leygardagur 7. apríl 2001síða 2
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Bjargingarfelagið í
Suðuroyar norðaru
helvt hevur nú keypt
oljuverndarútgerð.
Nú eru vit væl fyri at
basa oljudálking, um
eitt óhapp skuldi
hent, sigur Pauli
Einarsson, sum er ein
av undangongu-
monnunum at fáa
hesa útgerðina til
landið
OLJUVERND
Áki Bertholdsen
Best er at binda um heilan
fingur.
Tað heldur Bjargingar-
felagið í norðaru helvt í
Suðuroy.
Og nú oljuvinnan er við
at taka seg upp í Føroyum,
helt felagið eisini, at tað var
neyðugt at hava útgerð til at
avmarka
umhvørvisligu
avleiðingarnar
av
eini
oljudálking, skuldi eitt
óhapp hent.
Tí hevur felagið nú keypt
eina rúgvu av útgerð, sum
verður brúkt at basa olju-
dálking við.
Útgerðin er keypt úr
Noregi og hon kom higar til
lands við vaktarskipinum,
Brimli, seinasta leygardag.
Sumt er eisini komið við
Gorm.
Pauli Einarsson á Tvør-
oyri, sum er ein av undan-
gongumonnunum at fáa
útgerðina til vega, sigur, at
tey hava verið so heppin at
hava gott samstarv við
feløg í Noregi og so tey
fingu útgerðina fyri ein
ógvuliga sámuligan kostn-
að.
Í løtuni liggur útgerðin á
goymslu í húsunum, sum
Føroya Shell eigur innan-
fyri Drelnes og sum felagið
var so vælviljað at lata
bjargingarfelagnum
til
endamálið.
Væl fyri
Pauli Einarsson sigur, at nú
felagið hevur fingið hesa
útgerðina, eru føroyingar
rættiliga væl fyri at verja
umhvørvið,
skuldi
eitt
óhapp hent onkustaðni,
sum ber í sær, at olja lekur
á sjógv.
Útgerðin fevnir m.a. um
ein skimmara, ella ein olju-
upptakari, sum tað eisini
kann nevnast. Síðani verður
pumpa sett til, sum so
pumpar oljuna upp í tangar,
td. á Brimli, ella í ein annan
tanga.
– Men vit hava eisini ein
tanga í Suðuroynni. Fyri-
bils hava vit ein tanga, sum
tekur 50.000 litrar og tað er
ein góð byrjan.
– Skimmarin og pumpan
verður drivin av motori og
kunnu sostatt virka óheft av
aðrari orku.
Felagið hevur eisini fing-
ið 550 metrar av sterkum
oljusperringum, sum tola
aldu uppá 1,5-2 metrar og
eitt hál uppá 11 tons, so tað
skal standa nógv á, áðrenn
tær ikki makta uppgávuna.
Sperringarnar
eru
40
sentimetrar, umframt ein
kant upp á 10 sentimetrar
omanfyri
vatnskorpuna,
umframt eitt skjúrt uppá
ein metur undir vatnskorp-
uni.
Pauli Einarsson sigur, at
er dálkingin av einum slík-
um slagi, at tað ikki ber til
at brúka sperringarnar,
hevur felagið eisini fingið
eitt slag av kustum, sum eru
long, loðin bond, sum draga
oljuna við sær og síðani fra
ígjøgnum eitt, sum mest av
øllum minnir um eina
velduga
strúkirullu,
ið
kroystir oljuna burturúr, so
at hon aftur kann verða
pumpað í tangar.
– Vit hava eisini fingið
175 metrar av lættari
sperringum
til
minni
dálking.
Pauli Einarsson sigur, at
hesar sperringarnar kunnu
ikki bara brúkast til at taka
upp eftir oljudálking. Tær
kunnu eisini brúkast til at
verja strendur, ella eitt nú
alibrúk, við, um olja skuldi
enda á sjónum.
Umframt hetta, hevur
felagið eisini fingið aðra
útgerð, eitt nú pumpur
o.s.fr. Tær kunnu m.a.
brúkast til at hjálpa einum
báti, sum er farin at leka
olju. Pauli Einarsson leggur
afturat, at slangurnar til
pumpurnar passa til úttak-
ini á dekkinum á Brimli.
Pauli Einarsson vísir tó á,
at útgerðin, sum nú er kom-
in, kann bara metast at vera
byrjanin.
– Enn manglar rættiliga
nógv í. Eitt nú tørvar okk-
um lættari útgerð at brúka
til smá óhapp, eitt nú um
eitt skip bunkrar yvir.
Men tað væntar hann
verður ein partur af lands-
uppgávuni, tí hann væntar,
at løtt útgerð kemur at
liggja ymsastaðni í Føroy-
um.
