Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-07-23, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. juli 2007síða 6

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 tíðindi Nr. 139 - 23. juli 2007 Í trý ár hava fimm mans stigvíst arbeitt seg uppeftir Búgvanum, og seinna­ partin fríggjadagin komu teir upp á toppin. Tað akkurát 80 ár síðani, at nakar var har seinast FRÍTÍÐ Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Herman Eysturoy, Absalon Eysturoy, Rasmus Eysturoy, Heini Hátún og Fróði Samuelsen eita menninir, sum seinnapartin fríggja­ dagin vælnøgdir kundu hyggja upp á hvønn annan. Klokkan var júst 17.47 og teir stóðu ovast á Búgv­ anum. Í 188 metra hædd. Absalon Eysturoy sigur, at soleiðis sum hann hevur skilt, so skulu vit heilt aftur til 1927 seinast nakar var ovast á Búgvanum. Stóðu á hendrunum Tað var í 2005, at teir fimm fóru undir at klatra niðan á Búgvan. Miðvíst og stigvíst hava teir arbeitt seg upp eftir, soleiðis at teir fríggja­ dagin stóðu ovast á drang­ anum. – Men tað er ikki bara beint uppeftir, sum vit klatra. Tað er ikki allastaðni tað ber til, og tí er neyðugt at klatra og grulva upp á tvørs, og onk­ untíð niður eftir, fyri at finna eina leið, sum kann føra okkum longur upp, greiðir Absalon Eysturoy frá. Hann sigur, at teirra ættar­ bond við Gjógv góvu teim­ um íblástur at fara undir vandamiklu verkætlanina. – Og so var tað eisini ein av okkara forfedrum, sum var á Búgvanum seinast. Tað segðist, at hann stóð á hendrunum, tá hann var har uppi, so tað gjørdu vit eisini, tá vit komu upp á toppin, flennir Absalon Eysturoy. Veldig kensla Sambært Absalon var tað sjálv ferðin upp, sum var tað stuttliga. – Men tá vit so stóðu ovast, var tað ein veldig kensla, vit allir høvdu, sigur hann. Áðrenn komið var so langt, lá tó ein long, møtu­ mikil og ikki sørt vanda­ mikil ferð. – Hetta er tað, sum popu­ lert verður rópt risikoítrótt. Tað er tó ikki sjálv klatring­ in, sum er vandamikil, tí har ganga vit høgt upp í trygd av øllum slag. Tað vandamikla er tað við áhaldni, hvussu langt orkan røkkur, tí tað er ómetaliga krevjandi bæði fysiskt og psykiskt. – Og so eisini tær óvænt­ aðu støðurnar. Stendur okk­ urt fast, er okkurt dottið nið­ ur ella um vit hava gloymt okkurt eftir, vit skuldu brúka, so er neyðugt at vit umskipa okkum og broyta ætlanir. Tá er tað eisini, at vandastøður kunnu uppstanda, sigur Absalon Eysturoy. Lógu nátt á Búgvanum Túrurin upp á toppin á 188 metra høga dranganum byrjaði hósdagin. Tá sigldu teir út við útgerð og øðrum, teir skuldu brúka á vegnum upp. Síðani lógu teir nátt á Búgvanum á umleið hálvt­ hundrað metra hædd, áðr­ enn teir síðani fóru undir at klatra klokkan tíggju fríggja­ morgun. Stívliga sjey tímar og trý korter seinni stóðu teir ovast. Heilt einsamallir vóru teir tó ikki, tí við sær høvdu teir eitt drekahøvd, og tað kom ikki niður við aftur. – So nú er Búgvin 188 metrar og 45 sentimetrar, tí vit settu drekahøvdið fast á ein stein á toppinum, sigur Absalon Hansen. Hann greiðir frá, at drekahøvdið er eitt slag av familjumerkið, sum langabbi pápa hansara, Herman Eysturoy, hevur gjørt. Hesin var snikkari og lærdi í Noreg. Hetta høvdið er tað ein­ asta, ið teir fimm hava lagt eftir seg á Búgvanum. Teir komu niðuraftur á rókina, teir lógu nátt á, klokkan trý um náttina, og fóru síðani heimaftur dagin eftir. – Men vit eru bara ein lítil partur av allari verkætlanini. Tað eru minst líka nógv fólk aftanfyri, sigur Absalon Han­ sen, sum nevnir eitt nú tey, ið sigldu teir út til Búgvan, og so allar teir gjáarmenninar, sum hava verið góðir í ráðum. Fyrstu fólk á Búgvanum í 80 ár Lægsta arbeiðsloysið í Evropa Sambært uppgerð frá Hagstovu Føroya setti arbeiðsloysið í Føroyum aftur met í juni. Bert 1,5% av samlaðu føroysku arbeiðsmegini høvdu ikki arbeiði í juni, og hetta er tað lægsta, síðani ALS fór at virka. Eisini í altjóða høpi er talan um óvanliga lágt arbeiðsloysi. Hagstovan hevur gjørt eina sammeting yvir arbeiðsloysið í 36 evropiskum londum, og her eru Føroyar ovast á listanum. Næst Føroyum á listanum eru Ísland, Áland, Noreg, Danmark, Holland, Cypros og Eysturríki. Fleiri missa viðførið Tvær ferðir innan stutta tíð hava brek á teldukervinum í Kastrup havt við sær, at fleiri ferðafólk hava mist viðførið. Og talan er eftir øllum at døma um ein trupul­ leika, sum rakar alla flogvøllarbransjuna. Soleiðis sigur stjórin á danska tryggingarfelagnum, TopDanmark, at tey hava upplivað eitt vaksandi tal av fráboðanum seinastu tíðina. – Eg veit ikki, hvat tað er fyri eitt trøll, sum situr og etur kuffert á flogvøllinum. Men vøskturin hjá okkum hevur verið heilt óvanligur seinastu tíðna, sigur Eric Erichsen. Teir fimm menninir, sum seinnapartin fríggjadagin stóðu ovast á Búgvanum vóru Herman Eysturoy, Absalon Eysturoy, Rasmus Eysturoy, Heini Hátún og Fróði Samuelsen Mynd: Bjørn á Heygum Ein sokallað fyrstamanns­ klatring, har ein maður klatrar upp, setir kongar í veggin, tryggjar seg í teir, og klatrar síðan víðari. Maðurin niðanfyri tryggjar klatraran við at geva út av línuni og stramma Búgvin er ein 188 metrar høgur drangi uttanfyri Ambadal, sum er norðan fyri Gjógv Mynd: Árni Conradson