mikudagur 18. juli 2007síða 27
‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 136 - 18. juli 2007
27
tíðindi
Stanley Samuelsen var
av sonnum á heimabeiti
mánakvøldið, tá ið hann
spældi í Riberhúsi - minni
enn eitt steinkast frá
barnaheimi sínum. Høvið
var listaframsýning hjá
Øssur Mohr og leikurin
um van Gogh av Hans
Tórgarð. Eitt frágera kvøld
TÓNLEIKUR
Dávur Winther hugleiðir
Tá ið eg var smádrongur kom eg
onkusvegna at gera eitt ørindi
fyri mammu Stanley – Lenu.
Liðugur og skuldi renna avstað
aftur, kíndi hon mær um ennið
og takkaði fyri: “á, sum tú ert
fittur – hevði átt ein so fittan
drong”! legði hon afturat.
Jú, eg var errin, men eg
hugsaði við mær sjálvum, tú
eigur jú Stanley, sum vit hildu
nógv av. Hinar kendi eg ikki tá –
9 brøður vóru og tvær systrar.
Stanley sóu vit upp til í
skúlanum, hann gekk nakrar
flokkar eldri – hann spældi tá við
Silly Boys. Hevði hann spælt við
Beatles, so hevði tað neyvan
verið betri, so nógv hildu vit tá
av Silly Boys og Stanley sum
høvuðsleikara.
Minnist best Stanley í hvítum
buksum - við ývnum tøttum
krúllutum hári og so sang og
spældi hann sum ein eingil.
Tað var henda myndin, sum
stóð fyri mær enn klárari í
Ribarhúsi mánakvøldið. Slíkt
spæl, sangur og tónleikafatan –
at vera so musikalskur og hava
so gott oyra sum Stanley, er fáum
givið í vøggugávu. Og best av
øllum: Stanley hevur nýtt sínar
gávur væl.
Vit kenna jú tulkingar hansara
av yrkingunum eftir kendu
skaldunum okkara – frálíkar,
rámandi og serstakar. Men
Stanley vísti eisini hetta kvøldið,
at hann dugur væl at yrkja,
umframt at vera góður
lagasmiður. Ein hegnismaður!
Stanley kendi seg sum vera til
roynd, segði hann, nú hann var so
ítøkiliga á heimabeiti – í Piddasa
handil – ja, í grannalagnum, har
hann enn býr, tá ið hann er
heima. Men tó var einki at seta
fingurin á – tvørturímóti.
Tú kanst bert kína allari
hansara framførslu. Guitarleiðari
av Guðs náði, sum dugur at
skapa eina heildarmynd, ið ber
yrking, lag, rák og fatan á serligt
støði. Framúr eftir mínum tykki -
Kanska júst tí at sungið og spælt
varð í Piddasa handil – Riberhús.
Har fekk hugurin høvi at reika
um gamlar dagar, tá ið Stanley
gekk í hesum túni og legði
heimin fyri sínar føtur – og hann
ger tað enn! Frálíkt!
Eftir stuttan steðg helt Hans
Tórgarð fram við leiki um van
Gogh, hann sjálvur hevur skrivað
og sett upp. Hans Tórgarð er
listilærdur – ja, tikin úr leikum. Í
ein heilan tíma at framføra ein
einmansleik við so áhugaverdum
evni um ein so sjálvsaman mann,
sum skar oyrað av sær.
Sannleikin, hvør eri eg – havt
geri eg? At vera til ella at liva?
Hesir spurningar og fleiri aðrir
um lívið, stóðu væl í mát við
stóra hugafarið, Stanley júst
hevði borið fram.
Við leikinum fingu vit ein
annarleiðis og ítøkiligan
kunnleika til serskilda lívið hjá
van Gogh, sum bert seldi ta einu
myndina á ævi síni. 100 ár eftir
deyða hansara, varð tann eina
myndin tó seld fyri 63 mill
dollara, sum bert eitt stýri við
fimm monnum í Japan sleppur at
síggja av og á.
Og so at síggja slíkan leik júst
í Riberhúsi, saman við teimum
vøkru myndunum, sum Øssur
Mohr enn einaferð hevur gjørt og
hongt upp í Riberhúsi, har alt
hetta fór fram: guittarspæl,
sangur, leikur og listaframsýning.
Tú fekk hug at grunda yvir, hvat
Øssur hugsar um, tá ið hann
málar. Tó man hann neyvan hava
so fløktan hugaheim sum van
Gogh – Málningarnir hjá Øssuri
eru jú altíð glaðir og litríkir, eins
og hann sjálvur - Og so var eisini
hesaferð.
Eitt framúr kvøld, sum verður
ringt at gera eftir eina aðra ferð,
takka verið fróðarmonnunum
Stanley, Hans, Øssur og
Riberhúsi.
Listaligt dýrdarkvøld
í Riberhúsi
Fuglfirðingurin og útisetin, Stanley
Samuelsen, undir framførsluni í
Ribarhúsi
Hans Tórgarð sum van Gogh