týsdagur 17. juli 2007síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 135 - 17. juli 2007
Nýggja samanrenn
ingin millum ókeypis
lýsingarblaðið
og »niche«blaðið
Vinnuvitan lyftir
fyritøkuna upp á
somu stødd sum
Dimmalætting
og Sosialin, halda
eigararnir
BLAÐÚTGÁVA
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Vinnuvitan og Vikublaðið
hildu tíðindafund í morgun
har boðað varð frá, at Vinnu
vitan hevði keypt øll parta
brøvini í Vikublaðnum.
Árni Arge,
fráfarandi
stjórin
á
Vikublaðnum
greiddi frá orsøkini til, at
teir høvdu valt at selja.
Vit vóru komin til eitt
vegamót, og skuldu finna
út av, hvussu vit komu víð
ari. Møguleikarnir vóru
tríggir, antin at økja um
virksemið sjálvir, ella at
royna at uppkeypa onkra
fyritøku, ella í triðja lagi at
lata okkum keypa upp.
Úrslitið gjørdist so tað sein
ast nevnda, segði Árni
Arge.
Hví Vikublaðið var á ein
um vegamóti, greiddi Árni
Arge ikki nærri frá. Ein
hugsandi orsøk kundi verið,
at Peter Slyne hevur gjørt
av at fara uttanlands at
arbeiða í eitt tíðarskeið, og
tí er ikki óhugsandi, at hann
ynskti at selja. Men Árni
Arge avsannaði, at tað
hevði nakað við málið at
gera.
Annars kundi nýggi stjór
in í samlaðu fyritøkuni, Óli
á Deild Olsen upplýsa, at
bløðini bæði fóru at verða
rikin á sama hátt sum higar
til, og at starvsfólkaviður
skiftini somuleiðis verða
óbroytt.
Eisini varð upplýst, at til
tess at tryggja eina lætta
yvirgongd, fer fráfarandi
stjórin í Vikublaðnum, Árni
Arge, at taka sæti sum
nevndarlimur í Vinnuvitan.
Stuðla hvør tannað
Vikublaðið er sum kunnugt
eitt ókeypis lýsingarblað,
sum seinastu árini eisini
hevur havt eina vaksandi
rúgvu av redaktionellum til
fari. Blaðið førir seg eisini
fram sum mest lisnað blað í
landinum, sambært Gallup.
Men tað er sjálvandi ein
sannleiki
við
modifika
tiónum, tí tað veldst jú um,
hvussu spurt verður.
Vinnuvitan hevur hinveg
in ein ávísan og serligan
málbólk, sum teir venda
sær til, og nýggi stjórin á
samanløgdu bløðunum, Óli
á Deild Olsen, heldur, at í
so máta komplementera
bløðini væl hvørtannað.
Hann nevndi eisini annað
virksemi, sum bløðini bæði
hava, eitt nú bókaútgávu,
internetvirksemi,
Vikutur
og annað.
Bløðini fara framhaldandi
at hava tvær redaktiónir, og
sum skilst verður gerandis
dagurin hjá teimum 14 fólk
unum á Vikublaðnum og
teimum 16 á Vinnuvitan
óbroyttur.
Ikki óvæntað høvdu part
arnir onga viðmerking til
prísin, men tað er ógvuliga
nærliggjandi at hugsa, at
hesin hevur verið góður fyri
seljaran. Vælvitandi keldur
siga, at prísurin fyri Viku
blaðið hevur ligið um tær
tíggju milliónirnar, og skal
metast út frá líknandi handl
um, er hetta høg, men sann
lík upphædd.
Báðir partar meta seg
hava gjørt ein góðan hand
il.
»Tá eg var liðug í skúlanum, søkti eg lærupláss nógvastaðni,
men eg valdi Føroya Banka, og tað eri eg glað fyri«
– Anita Knudsen
Byrja tína yrkisleið sum næmingur í Føroya Banka.
Sum fyrsti børsskrásetti bankin í Føroyum er Føroya Banki eitt nýmótans arbeiðspláss, ið virkar
eftir altjóða virkisháttum.
Visión Bankans er at vera leiðandi banki í Føroyum og altjóða at veita kundum útvaldar fíggjar-
tænastur. Missiónin er at gera tað fíggjarliga møguligt hjá kundunum at fullnýta síni evnir og
sínar møguleikar. Í Bankanum arbeiða vit eftir hesum virðum: dugnasemi, eldhuga og framsøkni.
Vilt tú verða partur av framtíðini hjá Føroya Banka? Vilt tú vera ein av okkum?
Umsóknarfreistin er 1. august.
Les meira á www.foroya.fo
Hjá okkum fært tú eina
lønandi útbúgving
Um 10 milliónir fyri Vikublaðið
Árni Arge, fráfarandi stjórin á Vikublaðnum, og Óli á Deild Olsen, nýggi stjórin á samlaðu bløðunum
Mynd: Álvur Haraldsen