Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-07-19, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. juli 2007síða 18

‹ fyrra síða allar 41 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 137 - 19. juli 2007 tíðindi Stutt Sagt Burtur- fluttir Týsk bløð skrivaí dag, at Taleban hevur burturflutt tveir týskar ríkisborgarar og fimm afghanar í Ghasni. landslutinum ein­ ar 100 kilometrar sunnan fyri afghanska høvuðs­ staðin Kabul. Ein tals­ maður hjá Taleban segði seinni, at hann visti einki um burturflytingarnar, men týsku myndug­ leikarnir váttaðu í dag, at tveir týskir ríkisbgorgarar eru horvnir í Afghanistan. Guvernørurin í Ghasni sigur við BBC, at sambært teimum seinastu upplýs­ ingunum hava burtur­ flytararnir flutt teir sjey menninar til landslutin Wadak. Kanna veðrið Teir næstu 14 dagarnar fara nakrir limir í Umboðsmannatinginum og Senatinum í USA til Ilulissat í Grønlandi at kanna, hvussu veðurlags­ broytingarnar hava ávirk­ að viðurskiftini har. Tað fyrsta amerikanska ferða­ lagið kemur til Grønlands í morgin, og eitt annað kemur tann 27. juli, sigur útvarpið í Nuuk. For­ maðurin í amerikanska Umboðsmannatinginum, Nancy Pelosi, var í Ilulissat fyri tveimum mánaðum síðani, og tað er hon, sum hevur fingið ferðirnar í lag. Størri hegling Fyrradagin fingu fleiri bilar í Danmark buglur av sjáldsama stórum hegl­ ingi, men nú siga donsku veðurmenninir, at danir kunnu vænta sær meiri av stórum heglingi í komandi árum. DMI sigur, at danir kunnu vænta meiri toru­ sláttur og fleiri skýpumpur í framtíðini. SAMBAND árNi joeNSeN fArtekSt@MAil.Dk - Okkara kanningar vísa, at flogfarið, sum fór av breytini í Sao Paulo, hevði alt ov nógva ferð (brasilska flogvápnið) útlond Fólk gjørdust púra frá sær sjálvum, tá eitt hitarør í New York- býlinginum Man- hattan brast í gjár Øll hugsaðu um 11. sep­ tember, og tað var heldur ikki so løgið, tí gøtumyndin á Manhattan minti nógv um tað, sum hendi í New York fyri skjótt seks árum síðani. Men borgarstjórin var skjótur at sissa býarfólkið. ­ Hetta var ikki annað enn eitt brek við okkara vatnveiting, segði Michael Bloomberg, eftir at mynd­ ugleikarnir høvdu fingið vissu fyri, at talan var um eitt brostið vatnrør og ikki yvirgang. Rørið við tí heita vatni­ num brast undir einari av gøtunum á Manhattan, og trýstið var so stórt, at vatn og eimur stóðu upp um Chrysler­bygningin, sum er í 77 hæddum. Vatnið og eimurin mintu ikki sørt um dustið og roykin 11. septem­ ber í 2001. Býarmyndugleikarnir siga, at rørið var frá 1924, og heilsumyndugleikarnir bera nú ótta fyri, at bresturin kann hava slongt nógv asbest upp í loft. Rokið av vatni og eimi minti ikki sørt um dustið og roykin 11. september í 2001 Tað var sum 11. september Eftir steðg í sjey mánaðir setir Florida aftur deyðarevsing í gildi Fyri sjey mánaðum síðani gjørdi táverandi guvernør­ urin í Florida, Jeb Bush, av at seta deyðarevsingina úrt gildi. Orsøkin var ein miseydnað avrætting, har tað tók 34 minuttir at fáa lívið av einum fanga, sum bleiv avrættaður við eitur­ innspræning. Tað vísti seg, at sproytan hevði ikki rakt tað rætta staðið, og tí mátti hon fyllast aftur og maðurin sproytast eina ferð afturat. Tilburðurin vakti stóran ans, og endin varð, at Jeb Bush, sum er bróðir ameri­ kanska forsetan, gjørdi av at seta deyðarevsingina út gildi. Men nú hevur eftirmaður hansara, Charlie Crist, gjørt av at taka deyðarevsingina uppaftur. Hann hevur góð­ tikið, at ein maður, sum varð dømdur til deya fyri burturflyting, neyðtøku og morð í 1992, skal takast av døgum í fongslinum. Aftur deyðarevsing í Florida Sjónbandsupptøkur vísa, at Airbus- flogfarið, sum fór av flogbreytini í Sao Paulo, hevði alt ov nógva ferð Flogvøllurin í Sao Paulo hevur leingi verið fyri atfinningum, tí flogskiparar og onnur halda ikki, at hann er nóg tryggur, og tey atfinningarsomu halda seg hava fingið nóg góð prógv eftir vanlukkuna fyrra­ kvøldið, sum kostaði umleið 200 mannalív. Men sjónbandsupptøkur á Congonhas­flogvøllinum, sum brasilska sjónvarpið hevur fingið hendur á, vísa, at Airbus 320­flogfarið hevði nógv meiri ferð, enn flogfør eiga at hava, tá tey seta seg á vøllin. Upp­ tøkurnar vísa vanlukku­ flogfarið og eitt annað flogfar, sum setti seg stutt frammanundan. Tað fyrra flogfarið brúkti 11 sekund til ein ávísan tein á lendingarbreytini, men vanlukkuflogfarið brúkti bara trý sekund til sama tein. Brasilsku loftferðslumny ndugleikarnir vildu ikki gera nakrar viðmerkingar í dag til tíðindini hjá sjónvarpinum. Hevði alt ov nógva ferð