Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-07-18, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 18. juli 2007síða 12

‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 136 - 18. juli 2007 Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Tann 13. juli andaðist Gunnar Konoy í Keyp­ mannahavn, 64 ára gam­ al. Gunnar var bæði dani og gøtumaður. Bæði for­ eldrini vóru úr Gøtu. Pápi Gunnar var Albert Jacobsen, sonur Elspu Sofíu og Óla Jákup í Tjør­ nustovu í Norðragøtu. Albert misti mammuna, tá ið hann var nýføðingur. Hann kom tá at vaksa upp hjá abbasystrini Mar­ in í Mortanstovu, sum búði í sama túni. Gunnhild var dóttir Hansinu og Símun Paula úr Konoy, sum var ein kendur politikari tá í tíð­ ini. Abbarnir hjá Gunnar, Óla Jákup og Símin Pau­ li, høvdu tað í felag, at teir vóru við til at stovna Føroya Fiskimannafelag í 1910/11, og Símun Pau­ li var formaður felagsins fyrstu 15 árini, og abba­ sonur Óla Jákup gjørdist seinni formaður í mong ár. Albert og Gunhild fun­ nu saman sum ung í Gøtu. Tað vóru ikki so nógvir møguleikar hjá ungfólki í Føroyum tá, so tey fóru niður undan kríg­ num. Tá ið kríggið kom, slapst ikki heim aftur til Føroya, so tey giftust fyrst í 40­unum og fingu børnini: Jákup Pauli, Gun­ nar, Elsa og Mortan. Albert fekk starv sum fangavørður, og sum slík­ ur virkaði hann alt sítt arbeiðslív. Tískil blivu tey verandi í Danmark, og heim teirra gjørdist eitt rættiligt før­ oyskt heim í Danmark, har tey búðu úti á Amager í Rødegaard 10. Tey høv­ du javnan gestir úr Føroy­ um og ofta nógvar gestir eisini, so tey máttu fara út teirra egnu song fyri at hýsa gestunum. Tilknýtið til Føroyar kom at vera stórt, og tey eru øll komin nógv til Føroyar. Tey flestu teirra hava eisini búð skifti í Føroyum. Í Danmark hava nærum øll teirra ver­ ið virkin í føroyskum felagslívi, og fleiri av børninum, eisini Gunnar, hava sungið í føroyskum kóri í Keypmannahavn. Gunnar var næstelstur, og vit vóru javnaldrar og systkinabørn. Tað vóru ikki góðar umstøður í Føroyum í 50­unum, tí minnist eg enn, hvussu væl tað kom við at fáa ein klædning, sum Gunn­ ar var vaksin úr, men sum eg passaði. Búgvandi í Keypman­ nahavn lá tað væl fyri hjá Gunnar at fáa eina útbúgv­ ing. Hann gjørdist løg­ frøðingur og fekk eisini starv sum slíkur. Eitt skif­ ti arbeiddi hann á Alman­ nastovuni í Havn. Tað sá alt væl út hjá Gunnar. Men so verður hann so ófatiliga raktur av sjúku. Fyrst av sjúku, sum gjørdi, at hann mátti gevast at arbeiða. Afturat hesum fekk hann eina ólekiliga krabbasjúku, har fólk vanliga bert liva fáar mánaðir. Sum frískur ber illa til at ímynda sær, hvussu tað kennist at fáa slík boð. Men Gunnar tók tað sum ein maður og var púra avkláraður um, at hansara dagar vóru taldir, og at hann bókstaviliga talað gekk við deyðanum í hondini. Hann var fram­ vegis tann fitti og fryntli­ gi Gunnar, sum hann alt­ íð hevði verið. Hann kom at liva tvey ár longur enn roknað varð við, og hann tók hvønn av hesum døgum sum eina gávu. Gunnar var giftur við Susanne, og hon var Gunnari ein sera góður stuðul hesa tíð. Tey vildu uppliva so nógv sum gjør­ ligt, meðan tað enn bar til, og tey náddu eisini eina seinastu ferð til Før­ oyar, har Gunnar kundi fáa tann føroyska mat, sum honum dámdi so sera væl. Tey vóru eisini júst á eini kampingferiu, nú tímaglasið rann út. Hann slapp undan nakrari stórvegis sjúkralegu og fekk tískil fulla gleði av sínum tilmáldu døgum. Gunnar átti tvey børn, Christine og Trine, og tvey abbabørn. Friður verið um minnið um Gunnar, systkinabarn­ ið. Jarðarferðin er ikki ásett enn, men verður lýst seinni. ó. Góði Margar, tungt er at sita her og skula skriva nøkur orð um teg. Tað kennist so óveruligt, at tú ikki er millum okkum longur. Dugi ikki rættiliga at skilja tað, at eg ongan­ tíð aftur skal uppliva títt selskap í hesum lívi. Hvat skal eg skriva, hvussu nógv skal eg skri­ va. Síðan fyrstu ferð, eg møtti tær fyri einum tjúgu árum síðan, hava vit báðir upplivað nógv saman, ja, eg veit nógvar góðar søg­ ur. Tað kundi fylt eina tjúkka bók. Saman hava vit stríðst á sjónum, hvus­ su vit á landi klandaðust um gentur og blakaðu við brosmum, ella sum tú kallaði tær, springbóltar, forbannaðir gummifiskar. Tá tú stóð blóðreyður í høvdinum við krivjingar­ pavnin umborð á Polar­ stjørnuni, tá var tú ikki blíður og tað hjálpti ikki upp á støðuna, at eg stóð og flenti. Tað er bert ein av mongum sjónum, ið eg aldri fari at gloyma. Nei, mangan hava vit flent at tí. Tað var sum oft­ ast eg, sum flenti, tí var tað nakað, tær ikki dámdi, ja so var tað gummifiskar, og tú helt ikki, at tað var nakað at flenna at. Altíð hevur okkum dámað væl at gera løgin ting, sum hina ferðina, tá ið vit fóru í býin klokkan nýggju um morgunin stutt fyri jól fyri einum tíggju árum síðani. Ein posa av karamellum í part og eina nissuhúgvu á høvdinum, og so gingu vit runt og ynsktu fólki eini gleðilig jól og bjóð­ aðu karamellur. Seinni pyntaðu vit jólatræ og sungu Gleðilig jól so hart, sum vit kláraðu tað. Tað vóru eini jól, sum eg aldri fari at gloyma. Hvat við hini ferðini, tá ið vit fóru at gera bolla­ suppu heima hjá vermam­ mu tíni. Vit fóru í holt við at vaska upp, meðan vit bíðaðu eftir suppuni, og einar tveir ella tríggjar tímar seinni høvdu vit vaskað alt húsið. Tá var vermamman glað og suppan køld. Eg kann blíva við at skriva um ting, um vit hava gjørt saman, men eg haldi eg skal skriva eitt sindur um teg. Tú er tað einasta menniskja, ið eg veit um, sum hevur fingið bót fyri at blíva yvirkoyrd­ ur á eini gongubreyt, ver­ ið meira enn fimmhundrað ferðir í fullubrummuni og álíkavæl kundi flenna at tí. Tú var ein fittur drongur, og eg veit, at tað vóru nógv, ið vóru góð við teg. Ja, tað fer at verða tómt uttan teg og saknurin er stórur. Tað følist sum hev­ ur onkur bitið eitt stórt petti av mínum hjarta. Tungt er at hugsa um, at tú ikki er millum okkum longur. Má bert royna at hugsa, at tú hevur tað nógvar ferðir betur, har tú er nú, enn tú nakrantíð hevði tað her á foldum. Ja, Margar góði, hjarta mítt grætur og leingist eft­ ir tær. Hvíl í friði. Eg els­ ki teg. Vinur tín, Høgni Kryll Til minnis um Gunnar hjá Albert og Gunhild Til minnis um Margar føddur 14. februar 1970 deyður 16. apríl 2007