fríggjadagur 20. juli 2007síða 30
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
Nr. 138 - 20. juli 2007
Tryggingar- / fíggjarnæmingur søkist til fyri sitingar-
deilina. Tú verður partur av toyminum, ið stendur
fyri eftirlønum og samskifti við viðskiftafólk okkara.
Í tøttum samstarvi við tínar starvsfelagar fert tú at
tryggja bestu loysnina til viðskiftafólkið.
Vit vænta, at tú er framsøkin, íðin og hevur góð
samstarvsevnir. Tú fert at samskifta við kundar,
og tí vænta vit, at tú ert væl fyri í talu og skrift.
Útbúgvingin tekur tvey ár og gevur breiðan førleika
innan fíggjarheimin.
Tú skalt hava lokið students-, HF-, ella HH-prógv.
Fíggjar- og roknskapardeildin søkir eftir fólki. Tú fert
í høvuðsheitum at fáast við roknskap, bókhald og
rapportering. Harumframt fert tú at fáast við aðrar
áhugaverdar og fjølbroyttar uppgávur, m.a. við
umsiting av virðisbrøvum.
Vit vænta, at tú arbeiðir sjálvstøðugt, ert íðin og
hevur góð samstarvsevnir. Tú verður partur av
toyminum á fíggjardeildini og fert at arbeiða í tøttum
samstarvi við toymið.
Tú skalt hava viðkomandi útbúgving ella royndir.
Um tú hevur okkurt at spyrja okkum um í sambandi
við starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband
við Poul Christoffer Thomassen, pct@liv.fo, 23 11 11
– ella Eyðnu Justinussen, eydna@liv.fo, 21 95 75.
Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi
6. august 2007.
&ĆROYA ,ÄVSTRYGGING ER &ĆROYA STĆRSTI VEITARI AV LÄVS
OG EFTIRLĆNARTRYGGINGUM TIL FAKFELĆG OG VIRKIR ¤ LĆTUNI STARVAST FÊLK ¸ &ĆROYA ,ÄVSTRYGGING 4RYGGINGARGJĆLDINI Ä VÊRU MIÊ KR OG VIT UMSITA EFTIRLĆNARUPPSPARING FYRI MIA KR
R E P R O Z
LÍV søkir eftir næmingi og starvsfólki
Føroya Lívstrygging · Kopargøta 1 · Postsmoga 206 · 110 Tórshavn
Tel. 311111 · Faks 351110 · www.liv.fo · liv@liv.fo
Føroya Lívstrygging 40 ár
– álítandi trygging og eftirløn
Marknaðurin fyri lívstrygging og eftirløn í Føroyum er í stórum vøkstri. Fyri at kunna veita viðskiftafólki
okkara bestu loysnirnar, søkir Føroya Lívstrygging eftir nýggjum starvsfeløgum.
lýsingar