fríggjadagur 20. juli 2007síða 55
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 138 - 20. juli 2007
55
K R E A . F O
TEL 47 80 80
stuðulsfólkaskipanin fyri børn
almannastovan@almannastovan.fo
www.almannastovan.fo
Sóknast verður eftir
Sóknast verður eftir
FÍGGJAR- OG
FYRISITINGARFULLTRÚA
Stuðulsfólkaskipanin fyri børn er skipan á
Almannastovuni, sum veitir stuðul til
heimabúgvandi børn og ung ið bera brek.
Stuðulsfólkaskipanin fevnir um alt landið.
Í skipanini starvast gott 100 stuðlar,
samskiparar og stuðulsráðgevar.
Stuðulsfólkaskipanin fær støðugt nýggjar
avbjóðingar, sum seta stór fyrisitingarlig krøv.
Søkt verður tí eftir tveimum fólkum til
fyrisitingina av Stuðulsfólkaskipanini.
Fyristingin skal reka skrivstovuna, tryggja ein
javnan rakstur og tryggja at Stuðulsfólkaskip-
anin lýkur øll krøv til almenna fyristing.
Eisini skal fyrisitingin, saman við stuðulsráð-
gevunum, fáa til vega og greina hagtøl um
stuðulstørvin til leiðsluna og politiska
myndugleikan.
Stuðulsfólkaskipanin virkar um alt landið, alt
samdøgrið, árið runt. Tað krevur tí eitt stórt
og miðvíst arbeiði at knýta starvsfólkini
saman og at fremja samstarv og vitanarbýti.
Komandi árið verður stóra avbjóðingin at
gera umstøðurnar hjá starvsfólkunum í
skipanini enn betri við einum virknum og
mennandi starvsfólkapolitikki og einari
útbygdari starvsfólkatænastu. Fyrisitingin er
tá tann ásin, sum flestu spurningarnir fara
um. Leitað verður tí eftir fólki, sum eru fús at
taka av avbjóðingum og sum megna at lofta
nógvum spurningum og uppgávum í senn.
Arbeitt verður í einum tøttum toymi, við sera
sjálvstøðugum ráðgevum, sum ynskja at
arbeiða í einum tvørfakligum umhvørvi
saman við ágrýtnum fólki, sum sjálvi megna
at evna síni størv eftir arbeiðsuppgávunum,
áhuga og førleika.
Stuðulsfólkaskipanin fyri børn
sóknast eftir einum vælútbúnum
fólki at standa fyri bókhaldi, lønar-
og fíggjarstýring. Starvið umfatar
eisini at fáa til vega hagtøl til
leiðsluna í tøttum samstarvi við
stuðulsráðgevararnar og at gera
fíggjarligar metingar, lýsingar og
framrokningar.
Høvuðsuppgávurnar eru:
. Bókhald
. Lønar- og starvsfólkaviðurskifti,
m.a. sáttmálaviðurskifti
. Ábyrgd av starvsfólkajournal og
menning av vaktarskipan
. Hagtalsarbeiði og lýsingar av
virkseminum í stuðulsfólka-
skipanini
. Ábyrgd av hølisviðurskiftum og
útbúnaði
Førleikakrøv
. Viðkomandi útbúgving innan
roknskap og fíggjarstýring
. Sera góðan telduførleika
. Gott hegni at skriva og góðan
málsligan førleika
. Góð samstarvsevni
SKRIVSTOVUFÓLKI
Søkt verður eftir einum nærløgd-
um og fyrikomandi skrivstovufólki
til alt vanligt skrivstovuhald og til
aðrar uppgávur á skrivstovuni hjá
Stuðulsfólkaskipanini.
Høvuðsuppgávurnar eru:
. Móttøka og telefonavgreiðsla
. Postur og skráseting
. Dagføring av vaktarskipan
. Lønarskráseting, setanarbrøv v.m.
Eisini kemur tú at hava nógv
samskifti við stuðulsfólk, og kemur
saman við stuðulsráðgevunum at
fyriskipa alt tað praktiska um skeið
og fundarvirksemi.
Førleikakrøv
. Skrivstovuútbúgving ella aðra
hóskandi útbúgving og royndir
. Royndir við skráseting
. Góðan telduførleika
. Góðan málsligan førleika
Størvini verða sett sambært
sáttmála millum Fíggjarmálaráðið
og avvarðandi fakfelag. Meiri fæst
at vita við at venda sær Oyvind av
Skarði, leiðara, allar yrkadagar
millum kl. 10 og 12 á tlf. 353570.
Umsókn
Skrivlig umsókn saman við avritum
av prógvum v.m. og upplýsingum
um viðkomandi starvsroyndir
skulu vera Almannastovuni í hendi
í seinasta lagi mánadagin 6. august
2007 kl. 12.00.
Umsókn skal sendast til
Stuðulsfólkaskipanin fyri børn
Almannastovan
Postboks 3096
110 Tórshavn
www.bio.fo • Telefon 31 19 56
Stórt úrval av DVD-filmum til sølu
,
"%&$
Planet Terror
Fríggjadag 20.07
kl.17.45
kl.23.30
Leygardag 21.07
kl.17.45
kl.23.30
Sunnudag 22.07
kl.17.15
kl.23.00
www.hpogfoenixordenen.dk
www.hpogfoenixordenen.dk
Oprøret begynder
Oprøret begynder
Harry Potter
Fríggjadag 20.07
kl.17.30
kl.23.30
Leygardag 21.07
kl.17.30
kl.23.30
Sunnudag 22.07
kl.17.00
kl.20.00
EN MICHAEL BAY FILM
Transformers
Fríggjadag 20.07
kl.20.00
Leygardag 21.07
kl.20.00
Sunnudag 22.07
kl.19.30
©2007 Twentieth Century Fox
www.Diehard4.dk
Die Hard 4.0
Fríggjadag 20.07
kl.23.00
Leygardag 21.07
kl.23.00
Sunnudag 22.07
kl.22.30
FRUMSÝNING
lýsingar