– Men vit hava heldur
ikki útgerð til at reinsa
strendur við og vit hava og
okkum manglar eisini út-
gerð at vaska hesa útgerð-
ina við, tá ið hon er brúkt.
Liggur sera væl
Pauli Einarsson sigur, at
útgerð sum hendan, liggur
sera væl fyri í Suðuroynni.
– Tað eru tvær havnir á
tvørafjørði. Og skuldi tað
hent, at veðrið ger, at tað
ikki slepst at á aðrari keiini,
slepst altíð at á hinari kei-
ini, og tað haldi eg, er ein
stórur fyrimunur, sigur
hann.
Hann vísir eisini á, at tað
er í samsvari við løgting-
sins vilja, at útgerðin er í
Suðuroynni, tí løgtingsins
vilji er at oljuverndarút-
gerðin skal vera í Suðuroy.
Fyrireika føroyingar til at basa oljudálking
– Nú eru vit væl fyri at basa eini oljudálking, sigur Pauli Einarsson. Hann stendur her
frammanfyri útgerðini, sum Bjargingarfelagið í Suðuroyar norðaru helvt nú hevur hevur fingið
til at at basa oljudálking við. Fremst á myndini er skimmari, og aftanfyri standa pumpur,
motorar, sperringar og onnur útgerð
Nr. 69 - 7. apríl 2001
3
gult3 cyan3 magenta3 svart3
2
Nr. 69 - 7. apríl 2001
gult2 cyan2 magenta2 svart2
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri:
Jan Müller jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri:
Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo
Tíðindaleiðari:
Jústinus Eidesgaard justinus@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Marjun Dalsgaard marjun@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
John Johannessen john@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Turið Kjølbro turid@sosialurin.fo
Stefan í Skorini stefan@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1
700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Útgevari/uppseting:
Sp/f Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 311820, Fax 314720
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Føroyingar taka ikki undir við tí nýggju sjálv-
stýrisætlanini hjá landsstýrinum, og samgongu-
flokkarnir missa meirilutan á løgtingi. Tað vísir
feskasta veljarakanningin, sum tað nýggja
vikublaðið, Fregnir, kunngjørdi ígjár.
Kortini er ein meiriluti fyri fullveldi, og ein lítil
meiriluti er fyri at skerja heildarveitingina úr
Danmark 400 milliónir krónur frá næsta ári!
Hetta fær Fregnir at staðfesta, at sjálvstýris-
síðan er sterkari enn sambandssíðan.
Tað er bara partvíst rætt, tí meiri enn 51 prosent
vilja kortini verða verandi í danska ríkinum,
samstundis sum sløk 42 prosent vilja úr ríkin-
um. Hetta er ein andsøgn, men sum kortini er í
samljóð við ætlanina hjá landsstýrinum.
Nýggja ætlanin hjá landsstýrinum – um vit
hava eitt landsstýri, tá hetta blað kemur út –
byggir á, at Føroyar verða verandi í danska rík-
inum í hvussu er tey næstu 12 árini, tá støða
skal takast til, um Føroyar skulu skipast sum
fullveldi.
Samanumtikið vísir kanningin, at vit hava tveir
líka stórar blokkar – ein samríkisblokk og ein
sjálvstýrisblokk. Tveir blokkar, har munurin
millum flokkarnar innanhýsis kortini er so
stórur, at felagsvirðið á blokkunum er ivingar-
samt!
Tí bendir henda kanningin, og politiska gongd-
in tað seinasta hálva árið, á, at tað framvegis er
møguleiki fyri, at ein komandi loysn í ríkis-
rættarligu støðuni kann koma at ganga tvørtur
um verandi mark millum samgongu og and-
støðu!
Víst eru 51 prosent fyri fullveldi, men sama
prosenttal vil verða í ríkinum. Hetta bendir
aftur á, at ein meiriluti í Føroyum helst fram-
vegis er sinnaður fyri eini skipan, sum liggur
millum fullveldisætlanina og verandi heima-
stýrisskipan.
Harafturat vísir henda kanningin, eins og tann
seinasta, at vinstrifloyurin fær undirtøku frá
meiri enn helvtini av veljarunum. Men spurn-
ingurin er sjálvandi, um tjóðveldisflokkurin
kann roknast upp í vinstraveingin ídag!
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Smeitur fyri nýggju
sjálvstýrisætlanina!
NØVN Í VIKUNI
Tøkk
Eg takki øllum, sum gjørdu mær 90 ára føðingar-
dagin so hugnaligan við at koma inn á gólvið, at
ringja, at senda fjarrit og at senda blómur.
Simon David Kalsø
Klaksvík
Í dag, leygardagin,kl 11.30
verður matiné í Christians-
kirkjuni.
