeam
keypt.
Men Fiskimálaráðið hev-
ur ikki verið til at høgga
ella stinga í. Djúpvatns-
trolarar eru ikki nevndir í
kunngerðini um vinniligan
fiskiskap, og so hava teir
nýtt lógina sum umfatar
skip undir fiskidagaskip-
anini. Eftir teirri lógini
verður støddin roknað út
eftir long x breidd x dýpd x
motororku, sigur Hans í
Líðini.
So hóast Sunbeam er
merktur 803 BRT og Sancy
826 BRT, verður Sunbeam
eftir útrokningini mettur
størri enn Sancy. Munurin
er tó bert 4%, og hóast
kunngerðin, sum Fiskimála-
ráðið gongur eftir, heimilar
eitt frávik upp á 17%, so er
hetta
ein
regla,
sum
Fiskimálaráðið sær púra
burtur frá.
Sancy í lagi
Tað margháttliga við øllum
er,
at
tað
als
eingin
trupulleiki er at seta tvífalt
so stóran motor í Sancy,
eins og tað er í fínasta lagi
at seta tvífalt so sterk spøl í
skipið, og tað skilja vág-
bingar lítið av.
- Trupulleikin er jú tann,
at Sancy er gomul og slitin,
so tað er sjálvandi eingin
loysn fyri okkum, tí tá skulu
hópurin av pengum á borð-
ið, og vit hava framvegis
eitt gamalt og ótíðarhóskandi
skip, sigur Hans í Líðini.
Hann er bangin fyri, at
hendan avgerðin hjá Fiski-
málaráðnum verður at meta
sum fordømi, og so verður
eingin
djúpvatnstrolari
skiftur út aftur. Úrslitið
verður, at vit fara at hava
ein gamlan og útslitnan
djúpvatnsflota, tí einasti
møguleikin er at skifta út til
minni og kanska verri skip.
Men tað, sum harmar
eigararnar mest er, at teir
við hesum verða noyddir at
lata fiskiloyvið fara av
fjørðinum. Tað er ein smeit-
ur, men hinvegin kunnu teir
ikki blíva við at lata skipini
liggja við kei. Tí tað kostar
hvønn dag.
- Í løtuni eru eitt línuloyvi,
eitt
partrolaraloyvi
og
níggju
djúpvatnsloyvi
í
Suðuroynni. So tað er týði-
ligt, at vit suðuroyingar
hava dúvað upp á djúp-
vatnsflotan. Skal hann nú
minka, tí skipini ikki kunnu
skiftast út, so verður helst
svangligt
hjá
nógvum,
heldur Hans í Líðini.
Selja
Í Sosialinum í dag er tískil
lýsing við bæði Sancy og
Sunbeam, sum eru settir til
sølu. Hóast tað harmar
eigararnar
almikið,
so
síggja teir sær ongan annan
møguleika í løtuni.
- Sancy hevur umfatandi
umvælingar fyri neyðini.
Skipið er 30 ára gamalt, og
hevur verið ein kleppur um
beinini
hjá
mongum
reiðaríum. Í veruleikanum
hevur skipið koyrt fleiri
reiðarí á heysin, sigur Hans
í Líðini.
So sjálvt um motorurin á
Sunbeam er plomberaður,
vil
Fiskimálaráðið
ikki
góðtaka tað. Eisini hevði
gamla Sancy størri motor
enn núverandi, 1800 hestar
móti 1500. Og sum nevnt
hevði
eingin
trupulleiki
verið at sett størri motor í
Sancy.
- Tað hevði fyri okkum
verið óhugsandi at tikið
plombuna úr motorinum á
Sunbeam, tí oljan er so
mikið dýr, at tað hevði ikki
lønt seg fíggjarliga. Men
Fiskimálaráðið er hvørki at
høgga ella stinga í, og tí er
einasta loysnin at royna at
selja bæði skipini, hóast tað
er ógvuliga harmiligt, sigur
Hans í Líðini.
Hannn dylir heldur ikki
fyri, at teir hava brúkt
nógvar pengar upp á hetta
projektið, og hóast reiðaríið
er væl fyri hvat eginpeningi
viðvíkur, so hevur eingin
ráð at lata skip liggja við
kei í mánaðsvís.
- Men tað er við ringum
tannabiti, at vit lata fiski-
loyvið fara av fjørðinum,
leggur Hans í Líðini dent á.
Harmir at missa loyvið
Sunbeam var ætlaður at koma í flotan fyri Sancy, sum er gamalt og ótíðarhóskandi - og alla tíðina í ólagi. Hesum hevur Fiskimálaráðið forðað fyri
Barnaklandur endaði
við drápsroynd
Klandur millum tvær smærri gentur í Mjølnerparken
í Keypmannahavn útartaði seg, tá páparnir løgdu
uppí. Tað endaði við, at ein 42-ára gamal maður í
dag møtir fyri rættinum ákærdur fyri drápsroynd.
Hendingin fór fram sunnukvøldið, tá ein pápi vildi
sissa børnini, men úr vindeyganum sá ein annar pápi
henda fyrra skelda dóttrina. Hann gjørdi ikki mætari
enn at taka ein knív og niður í garðin. Í síðstu løtu
fekk ein triði maður skumpa knívmannin til viks.
Við hamara eftir bussførara
Tað kundi gingið heilt galið, tá ein fullur 46-ára gamal í
gjárkvøldið legði eftir bussføraranum, meðan bussurin koyrdi.
Maðurin tók ein neyðhamara í bussinum, og ætlaði at sláa
bussføraran í høvdið við honum. Tað kundi verið verri. Ein
slíkur hamari er spískur í endunum og kundi gjørt skaða á
bussføraran so hesin misti tamarhaldið á bussinum. Lukkutíð
legði ein annar maður upp í leikin og felti fulla mannin í
dúrkið, har hann og ein annar maður hildi áleyparanum til
løgreglan kom.