Á skránni verða verk av
Mozart, Bach og sangir av
Waagstein, sum Pauli í
Sandagerði hevur útsett fyri
klaverkvartett. Eisini verð-
ur floytuduett við næming-
um frá musikkskúlanum í
Runavík.
Tað eru Morid Simonsen
og Maria Tausen, sum
spæla Grand Duo Con-
certant av P. A. Genin,
Katja Volovelskaja spælir
klaver saman við teimum.
Hini sum framføra eru
Ljudmila Berezina, bratsch
og violin, Alex Sólstein,
violin,
Jens
Christian
Guttesen, cello og Helga
Hilmars Gerðalíð, klaver
og orgul.
Ein tann síðsti kollfirðing-
urin, Jenny Petersen, vina
mín, verður áttati ár 7.
Apríl í ár. Hon ber skalda-
navnið við sær, Kollfjarðar-
konan, sum er so vakurt at
ikki eitt dism av hóttandi
kvasirytmum úr Fuglafirði
hava nartlað av uppruna
hennara. Hon hvílir í sær
sjálvum,
samtíðis
sum
Jenny er úr Kollafirði , er
hon í sinn og skinn ein
Bakkakona.
Hon hevur búð her
norðuri meira enn eina
hálva øld. Mong av teim-
um, sum vit vóru góð við,
liggja nú undir grønu torvu.
Mannin – Hjalmar, misti tú,
har lívið kundi givið tykk-
um væl av árum í blíðum
kærleiksvindi saman, men
so var ikki. Men Jenny
steðgaði ikki upp, hon fór
undir dagin væl hjálpt av
børnunum og í mínum eyg-
um, er hon eins og ein
guðinna av Bakkanum.
Enn síggja vit teg fara
eftir Ovara vegi við føstum
fetum við einum kollfjarð-
arsmíli. Andin av degnum
røkkur eisini til okkum,
sum hava traðkað okkara
barnaskógvar á Bakkanum,
og siga skal eg tær, vina
mín, at mær hóvar so sera
væl títt “kollfirð-ianska”
lyndi , smíl og orðafar. Fáur
dugur sum tú, at síggja tað
lætta í tí dagliga og bara við
einum trimum orðum, at
fáa smílið at lýsa fyri degi,
so lagið verður betri. Tá ið
svá er, ja, so verður alt
ljósari og lættari. Hetta er
ein dygd.
Mong ein løta er farin
eftir vegnum í góðum práti
av Posthúsinum, frá Ha-
raldsen og Keypssamtøk-
uni.” Hetta eru bara orð”,
kundi onkur sagt, “sum
lítlan og ongan týdning
hava”; men soleiðis er tað
ikki. Hetta er rót føroysk
mentan at fara kant av kanti
og skifta orð sína millum
um bygdalív og heimsins
viðurskifti. Hetta er heims-
speki, tí bygdakvinnan og
bygdamaðurin eru heims-
borgarar (kosmopolittar)
Hóast gingið verður við
einari innkeypstasku, tá ið
onnur ganga við einari
strongdari, svartari skjáttu
við nýmótans hvølpalási á,
so er meiri skaldskapur í
tínari keypskjáttu. Ja, tað er
munur á, og hann er heldur
ikki so lítil.
Ikki veit eg, nær tú sært
best út, um tað er við
keypsskjáttini, ella tá ið
bingoskjáttan er á lofti, ella
tá ið tú sum heimsborgari
fert til Týsklands at vitja
dótturina. Ikki dugi eg, at
taka dagar millum hesi
viðurskifti, men eitt veit eg,
tú hevur búð á Bakkanum í
Fuglafirði næstan alla mína
tíð. Tú ert millum teir
síðstu, ektaðu kollfirðing-
arnar her á landi, hóast tíni
ár í Fuglafirði. Tað svitast
ikki.
Ja, Jenny, takk fyri gott
prát í tí farna og hjartaliga
til lukku við teimum áttati
árunum og gott lívskvøld.
Heilsan Frits
Jenny Petersen á Bakkanum í Fuglafirði 80 ár 7. apríl
Matiné í Christianskirkjuni
Nýggjur føroyskur
dr.med.
34 ára gamli læknin Tórur
Dalsgaard, sonur Virgar
Dalsgaard og Hannu, f.
Nolsøe, vardi mikudagin
28. mars sína dr. med.-rit-
gerð við Københavns Uni-
versitet. (Hvidovre Hospi-
tal). Evnið var um hormo-
nala viðgerð av arterio-
sclerosu.
Hjartafelagið
Á seinasta aðalfundi varð
Sólvá Dam, sjúkrasystir,
vald til formann í felagnum
eftir at Ása Poulsen bar seg
undan afturvali.